Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 18.08.1898, Blaðsíða 3
»Men kvat skal tú gera við Thomas?« »Ja, eg má siga honum kvussu vorið er,« sigur Karin. »Far tú nú bara heim, og Harrin filgi tær, tá íð tú ferð. Eg Jmvi onga neyð. Tú skal ikki frikta firi, at eg skal boða frá, at tú 'nevur tosað við meg.« »Nei, Karin. nú fari eg ikki heim so- leiðis, er hetta álvara títt, sum tú hevur sagt, so fiig mær burtur í annað land, um tú er før firi tað, tú skal aldrin angratað.* »Kvat skal eg so gera viðpápa?« spir Karin. »Ger sum tú vil,« sigur Tróndur, »eg vil ikki tosa teg burtur frá tí, tú heldur vera rætt.« Leingi ivaðist Karin, men endin varð, at hon játtaði at filgja við Trónda og taka mammusistur sína við sær. Tær skuldu báðar fara burtur í hagan at reka neytini heim kvøldið ettir, og so skuldi Tróndur liggja uttanfiri við skipi sinum og senda ein bát ettir teimum. Tróndur fór nú heim og bar seg sum hann kunđi best. Morgunin ettir fór hann avstað. Annan dagin ettir var standur í bigdini, Karin og mammusistur hennara vóru farnar ettir neytum, men ikki attur- komnar. Tær vóru ivaleyst tiknar av sjó- røvarum, sum so mong ein kvinna firi teimum. Tíðin. sum javnar so nógv. javnaði eisini tað. Tá ið Tróndur kom attur til Einglands, giftist hann við Karini. Tey livdu væl, og Tróndur vitjaði nú og tá attur til Førjar. Firstu ferð hann kom attur til sítt heim- bíli fekk hann søguna um Karini, sum varð tikin av sjórøvarum. Thomas var giftur og Hanus bóndi bannaði ivir teimum heidnu hundunum, sum hevði stolið Karini, um teir ikki fóru væl við henni. Eingin grunaði, at »heidningin« var ímidlum teir, og teir bóru hann á hondum kvørja ferð, hann kom til teirra. Mong ár eru runnin síðani, men enn livir søgan um tær tvær kvinnurnar, sum tiknar blivu av sjórøvarum. Hann vágaði livið. A. var ríkur bóndi og var góður við »Sissal«. Hann var vorðin hálvgamalur og hevði enn ikki haft »krá edlakrím«. Ofta rósti hann ti »váta slaginum« sum besta heilsubót bæði firi krím og búkilsku og ødlum øðrum sjúkum. Tó fekk hann eina ferð limafadlssjúku, og doktarin kom tá til hansara og segði honum, at fór hann attur at »drekka«, so setti hann honum ongar vónir um lív. »Ja, men ein fær so gott av tí,« segði A., »eg hugsi, at eg fari at vága lívið!« Túnatos. Per: Hevur tú frætt nøkur merkis tíðindir úr grindadrápinum norð í Vági? Pál: Ja, tað sigist, at Norðoyaprestur hevur skutlað ein »gidlinsfisk«, sum fór við øði norð ígjøgnum Kalsoyafjørð, — summi vænta, at hann í hesum bili eigur at vera væl á leið til »norðpólin«. Per: Stúr ikki firi tí! Hann hevur jú gingið í svarta skúla, og honum man tikjast lítið firi at beina hendan kvalin inn á Viðareiðshedlu. Tíðindir ur Førjum. Veðurlagið hevur verið umskiftandi og firi tað mesta vætu- samt, so at lítið er komið út av hoygging, tó hava stakmenn í Havn bjargað ein triðing av hoynum. — Seyður er í flest ødlum plássum slakari enn meðal. — Fuglatíðin er nú komin at enda, og víða kvar íjóða frásøgnir, at fongurin hevur verið av tf vánaligasta. Einans skaði er hendur í bjørgunum í ár. Tað var Johannes Thomasen úr Funningi, sum fadl meðan hann fekkst við at đraga lunda í eggini ivir kvalsriggjabarmi. Hann var 41 ára gamal, letur ettir sær konu og 2 bødn, og var ikki í »forsikringsforeiningini«. — Frá kvalaveiðuni frættist, at Grøn hevur fingið 42 kvalir og Michelsen 28. — Museumsnevndin, sum valdist á Olavsøku, er samansett av filgjandi kvinnum og monnum: Hr. og frú keypm. O. Olsen úr Norðstreymoy; lærarinda E. H. Jacob- sen og J. Patursson úr Suðurstreymoy; Petra Olsen, Else B. Andreasen, A. Sa- muelsen og fysikus Boeg úr Havn; Sigrid Liitzen og keypm. S. Hansen úr Norðoyum; Henriette Høgnesen og lærari O. H. Dahl úr Eysturoy; Johanne Viderø og lærari Chr. Joensen úr Sandoy; Paulina Olsen og keypm. J. Dahl úr Suðroy; hr. og frú J. Heinesen úr Vágum. — Føringafelags nevndarmenn f tí níggja árinum eru : R. Effersø, Jens Olsen, B. A. Samuelsen, Just Jakobsen og A. Samuelsen í Havn; J. Patursson, Kirkjubø, O. J. Olsen, Vestmanna, Jacob Jacobsen, Miðvági, S. F. Hansen, Klaksvig, J. Poul- sen, Strondum, M. A. Winther, Sandoy, og Johan Mortensen, Suðroy. — Førja bókafelag hevði firsta aðal- fund sunnudagin fð var. I.ógur vóru við- tiknar og nevnđ varð vald. Heiðurslimir vóru nevndir: V. U. Hammershaimb og dr. J. Jakobsen. — Løgtingið sendi í seinasta postskipi bønarbræv til ríkisstírið um at fáa eitt skip herupp til at verja fiskiskapin í Førjum

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.