Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.09.1898, Blaðsíða 3
hann í ferðabrævi frá Einglandi hevur sagt, — og so skjítur hann til mínar frá- greiðingar í »Landbruget og Husdyrbruget paa Færøerne«. Tað eru um 13 ár síðan eg granskaði tíggjandarlistarnar og harettir ætlaði seyðaskurðin í Førjum til 30,000 í meðal árum. Um kvørt krov verður roknað til 25 pund, sum er skilliga ov stívt, verður hetta ikki meir enn 750,000 pund. Hesi 13 árini hevur seyðarøktin heldur enn ikki verið í atturgongd. Ti meini eg nú, at 600,000 pd. árliga er tað beinasta. 65—70 oy. pundið kunnu Føringar ikke fáa firi tað kjøt, teir hegartil hava haft til at avreiða. í Einglandi var virðið av eingilskum seyðakjøti i tíðini midlum Siftusøku og Ólavsøku (higg í »Agricultural Gazette«) 34—52 oy. pundið. Um somu tíð fekkst (í Lunduni) firi geldseyðakjøt úr America 24—26 oy. Tí verfi hava teir í Einglandi ikki hug til at geva meir firi Førja skrindur enn firi geldseyðakjøtið úr America; og ti verri mugu vit gjalda đíra farmaløn og aðrar útløgur, áðrenn vit fáa hildið okkara kjøt teimum eingilsku keyparunum til handar, annars vóni eg, at Jóanes bóndi hevði gjørt so væl móti sær sjálvum og øðrum Førja bøndrum, at fáa kjøtútflutt- ning í lag. í mangar aðrar mátar kann eg halđa við Jóanes bónda og tí, 'nann framsetur í sínum ferðabrævi og aðrastaðnis. Serskilt skal eg geva honum viðhald í, at í Førjum liggja mangir vinnuvegir í órøkt edla óníttir, sum kundu og áttu at verið brúktir til frama firi land og fólk. R. Effersø. í »Føringatíðindi« nr. 14 hevur ein grindamaður sagt frá, at hann var útkoyrdur úr einum húsi í Funningsfirði seinast, ið grind var har. í Funningsfirði eru ikki meir enn 3 hús. Tað er sjálvsagt, at tey verða skjótt filt og ivirfilt av fólki. Eg var inn í ødl 3 húsini og eg helt vera so kvælið av ødlum fólkinum, ið har stóð samanstúgvað, at sjaldan er nakar køstur verri enn har var. Mær tikir tí ikki stórt undur í, um eitt neyðarsligt konufólk í slíkum viður- skiftum kundi verða ótolið og taka kvass- liga til orða. Har attur ímóti helt eg tað vera løgið at síggja nógv hús firi uttan ljós um náttina, seinast eg var inni í bø í grind. Eg vil tí spirja, um tað er rætt edla lógligt, at fólk, sum tekur matarkval og ikki hevur sjúk fólk 1 sínum húsi, skal útihisa grinda- monnum á náttartíð. Ein annar grindamaður. Ein tarvur, slektaðurúrKoltir, erniliga dripin. Kjøtið, sum selt varð her í Havn, vág 40 lispunđ = 640 punđ. Eystantil á Nólsoydni var eitt smálamb dáttið í sjógv úr berginum frá mammuni. Fadlið var o. u. i7oføtur. Aftaná kom ein bátur rógvandi fram við landi og sær lambið við góðari heilsu ganga og spæla inni á einari úr við sjóarmálan. FRÁ úti.ondum. Spaniamenn hava nú givið seg undir tey friðsvilkor, sum Americamenn hava firisett, og umboðsmenn úr báðum ríkjum hava undirskrivað friðabrævið. Spanialand skal lata adlar sínar oyggjar í America til Bandaríkini. Kuba skal tó eitast at fáa sjálvstíri undir ivirveldi av stírinum í Banda- ríkinum. Bandaríkini skulu har firiuttan hava Tjóvaoyggjarnar (sum eru skamt frá Fillippinoyggjunum) og teir skulu goyma IVJanilla (høvuðsborgina í Filippinoyggjunum) við havn og stavnalag, inntil skil er komið á lanđastírinum har. LlSINGAR. Ein gomul men góð kúgv, sum hevur mjølkað »inn í mánað«, og eigur at kálva firi jól, seljist bíliga kjá S. i. Madsen, Kvívík. Ifølge Bestemmelse af Generaldirek- toratet for Post- og Befordringsvæsenet vil Brevpost fremtidig blive forsendt til Ud- landet med de mellem Trangisvaag og norske, henholdsvis engelske Havne i stadig Fart sejlende Dampskibe. Hvilket herved bekendtgøres. Trangisvaag Postexpedition den I3de August 1898. Oliver Effersøe. Fínasta skandinavisk Eksportkafíi Surrugat er besti og biligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.