Føringatíðindi - 01.09.1898, Síða 3
hann í ferðabrævi frá Einglandi hevur
sagt, — og so skjítur hann til mínar frá-
greiðingar í »Landbruget og Husdyrbruget
paa Færøerne«. Tað eru um 13 ár síðan
eg granskaði tíggjandarlistarnar og harettir
ætlaði seyðaskurðin í Førjum til 30,000 í
meðal árum. Um kvørt krov verður roknað
til 25 pund, sum er skilliga ov stívt, verður
hetta ikki meir enn 750,000 pund. Hesi
13 árini hevur seyðarøktin heldur enn ikki
verið í atturgongd. Ti meini eg nú, at
600,000 pd. árliga er tað beinasta. 65—70
oy. pundið kunnu Føringar ikke fáa firi tað
kjøt, teir hegartil hava haft til at avreiða.
í Einglandi var virðið av eingilskum
seyðakjøti i tíðini midlum Siftusøku og
Ólavsøku (higg í »Agricultural Gazette«)
34—52 oy. pundið. Um somu tíð fekkst
(í Lunduni) firi geldseyðakjøt úr America
24—26 oy. Tí verfi hava teir í Einglandi
ikki hug til at geva meir firi Førja skrindur
enn firi geldseyðakjøtið úr America; og ti
verri mugu vit gjalda đíra farmaløn og
aðrar útløgur, áðrenn vit fáa hildið okkara
kjøt teimum eingilsku keyparunum til
handar, annars vóni eg, at Jóanes bóndi
hevði gjørt so væl móti sær sjálvum og
øðrum Førja bøndrum, at fáa kjøtútflutt-
ning í lag.
í mangar aðrar mátar kann eg halđa
við Jóanes bónda og tí, 'nann framsetur í
sínum ferðabrævi og aðrastaðnis. Serskilt
skal eg geva honum viðhald í, at í Førjum
liggja mangir vinnuvegir í órøkt edla
óníttir, sum kundu og áttu at verið brúktir
til frama firi land og fólk.
R. Effersø.
í »Føringatíðindi« nr. 14 hevur ein
grindamaður sagt frá, at hann var útkoyrdur
úr einum húsi í Funningsfirði seinast, ið
grind var har.
í Funningsfirði eru ikki meir enn 3
hús. Tað er sjálvsagt, at tey verða skjótt
filt og ivirfilt av fólki. Eg var inn í ødl
3 húsini og eg helt vera so kvælið av
ødlum fólkinum, ið har stóð samanstúgvað,
at sjaldan er nakar køstur verri enn har
var. Mær tikir tí ikki stórt undur í, um
eitt neyðarsligt konufólk í slíkum viður-
skiftum kundi verða ótolið og taka kvass-
liga til orða.
Har attur ímóti helt eg tað vera løgið
at síggja nógv hús firi uttan ljós um náttina,
seinast eg var inni í bø í grind. Eg vil tí
spirja, um tað er rætt edla lógligt, at fólk,
sum tekur matarkval og ikki hevur sjúk
fólk 1 sínum húsi, skal útihisa grinda-
monnum á náttartíð.
Ein annar grindamaður.
Ein tarvur, slektaðurúrKoltir, erniliga
dripin. Kjøtið, sum selt varð her í Havn,
vág 40 lispunđ = 640 punđ.
Eystantil á Nólsoydni var eitt smálamb
dáttið í sjógv úr berginum frá mammuni.
Fadlið var o. u. i7oføtur. Aftaná kom ein
bátur rógvandi fram við landi og sær
lambið við góðari heilsu ganga og spæla
inni á einari úr við sjóarmálan.
FRÁ úti.ondum.
Spaniamenn hava nú givið seg undir
tey friðsvilkor, sum Americamenn hava
firisett, og umboðsmenn úr báðum ríkjum
hava undirskrivað friðabrævið. Spanialand
skal lata adlar sínar oyggjar í America til
Bandaríkini. Kuba skal tó eitast at fáa
sjálvstíri undir ivirveldi av stírinum í Banda-
ríkinum. Bandaríkini skulu har firiuttan
hava Tjóvaoyggjarnar (sum eru skamt frá
Fillippinoyggjunum) og teir skulu goyma
IVJanilla (høvuðsborgina í Filippinoyggjunum)
við havn og stavnalag, inntil skil er komið
á lanđastírinum har.
LlSINGAR.
Ein gomul men góð kúgv, sum hevur
mjølkað »inn í mánað«, og eigur at kálva
firi jól, seljist bíliga kjá S. i. Madsen, Kvívík.
Ifølge Bestemmelse af Generaldirek-
toratet for Post- og Befordringsvæsenet vil
Brevpost fremtidig blive forsendt til Ud-
landet med de mellem Trangisvaag og
norske, henholdsvis engelske Havne i stadig
Fart sejlende Dampskibe.
Hvilket herved bekendtgøres.
Trangisvaag Postexpedition den I3de
August 1898.
Oliver Effersøe.
Fínasta skandinavisk
Eksportkafíi Surrugat
er besti og biligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
København K.
»Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum
posthúsum í Danmarki og Førjum, um
blaðið er bílagt framman undan.