Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 16. 18. AUGUST 1898. g. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! í seinri tíðini er títt klagað ivir, at »Føringatiðindi« kemur bæði seint og iđla fram. At hetta er mfest fólkavold, er óivað, tí sum nú er vorið, so er so mikil ferðsil midlum bigdir í Førjum, at langa tíðir eigur bræv edla pakki ikki at liggja í kvørjari bigd. Enn minni skil er a, at pakkar heilt skulu misfarast. í tí vit nú biðja ødl tey, sum fáa »Føringat.< til at bera fram, gera so væl at senda tey sum skjótast og best, og í tí vit biðja haldarirnđr firigeva, at blaðið er so idla framkomið, skulu vit kunn- gera, at fieiri hava tikið seg saman til at senda »F'øringat.« út, og at tað er hop okkara, at herettir ikki skal verða grund til at klaga. Ein og kvør, sum herettir ikki fær sítt blað greidliga og í góðum skili, er biðin um at lata blaðstírið vita av. Gróðravónir í Forjum. Kvussu gróðravónirnar firi imisligar vøkstrar eru í Førjum attur ímóti í øðrum londum, kann ikki beinleiðis roknast út ettir tí, um hini londini liggja norðari edla sunnari. Nei, har mugu mangahanda viður- skiftir takast upp í rokningina. Meginparturin av øllum vøkstrum krevja viss føðievnir úr moldini. At nóg mikið av slíkum føðievnum stendur til boðs er tí eitt høvuðsvilkorið firi gróðri. Annað høvuðsvilkorið er, at nóg mikil væta er til steðar, so at føðievnini kunnu uppsúgvast ígjøgnum røturnar. Triðja høvuðsvilkorið er varmi, sum krevist til upprenning og umskaping av teimum flótandi føðievnunum til meir eđla minni treystar partar í vøkstrunum. Firi at gróður ivir høvur skal ganga firi seg, krevist ein vissur »gradur« av varma. Summu sløg av vøkstrum krevja minni og summi meiri av varma, áðrenn gróður kemur í lag. Tá íð ikki onnur viðurskiftir eru til bága, er lagið so, at jú sterkari varmin er, jú skjótari gongur gróðurin firi seg; tó fer ivir høvur adlur vøkstur meiri fram í eina økt við 12 »gradum« av varma enn í tvær øktur við 6 gradum. Kvat dirkaðum vøkstrum viðvíkir, er í Førjum og umliggj- andi londum gróðurin i vetratíðini firi einki at rokna. Um-hásummarið er gróðurin í teimum norðastu londunum so mikið sterkari uppá seg, sum dagurin (gróðratíðin) er longri, tó førir varmin mesta veldið. Eitt skikkiliga gott ivirlit fæst av gróðravónunum í teimum imsu londunum av granskningum, sum i longum áramáli eru gjørdar viðvíkjandi luftvarman. Vit síggja av hesum granskningum, at meðal luftvarmin t mai er 70*) (javnur við landið norðanfiri Trondheim í Nøríki); í júni er hann neyvan to° (javnur við norðara part av Norrlandi, suðurpartin av Finnmarkini og suðurendan av Kvítahavinum); í júli og august, sum eru høvuðsmánaðirnir firi gróður, er varmin u. 11 0 og 120 (javnur við Lofoten og norðara part av Finmarkini); í september er varmin um 90 (javnur við Suðurlofoten og norðara part av Norrlandi). Hinir mánaðirnir t árinum eru firi einki at rokna uttan firi einkult harðbalin grassløg, og aðrar vøkstrar, sum veksa eitt sinđur so leingi tátt er. Av varmagranskningunum kann ætlast, atFørjar í gróðravónum ikki kunnu metast javnt við »Jæðarin« í Nøríki, har sum luftin í gróðramánaðum er o. u. 30 heitari enn í Førjum (— tað sínir á, tí har búnast súr- eplir og mangahanda fruktir, sum vera vil —); men vit mugu taka til takkar at metast javnt við Norrland og Finnmarkina, og tað enn meiri, tí fleiri viðurskiftir koma upp í til at gera misjavnan ettir norð- leikanum størri enn luftvarmin visur á. Jarðavarmin hevur ikki minni at tíða firi gróðurin enn luftvarmin, og teir filgjast ikki altíð javnsíðis. Har sum sólin sær bjartast á moldina verður hon nógv heitari enn luftin, sum hevur lítil evnir til at vermast beinleiðis av sólini. Tí verður meiri gróður á vatnsleppandi undirgrund enn har, sum støðuvatn er, at hin firra hevur bestu evnir til at taka við sólarvarmanum. (Niðurlagt.) »Dúgvan« tóktist at vera til ilsku fús av tí, vit skrivaðu um »drekking og matarátc. Vit hava ikki framsett edla skotið til *) 0 er merki firi gradir.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.