Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 17. I. SEPTEMBER 1898. 3. Ár. I Bráðasottin. Tilfar til innpoting firi bráðasótt er væntandi í firsta fari frá landbúnaháskúlanum í Kjøbinhavn, og fæst ókeypandi. Teir seyðaeigara, sum vilja lata seyð innpota, mugu sum skjótast leta R. Effersø vita talið av seyði, sum teir inskja at fáa potaðan. Gróðravónir i Førjum. (Endað.) J.uftvarmin í Førjum brítur ikki so nógv av í imsum árum, tó at nakar ójavni stendst av sjóvarmanum, sum minkar, tá íð nógvur rekaísur kemur úr íðuni eystantil við Amerikastrondina, og høgættin kann vera meir edla minni áhaldandi og harð- balin. Jarðavarmin er nógv ójavnari; tí hann elist av sólini, sum í einum sumri við klárari luft kann gera nógv um seg, meðan jarðavarmin í sólfátækum sumrum neyvan røkkur upp ájavnt luftvarman. I.íðir, sum horva beint ímóti sólini fáa meir jarðavarma, enn slættir og líðir, sum hadla undan sól. Hamrar og dimm fjødl, sum taka við sólarvarmanum og geva hann attur frá sær, økja bæði luftvarman og jarðavarman. Jørð, sum hevur lívd, fangar ivirhøvur meir sólvarma enn jørð, sum liggur í anngletti. — Ødl hesu áðurnevndu viðirskiftir volda, at gróðurin verður ójavnur í imsum støðum. Tá íð spurningur verður framsettur, um Førjar hava betri edla ringari gróðravónir enn lond um sama norðleika, so má svarast, at Førjar hava meir enn meðal vónir firi alskins vøkstur. sum krevur langa gróðratíð men ikki miklan hita í summartíðini. Imis sløg av viði, mangahanda ber-, blóm- og aðrir urtagarðsvøkstrar, sum krevja nógva sól, trívast og búnast í londum við hervu- ligum vetrakulda, men skapa ongar fruktir í Førjum. Eini góð líkindir hava Førjar fram firi mong onnur lond. Væti hava vit altíð nóg mikið av, har sum moldin er feit og hósk- andi til at taka við regnvatninum, tá íð tað kemur. Landbrúk okkara má heldur ganga út uppá at fara so við jørðini, at vatnið ikki ger skaða t. d. við at minka um jarðavarman. Føðievnir firi áveksandi grøði hevur moldin i F'ørjum ikki minni enn moldin í øðrum londum ivir høvur, og kvat íð trítur í moldini sum hon er, kann fáast bíliga av sjónum. Einki lanđ hevur so góðar vónir til at kunna fita sína jørð av tara og imisligum av sjónum komandi slógv; ti má sigast, at gróðravónirnar í Førjum eru frálíka góðar firi adlan vøkstur, sum tekur til takkar við mátaligum sólvarma, og sum kann tola okkara óstidla, umskiftandi veðurlag. Trawlarirnir. Sum nevnt i seinasta blaði tók skrivari okkara á einari ferð við »Smiril« ein trawlaradampara firi Eiðismøl og førdi hann til Havnar. Hann varð dømdur til at gjalda goo kr. — 600 í bót og 300 sum sakar- gjald. Eingilskmaðurin hevði ikki pening at gjalđa við, so tað sá út sum hann noyddist at blíva liggjandi eina tíð. Ein av okkara keypmonnum hevði tó ikki hjarta til at lata mannin liggja og forlissa góða veiðu; tí tók hann og lænti honum peningin. Sama dag, sum trawlarin var sloppin út attur, sigist hann at vera sæddur trawlandi innanfiri markið. F'ólk víða kvar eru ikki blíð ivir, at keypmenn hjálpa trawlarum i síni røvaraferð og soleiðis ar- beiða beinan vegin ímóti okkara stíri. Tað er ikki meiri enn sum bíligt, at bløðini í sama viðfangi sum tey takka tí setta fút- anum, skrivara Bang, lasta tann edla teir, sum hava hjálpt edla ætla sær at hjálpa trawlarinum. Sunnuflagin 28. aug. kom »Heimdal« inn á Havnarvág við tveimum trawlarum, sum vóru tiknir norðanfiri oyggjarnar. At teir mugu bøta firi teirra voldsmannsferð er sjálvsagt. Sama dag var skrivarin attur úti við kvalaveiðuskipinum »Norddeble«, men tá sást bara einans trawlari og hann rímdi straks sum hann sá »Norddeble«. Ivaleyst hevur fútin ikki bara roknað ettir, at tað kann stiggja trawlarirnar, at hann hevur tikið ein, og at hann hevur fingið bót og lá her í fleiri dagar, men eisini tað, atteir herettir mugu bera ótta firi bæði »Smiril«

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.