Føringatíðindi - 18.08.1898, Qupperneq 2
ta meining, at »Dúgvan« hevur til enđamál
at dusa fólki drekkingini viðvíkjandi.
Vit finna í >Dúgvunic nóg' mikið av ræðu-
bílætum frá útlondum. Har attur ímóti
tikist okkum, at »Dúgvan« ofta vísur seg
trekan edla linan tíl at nerta við ta nær-
liggjanđi drekkingina og helst við øl- og
vínbimbling av »fínari« art.
] at okkum koma attur til høvuðs-
summuna av Føringadrekkingini, sum
»Dúgvan« áður setti til 100,000 kr., tí »eingin
onnur rokning lá firic. Visti »Dúgvan« ikki,
kvussu mikið øl. vín og brennivín kostar i
krambúðum og ølbølum? og var hon ikki
næst til at leita fram, at drekkingin í
sonnum er komin upp til 150,000 kr. í
einum ári?
Góða »Dúgva«!
Hav altíð i minni hitt gamla orðatakið:
■* »Vinur er, íð vomm sær«, — og fást ikki
við at droyma um »meiningsfelar«, sum
geva tær »høgg og slag«.
Blaðst.
L ú s
nevnist ein slekt av 6-fóta djórum, sum er
at finna víða kvar um adlan heimin. Flest
ødl 4-fóta djór hava eitt edla fleiri sløg av
lúsum. Høvuðsdjórið av ødlum, menniskjan,
hevur heili 3 sløg av lúsum: Høvuðlís,
skegglís og kropplís edla klædnalís.
Tey dólskastu, ónosligastu og mest
fákunnugu fólkasløgini hava størstu skipan
av lúsum. Kjá blámonnum inni i heita
Afrika eru lísnar lika væl heimastadđar
sum kjá skrællingum i Grønlandi og øðrum
kuldalondum. Har sum armóð og skitlig-
heit er herskandi t. d. í teimum fólkaríkastu
støðum i Italialandi, Frankaríki, Einglandi,
Kinalandi o. ø., har trívist og nørist lúsin
i besta lagi.
Um lúsina hava frá fodnum døgum
gingið mangar merkiligar og rangar frá-
søgnir. Harímidlum má nevnast fábilin um
ta so kadlaðu lúsasjúkuna: at lís kunnu
kikna upp og nørast innan i kroppinum á
fólki inntil tær rapla fram í kannubaravís.
Nei, sovorðin lúsasjúka er ikki til.
Lis kunnu skjótt nørast uttan á fólki, tá íð
tær hava frið og aðrar góðar lívsvónir;
men innan i fólki ber ikki til kjá teimum
at nørðast. Heldur ikki kunnu tær kikna
upp av ongum. Tær makast sum onnur
djór og verpa egg (sokadlaðar nitur), sum
eru fleiri đagar um at klekjast.
Nú á døgum tínast lisnar burtur kjá
ødlum nøkurlunda framkomnum fólka-
sløgum. Reinførheitin ger sítt, og besta
hjálp er í ødlum teimum sløgum av lúsa-
drepandi smirsli og imisligum øðrum sterkum
evnum, sum nú eru at fáa firi litið og lætt.
Karin
(Av S.i
(Endað.)
Tróndur ivaðist eitt lítið bil i, um hann
skuldi stinga av sum skjótast, tá íð hann
sá, kvør íð kvinnan var. Hann hevði bestan
hug til at ríma, men i kærleikin hann
sterkur ikki er, Tróndur, sum hevði vunnið
sær meiri enn almannamegi úti í verðsins
stríði, hann føldi seg ikki mentan til at ríma
nú. hann stóð frammanfiri tí kvinnu,sum hann
hevði kjósað sær, men sum hann visti. ein
annar maður átti. íð kvussu var edla ikki,
Tróndur stansaði, Karin stansaði og tey
góvu seg til at tosa saman.
»Hevur tú hoyrt, at eg skal giftast í
heyst?« spir Karin Trónda, eitt sindur
hjartkipt sum hon var.
Nú kundi Tróndur ikki bara sær longur,
hann segði bæði eitt og annað, sum fríggj-
arir eru vanir at siga, og hann helt ikki
upp, firr enn hann sá, at Karin var við at
svíma. Tá firstani ansaði hann. kvat ólukku
hann hevði gjørt. og skuldi so royna at
bøta um tað. men sagt var sagt. Nú ætlaði
hann firi álvara at rfma, um hann hevði
torað at latið Karini vera einsumadla so
langt frá húsum. »Lat meg filgja tærheim,
Karin. og gloym so tað, eg í ørviti havi
sagt, eg hevði ikki sagt tað, men eg frikt-
aði firi. at tú hevði játtað at giftst við
Thomasi firi at gera teimum gomlu til
vildar.«
»Eg havi verið altfor lættsint,« sigir
Karin, »eg má tilstanda, at eg ikki leggi
nakað í Thomas nú, men áðrenn tú kom
attur, trúði eg kjá mær sjálvum,; at eg
kundi koma at halda av honum. I alt fald
helt eg so nógv av honum sum av nøkrum
øðrum, teg væntaði eg ikki attur. Tað er
jú so langt síðani, nakað hoyrdist frá tær,
so ødl trúði, at tú var đeyður. Tú hevur
heldir alđrin tosað við meg. Hevði tú sagt
tað áðrenn tú fór avstað, sum tú hevur
sagt nú, so hevði alt verið annarleiðis.
Men tað føli eg, at eg kann ikki giftast
við Thomasi nú.«
»Er tú frá tær sjálvum, Karin,« sigur
Tróndur, »nú má fara sum fer, halt tú
bæra orð títt, eg skal koma mær burtur
attur har, sum eg kom frá, tú kann ikki
fara at narra Thomas nú, brúdleypið stendur
firi durinum.«
»Um tað so var brúdleypsdagur min
ímorgin, so vildi eg ikki giftst við honum,
tá íð eg beri kærleika til annan mann.
At giftast við lítlum kærleika til hann, ein
skal giftast við, er ivaleyst sind, men at
giftast við einum og bera kærleika til ein
annan, tað er størri sind, og tað er av
sonnum at narra tann. ein giftist við.«