Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 2
og teimum 3 kvalaveiðudamparunum kvørja fer teir síggjast; tí nær fútin er við edla ikki, kunnu teir jú ikki vita. Tað skal sigast, at ettir okkara vónum er gjørt alt tað, íð gerast kann av øvrigheitini her, íiri at verja útróðramenn og Førja fólk ímóti eingilskum ránsmonnum, og hetta gevir okkum vónir um, at ríkisstíri vil senda okkara øvrigheit her studning sum skjótast. Førjalands skál. Førjalanđs skál! kvør, sum ber góðsku til heimið, drekki við gleði og gleimi : Førjalands skál. :| Førjalands gagn, inskja vit ødl til at' fremja, stríðast mót tí, sum kann lemja : Førjalands gagn. : Svart sær tað út! trongt er av sjálvgóðsku-sveipum, -— ósemju, — útlendskum keipum, 1: svart sær tað út. : | Føroya fólk! einans er bót firi bága, fosturlandssinnið má ráða, : Føroya fólk. : Kvinnur og menn! latið ei kærleikan kølna, lat ei ta blómuna følna, : kvinnur og menn. :: Øvund og hat mergin man súgva úr beini, tað verður Førjum at meini, : øvund og hat. : Fjadlføra fólk! reis teg nú attur á føtur, leita upp stíggjar og gøtur, : fjadlføra fólk. : Føroya skál drekkur kvør fosturlandsvinur, Føroya døtir og sinir, |: Føroya skál. : k ' s. Til »Føringatíðindi« er send ettirfilgjandi grein: Tað árið, sum nú rennur, kann ikki kadlast nakað ringt seyðaár, tó at tiggjundin er í minna lagi í nógvum plássum. Fietta man koma av, at árið frammanundan var so vánaligt og av, at tað ikki var fudl skipan adla staðnis. Men er tað eisini skild í, at fuglatíggjundin í ár er minni enn vanligt? Var ikki fudlfiggjað av fugli ífjør? edla var skipan niðuretin ifjør? edla nøra menn út av lage nógv íár? Vist er tað, at i hesum okkum kjáliggjandi fugla- bergjunum »norðastu padlar«, har er lítil fuglur komin í ár, og menn hava nærum ikki bjóðað til at fari burtur í bergið. »At teir seta til« (ikki sjálvir seta til, sum menn kadla tað, tá ið ein doyr, men at teir seta til av fugli) er einki at finnast at, um teir ikki gera tað so, at rakdeyði verður teimum vísur næsta ár. Einki av hesum er tó tann sanna grundin, um eg gruni rætt. Ein maður segði firi korturn, at »har er eingin rættur fuglamaður longri«. At hesin maður hevði rætt, sigi eg heldur ikki. Ein annar maður heldur, at menn ikki tora attur í bergið í ár, tí teir đrupu eina slíka rúgvu av iunda ífjør, og íár stúra firi, at teir. sum doyðu ífjør, ganga attur, tí lundin er óndur og hevningasamur sum fáur. íð kvussu er edla ikki, íár verður einki avrikað og »norðastu padlar« liggja mannleysir dag út og dag inn. Bjargamenninir súgva labbarnar, meðan lundin grevur bergið út. Eitt gđmalt orð í tí nevnda plássinum er, at ikki loysur seg at fara til bjargar firi ein, ið ongajørð eigur, tí landsparturin er so stórur. Betri man tað loysa seg at liggja og krógva seg undir landinum ein vakran summarsdag, tá íð vón er um, at dugandi fiskarar fegin vildi fingið sær ein lunda edla eina ritu til agns. Drepa teir so ein fugl eina sponn innanfiri markið, so skulu teir minnast á tað. Ein kann harma seg so nógv ein vil ivir, at ódugnakroppar fáa nógv at ráða ivir; slíkt batar einki. Eg sigi nú tað, at skomm og last fái kvør birsumaður, sum britur jagtlógina firi at vinna sær nakað av fugli, sum hann ikki er borin til. og harvið kanske spidlur fuglaveiðuna kjá dugandi bjargamonnum. Men í bjarga- plássum, kvar eingin timur at fara uppá land ettir fugli, har er tað harmiligt, at menn skulu fara til havs við rotnum fiska- agni, tí at teir ikki tora at skjóta sær ein fugl til agns, og tí mugu koma sørir attur av útróðri ístaðinfiri at fingið góða veiðu. Tað hevði tí verið ein rættferdug skipan, at menn høvvu loyvi til at fingið sær fugl til agns úti á sjónum undir bjørgum, sum liggja órøkt. P. »Putl« er ein grein í seinasta »Fugla- frama«. Harí finnist J. Patursson at tí, »Føringat.« bar fram um virðið av kjøt- átinum i Førjum. Hann heldur uppá, at her verður ikki etið firi berar 150,000 kr. av kjøti árliga, men firi 500,000 kr. sum

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.