Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 3
gevara um at hitt meg í »Dim.«. Har vil hann, vóni eg, fáa svar attur uppá ta sak, sum hann og flestir aðrir løgtingsmenn kadiaðu firi Kirkjubøsak og hagreiddu sum Kirkjubøsak, men sum teir skuldu havt kadlað firi jarðabrúksstuðul Føroyinga og hagreitt sum slíkan. Tað kundi verið okkum ødlum til sóroa og vælferð. R. Effersø er hurtur í hesum viðfangi. Um honum hugnar at svara, kemur svar hans í næsta blaði. Blaðst. Tað hevur leingi verið følt, at tað er stórt líti við postskipanum í Havtr, at post- kassi ikki hangur meiri enn í einum plássi í Havn og tað tætt við posthúsið. Ødl kunnu vit einast um, at hetta misstakið er størri nú enn firr, við at posthúsið og so eisini postkassin er fluttur til eitt av teimum mest frammikjá liggjandi plássum í bínum. Tað sínist tí at vera neyðugt og ikki óbiligt at biðja um at fáa postkassar upp- hongdar imsa staðnis í Havnini, soleiðis sum teir finnast aðra staðnis í ríkinum. Eg hopi, at »Føringat.« vil bera hetta fram firi teir edla tann. sum hevur við postin at gera, og eg hopi, at poststírið verður fegið við at hjálpa uppá eitt slíkt misstak. Ein Havnarmaður. * •* . * * Blaðstírilsið kann gera hesi omanfiri standandi orðini til síni og skal leggja atturat, at øđl, sum hava nakað .við post at gera, vilja gleðast, um tað kann skipast nakað so, sum »ein Havnarmaður« sipar til. Blaðst. »Fuglaframi« greiður lesarum sínum (í seinasta blaði) frá, at løgtingið hevur stongt firi royndum føroyskum jarðabrúki við- víkjandi firi first við at tað, nú í seinastu samankoming, skrivaði til rikisstírið, at tingið ikki kundi ráða til, at statskassin læt meiri pening firi first til royndir á Kirkjubøgarði. Eg dugi nú ikki á at skina, at løgtingið ivir høvur er ment at stongja firi víðari royndum jarðabrúkinum viðvíkjandi, um tað so fær í lag, at statskassin ikki veitir meiri pening til Kirkjubøgarð edla ein annan royndargarð í Førjum. Vit Føringar eru tí betri ikki so armóðsligir enn, at vit ikki skulda kunna roynt víðari, um vit ongan statsstudning fáa. Imsar staðnis um Førjar er nógv gjørt og nógv roynt okkarajarða- brúki viðvikjandi, og tað verður roynt enn, men studning frá statinum hava menn ikki fingið. At hetta ikki er kunnigt, er ólíkindir, tí menn vita av tí. og teir áttu at greitt frá tí. Royndarbrúkið i Kirkjubø hevur eisini gjørt so mikið, at menn runt um oyggjarnar eru farnir at hugsa um, kvat íð gerast kann firi at bøta um jarðabrúkið. Eg síggi eisini í Fuglaframa, at løg- tingið hevur brotið tvær níggjar gøtur framettir viðvíkjandi jarðabrúki okkara, ti haldi eg tað vera sind at siga, at tingið vil stongja. Mál rnítt við hesum reglum er, at taka til máls ímóti, i) at Føringar ikki skuldu kunna roynt víðari og hjálpt meiri uppá okkara - jarðabrúk. uttan við statshjálp, 2) at løgtingið hevur stongt firi framburði við at ráða frá, at staturin læt nakað til Kirkjubøgarð, helst tá íð eg havi frætt, at bóndin í Kirkjubø ikki skoytti um teir peningar. sum tingið hevði hug at lata. Ein bigdabóndi. ríðindir Úr Førjum. Veðurlagið hevur verið óføra vætusamt í alt heyst og nú hevur rættuliga borið av. Vestantil á Førjum er enn ikki meiri enn hálvhoyggjað, og torvi er heldur ikki firibeint. Tað er stúrandi firi, at fólk í vetur fær bæði hoyneyð og torvneyð. — Fiskiskap hevur nú í næstum einki verið at tosað um, tí tað hevur næstan ikki sloppist á sjógv. — Skurðurin sigist at vera skirvisligur og at skerast idla. — Amtmaður okkara C. Bærentsen, keypmaður J. C. Djurhuus og keypmaður J. P. Evensen eru útnevnđir til Ridđarar av Dannebrog. - Til prest í Norðstreymoy er út- nevndur cand. theol. Jespersen. — 1 andbrúkskonsulenturin ferðast nú um imsa staðnis og innpotar seyð móti bráðasót. LÍSINGAR. Ein góð mjølkkúgv, helst ung, sum antin níliga hevur kálvað edla skjótt skal kálva, inskist til keyps. Man vendi sær til V. Mohr. Til stírið firi posthúsinum í Havn.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.