Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 2
ta meining, at »Dúgvan« hevur til enđamál at dusa fólki drekkingini viðvíkjandi. Vit finna í >Dúgvunic nóg' mikið av ræðu- bílætum frá útlondum. Har attur ímóti tikist okkum, at »Dúgvan« ofta vísur seg trekan edla linan tíl at nerta við ta nær- liggjanđi drekkingina og helst við øl- og vínbimbling av »fínari« art. ] at okkum koma attur til høvuðs- summuna av Føringadrekkingini, sum »Dúgvan« áður setti til 100,000 kr., tí »eingin onnur rokning lá firic. Visti »Dúgvan« ikki, kvussu mikið øl. vín og brennivín kostar i krambúðum og ølbølum? og var hon ikki næst til at leita fram, at drekkingin í sonnum er komin upp til 150,000 kr. í einum ári? Góða »Dúgva«! Hav altíð i minni hitt gamla orðatakið: ■* »Vinur er, íð vomm sær«, — og fást ikki við at droyma um »meiningsfelar«, sum geva tær »høgg og slag«. Blaðst. L ú s nevnist ein slekt av 6-fóta djórum, sum er at finna víða kvar um adlan heimin. Flest ødl 4-fóta djór hava eitt edla fleiri sløg av lúsum. Høvuðsdjórið av ødlum, menniskjan, hevur heili 3 sløg av lúsum: Høvuðlís, skegglís og kropplís edla klædnalís. Tey dólskastu, ónosligastu og mest fákunnugu fólkasløgini hava størstu skipan av lúsum. Kjá blámonnum inni i heita Afrika eru lísnar lika væl heimastadđar sum kjá skrællingum i Grønlandi og øðrum kuldalondum. Har sum armóð og skitlig- heit er herskandi t. d. í teimum fólkaríkastu støðum i Italialandi, Frankaríki, Einglandi, Kinalandi o. ø., har trívist og nørist lúsin i besta lagi. Um lúsina hava frá fodnum døgum gingið mangar merkiligar og rangar frá- søgnir. Harímidlum má nevnast fábilin um ta so kadlaðu lúsasjúkuna: at lís kunnu kikna upp og nørast innan i kroppinum á fólki inntil tær rapla fram í kannubaravís. Nei, sovorðin lúsasjúka er ikki til. Lis kunnu skjótt nørast uttan á fólki, tá íð tær hava frið og aðrar góðar lívsvónir; men innan i fólki ber ikki til kjá teimum at nørðast. Heldur ikki kunnu tær kikna upp av ongum. Tær makast sum onnur djór og verpa egg (sokadlaðar nitur), sum eru fleiri đagar um at klekjast. Nú á døgum tínast lisnar burtur kjá ødlum nøkurlunda framkomnum fólka- sløgum. Reinførheitin ger sítt, og besta hjálp er í ødlum teimum sløgum av lúsa- drepandi smirsli og imisligum øðrum sterkum evnum, sum nú eru at fáa firi litið og lætt. Karin (Av S.i (Endað.) Tróndur ivaðist eitt lítið bil i, um hann skuldi stinga av sum skjótast, tá íð hann sá, kvør íð kvinnan var. Hann hevði bestan hug til at ríma, men i kærleikin hann sterkur ikki er, Tróndur, sum hevði vunnið sær meiri enn almannamegi úti í verðsins stríði, hann føldi seg ikki mentan til at ríma nú. hann stóð frammanfiri tí kvinnu,sum hann hevði kjósað sær, men sum hann visti. ein annar maður átti. íð kvussu var edla ikki, Tróndur stansaði, Karin stansaði og tey góvu seg til at tosa saman. »Hevur tú hoyrt, at eg skal giftast í heyst?« spir Karin Trónda, eitt sindur hjartkipt sum hon var. Nú kundi Tróndur ikki bara sær longur, hann segði bæði eitt og annað, sum fríggj- arir eru vanir at siga, og hann helt ikki upp, firr enn hann sá, at Karin var við at svíma. Tá firstani ansaði hann. kvat ólukku hann hevði gjørt. og skuldi so royna at bøta um tað. men sagt var sagt. Nú ætlaði hann firi álvara at rfma, um hann hevði torað at latið Karini vera einsumadla so langt frá húsum. »Lat meg filgja tærheim, Karin. og gloym so tað, eg í ørviti havi sagt, eg hevði ikki sagt tað, men eg frikt- aði firi. at tú hevði játtað at giftst við Thomasi firi at gera teimum gomlu til vildar.« »Eg havi verið altfor lættsint,« sigir Karin, »eg má tilstanda, at eg ikki leggi nakað í Thomas nú, men áðrenn tú kom attur, trúði eg kjá mær sjálvum,; at eg kundi koma at halda av honum. I alt fald helt eg so nógv av honum sum av nøkrum øðrum, teg væntaði eg ikki attur. Tað er jú so langt síðani, nakað hoyrdist frá tær, so ødl trúði, at tú var đeyður. Tú hevur heldir alđrin tosað við meg. Hevði tú sagt tað áðrenn tú fór avstað, sum tú hevur sagt nú, so hevði alt verið annarleiðis. Men tað føli eg, at eg kann ikki giftast við Thomasi nú.« »Er tú frá tær sjálvum, Karin,« sigur Tróndur, »nú má fara sum fer, halt tú bæra orð títt, eg skal koma mær burtur attur har, sum eg kom frá, tú kann ikki fara at narra Thomas nú, brúdleypið stendur firi durinum.« »Um tað so var brúdleypsdagur min ímorgin, so vildi eg ikki giftst við honum, tá íð eg beri kærleika til annan mann. At giftast við lítlum kærleika til hann, ein skal giftast við, er ivaleyst sind, men at giftast við einum og bera kærleika til ein annan, tað er størri sind, og tað er av sonnum at narra tann. ein giftist við.«

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.