Føringatíðindi - 01.09.1898, Page 2
og teimum 3 kvalaveiðudamparunum kvørja
fer teir síggjast; tí nær fútin er við edla
ikki, kunnu teir jú ikki vita. Tað skal
sigast, at ettir okkara vónum er gjørt alt
tað, íð gerast kann av øvrigheitini her, íiri
at verja útróðramenn og Førja fólk ímóti
eingilskum ránsmonnum, og hetta gevir
okkum vónir um, at ríkisstíri vil senda
okkara øvrigheit her studning sum skjótast.
Førjalands skál.
Førjalanđs skál!
kvør, sum ber góðsku til heimið,
drekki við gleði og gleimi
: Førjalands skál. :|
Førjalands gagn,
inskja vit ødl til at' fremja,
stríðast mót tí, sum kann lemja
: Førjalands gagn. :
Svart sær tað út!
trongt er av sjálvgóðsku-sveipum,
-— ósemju, — útlendskum keipum,
1: svart sær tað út. : |
Føroya fólk!
einans er bót firi bága,
fosturlandssinnið má ráða,
: Føroya fólk. :
Kvinnur og menn!
latið ei kærleikan kølna,
lat ei ta blómuna følna,
: kvinnur og menn. ::
Øvund og hat
mergin man súgva úr beini,
tað verður Førjum at meini,
: øvund og hat. :
Fjadlføra fólk!
reis teg nú attur á føtur,
leita upp stíggjar og gøtur,
: fjadlføra fólk. :
Føroya skál
drekkur kvør fosturlandsvinur,
Føroya døtir og sinir,
|: Føroya skál. :
k ' s.
Til »Føringatíðindi« er send ettirfilgjandi
grein:
Tað árið, sum nú rennur, kann ikki
kadlast nakað ringt seyðaár, tó at tiggjundin
er í minna lagi í nógvum plássum. Fietta
man koma av, at árið frammanundan var
so vánaligt og av, at tað ikki var fudl
skipan adla staðnis. Men er tað eisini
skild í, at fuglatíggjundin í ár er minni
enn vanligt? Var ikki fudlfiggjað av fugli
ífjør? edla var skipan niðuretin ifjør? edla
nøra menn út av lage nógv íár? Vist er
tað, at i hesum okkum kjáliggjandi fugla-
bergjunum »norðastu padlar«, har er lítil
fuglur komin í ár, og menn hava nærum
ikki bjóðað til at fari burtur í bergið. »At
teir seta til« (ikki sjálvir seta til, sum menn
kadla tað, tá ið ein doyr, men at teir seta
til av fugli) er einki at finnast at, um teir
ikki gera tað so, at rakdeyði verður teimum
vísur næsta ár. Einki av hesum er tó tann
sanna grundin, um eg gruni rætt. Ein
maður segði firi korturn, at »har er eingin
rættur fuglamaður longri«. At hesin maður
hevði rætt, sigi eg heldur ikki. Ein annar
maður heldur, at menn ikki tora attur í
bergið í ár, tí teir đrupu eina slíka rúgvu
av iunda ífjør, og íár stúra firi, at teir. sum
doyðu ífjør, ganga attur, tí lundin er óndur
og hevningasamur sum fáur. íð kvussu er
edla ikki, íár verður einki avrikað og
»norðastu padlar« liggja mannleysir dag út
og dag inn. Bjargamenninir súgva labbarnar,
meðan lundin grevur bergið út. Eitt gđmalt
orð í tí nevnda plássinum er, at ikki loysur
seg at fara til bjargar firi ein, ið ongajørð
eigur, tí landsparturin er so stórur. Betri
man tað loysa seg at liggja og krógva
seg undir landinum ein vakran summarsdag,
tá íð vón er um, at dugandi fiskarar fegin
vildi fingið sær ein lunda edla eina ritu til
agns. Drepa teir so ein fugl eina sponn
innanfiri markið, so skulu teir minnast á tað.
Ein kann harma seg so nógv ein vil
ivir, at ódugnakroppar fáa nógv at ráða
ivir; slíkt batar einki. Eg sigi nú tað, at
skomm og last fái kvør birsumaður, sum
britur jagtlógina firi at vinna sær nakað
av fugli, sum hann ikki er borin til. og
harvið kanske spidlur fuglaveiðuna kjá
dugandi bjargamonnum. Men í bjarga-
plássum, kvar eingin timur at fara uppá
land ettir fugli, har er tað harmiligt, at
menn skulu fara til havs við rotnum fiska-
agni, tí at teir ikki tora at skjóta sær ein
fugl til agns, og tí mugu koma sørir attur
av útróðri ístaðinfiri at fingið góða veiðu.
Tað hevði tí verið ein rættferdug skipan,
at menn høvvu loyvi til at fingið sær fugl
til agns úti á sjónum undir bjørgum, sum
liggja órøkt. P.
»Putl« er ein grein í seinasta »Fugla-
frama«. Harí finnist J. Patursson at tí,
»Føringat.« bar fram um virðið av kjøt-
átinum i Førjum. Hann heldur uppá, at
her verður ikki etið firi berar 150,000 kr.
av kjøti árliga, men firi 500,000 kr. sum