Føringatíðindi - 18.08.1898, Side 3
»Men kvat skal tú gera við Thomas?«
»Ja, eg má siga honum kvussu vorið er,«
sigur Karin. »Far tú nú bara heim, og
Harrin filgi tær, tá íð tú ferð. Eg Jmvi
onga neyð. Tú skal ikki frikta firi, at eg
skal boða frá, at tú 'nevur tosað við meg.«
»Nei, Karin. nú fari eg ikki heim so-
leiðis, er hetta álvara títt, sum tú hevur
sagt, so fiig mær burtur í annað land, um
tú er før firi tað, tú skal aldrin angratað.*
»Kvat skal eg so gera viðpápa?« spir
Karin.
»Ger sum tú vil,« sigur Tróndur, »eg
vil ikki tosa teg burtur frá tí, tú heldur
vera rætt.«
Leingi ivaðist Karin, men endin varð,
at hon játtaði at filgja við Trónda og taka
mammusistur sína við sær. Tær skuldu
báðar fara burtur í hagan at reka neytini
heim kvøldið ettir, og so skuldi Tróndur
liggja uttanfiri við skipi sinum og senda
ein bát ettir teimum.
Tróndur fór nú heim og bar seg sum
hann kunđi best. Morgunin ettir fór hann
avstað. Annan dagin ettir var standur í
bigdini, Karin og mammusistur hennara
vóru farnar ettir neytum, men ikki attur-
komnar. Tær vóru ivaleyst tiknar av sjó-
røvarum, sum so mong ein kvinna firi
teimum. Tíðin. sum javnar so nógv. javnaði
eisini tað.
Tá ið Tróndur kom attur til Einglands,
giftist hann við Karini. Tey livdu væl, og
Tróndur vitjaði nú og tá attur til Førjar.
Firstu ferð hann kom attur til sítt heim-
bíli fekk hann søguna um Karini, sum
varð tikin av sjórøvarum. Thomas var
giftur og Hanus bóndi bannaði ivir teimum
heidnu hundunum, sum hevði stolið Karini,
um teir ikki fóru væl við henni. Eingin
grunaði, at »heidningin« var ímidlum teir,
og teir bóru hann á hondum kvørja ferð,
hann kom til teirra.
Mong ár eru runnin síðani, men enn
livir søgan um tær tvær kvinnurnar, sum
tiknar blivu av sjórøvarum.
Hann vágaði livið.
A. var ríkur bóndi og var góður við
»Sissal«. Hann var vorðin hálvgamalur og
hevði enn ikki haft »krá edlakrím«. Ofta
rósti hann ti »váta slaginum« sum besta
heilsubót bæði firi krím og búkilsku og
ødlum øðrum sjúkum. Tó fekk hann eina
ferð limafadlssjúku, og doktarin kom tá til
hansara og segði honum, at fór hann attur
at »drekka«, so setti hann honum ongar
vónir um lív.
»Ja, men ein fær so gott av tí,« segði
A., »eg hugsi, at eg fari at vága lívið!«
Túnatos.
Per: Hevur tú frætt nøkur merkis
tíðindir úr grindadrápinum norð í Vági?
Pál: Ja, tað sigist, at Norðoyaprestur
hevur skutlað ein »gidlinsfisk«, sum fór
við øði norð ígjøgnum Kalsoyafjørð, —
summi vænta, at hann í hesum bili eigur
at vera væl á leið til »norðpólin«.
Per: Stúr ikki firi tí! Hann hevur jú
gingið í svarta skúla, og honum man
tikjast lítið firi at beina hendan kvalin inn
á Viðareiðshedlu.
Tíðindir ur Førjum. Veðurlagið hevur
verið umskiftandi og firi tað mesta vætu-
samt, so at lítið er komið út av hoygging,
tó hava stakmenn í Havn bjargað ein
triðing av hoynum.
— Seyður er í flest ødlum plássum
slakari enn meðal.
— Fuglatíðin er nú komin at enda, og
víða kvar íjóða frásøgnir, at fongurin hevur
verið av tf vánaligasta. Einans skaði er
hendur í bjørgunum í ár. Tað var Johannes
Thomasen úr Funningi, sum fadl meðan
hann fekkst við at đraga lunda í eggini
ivir kvalsriggjabarmi. Hann var 41 ára
gamal, letur ettir sær konu og 2 bødn, og
var ikki í »forsikringsforeiningini«.
— Frá kvalaveiðuni frættist, at Grøn
hevur fingið 42 kvalir og Michelsen 28.
— Museumsnevndin, sum valdist á
Olavsøku, er samansett av filgjandi kvinnum
og monnum: Hr. og frú keypm. O. Olsen
úr Norðstreymoy; lærarinda E. H. Jacob-
sen og J. Patursson úr Suðurstreymoy;
Petra Olsen, Else B. Andreasen, A. Sa-
muelsen og fysikus Boeg úr Havn;
Sigrid Liitzen og keypm. S. Hansen úr
Norðoyum; Henriette Høgnesen og lærari
O. H. Dahl úr Eysturoy; Johanne Viderø
og lærari Chr. Joensen úr Sandoy; Paulina
Olsen og keypm. J. Dahl úr Suðroy; hr.
og frú J. Heinesen úr Vágum.
— Føringafelags nevndarmenn f tí
níggja árinum eru : R. Effersø, Jens Olsen,
B. A. Samuelsen, Just Jakobsen og A.
Samuelsen í Havn; J. Patursson, Kirkjubø,
O. J. Olsen, Vestmanna, Jacob Jacobsen,
Miðvági, S. F. Hansen, Klaksvig, J. Poul-
sen, Strondum, M. A. Winther, Sandoy,
og Johan Mortensen, Suðroy.
— Førja bókafelag hevði firsta aðal-
fund sunnudagin fð var. I.ógur vóru við-
tiknar og nevnđ varð vald. Heiðurslimir
vóru nevndir: V. U. Hammershaimb og
dr. J. Jakobsen.
— Løgtingið sendi í seinasta postskipi
bønarbræv til ríkisstírið um at fáa eitt skip
herupp til at verja fiskiskapin í Førjum