Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 2
uttanfiri markið. men so skjótt sum náttin kemur, leggja teir inn undir landið. Av fiesum sæst. at um vit ikki fáa eitt skip til at verja landið, so er tað ikki møguligt at halđa trawlarnar burtur edla at taka teir firi lógbrot. Tey bæði trawlaraskipini, sum »Heim- dal« tók firi »mølini». sluppu avstað stutt ettir tað, dómur í sak teirra var fadlin. Skiparnir høvdu ongan pening at gjalda sekt og umkostningar við og máttu tí skriva anvísning uppá skippseigarnar. Umframt hetta fekk fútin fiskireiðskap teirra sum pant. Kvørki hevur verið attur og goldið peningin og sjálvsagt heldir ikki ettir pantinum. Førja bókafelag. Nevndin firi Førja bókafelag hevur kjósað amtmannin til formann, lærarin J. Poulsen á Strondum til nevndarskrivara og A. Samuelsen í Havn til skattmeistara. Hopandi er. at feiagið fær útsent sína firstu bók um jóltíðir. Um- framt hesar nevnđu menninar eru limir av nevndini R. Effersø, Havn. og J. H. Poul- sen, Skopum. Niggir limir kunnu skriva seg inn í felagið kjá nevndarmonnum, helst kjá kassameistarinum. I.imagjaldið er 5 kr. um árið, men limirnir fáa so eisini ókeypi eina bók av kvørjum slagi. sum felagið letur prenta. Dr. Jákup Jákupson samlar nú søgur í Vágum, sum er einasta oyggjin í Førjum, hann ikki hevur vitjað, hetta viðvíkjandi. Tá íð fiann attur kemur til Danmarks fer alt. hann hevur samlað, til prentingar. Tað er gleðiligt, at tær søgur, íð nú liva mann og mann ímidlum, og sum tað ivaleyst hevur kostað størri strev og stríð at fáa samlaðar og niðurskrivaðar, enn flest ødl duga á at skina, kunnu koma okkum upp í hendur. i.atið okkum, tá íð bókin stendur til at fáa, takka manninum firi hansara stóra verk við at keypa hana. Tann tøkkin er tann minsta, hann kann fáa. Nakrir ungir Føringar í Keypmanna- havn ætla sær at samla og útgeva tær føroysku rímur, íð irktar eru nú í seinastu tíðini. Hopast, at tey, sum kunna, stiðja teir. Minnast vit í hesunr viðfangi. at tann vælsignaða umtosaða bíbilsøgan brátt er liðug, at bókafelagið skjótt letur hoyra frá sær og at vit hava hálvtriðja blað, sum Føroyskt 'hevur innivist í ... . kunnu vit so siga, at vit bara tosa? Deyðsboð. Socialistundíingongumaðurin, skræđdarmeistarin P. Holm er deyður. Hann var settur fastur firi at hava borið seg ólógliga at. Enn var sakin ikki av- gjørd. Nógv donsk bløð meintu, at einki var at døma hann firi, men sak var tó reist móti honum. Hann doyði í fongslinum av lungabetendilsi. Kina. Tiðindir komu við »I.auru« um, at stórur ófriður skal verg, í Kina Og Kina- keisarin skal vera mirdaður. Upp í røkur. Sum eg segði í »Fuglaframa«: »eingin fer so við trænum, at tað ikki flítur«, eingin ber so í orðum saman við R. Effersø, at hann ikki skal hava adlan rættin, sjálvt um hann skal fara líka norður til Andróe ettir honum. hava hann skal hann, og smíða hann til ettir sínum egna tykki skal hann. íð kvussu víkir edla vendir. Sum eg. tá íð eg í summar sá seyðin ganga á beiti á Skotlands fríðu hagum. beit merki í, at ikki høvdu hagarnir yvir- høvur í Førjum bilað til at uppalt ein góðan seyð sum tann enska, og sum eg, tá eg spurđi Britar um kjøtvirði og onnur viður- skiftir, fór at leggja tað saman við meðal avskurðin í Førjum, skrivaði heim, hvat eg roknaði okkum til at brúka í kjøti ettir enskum virði, so ger Rasmus, til at fáa mína ætlan so skeiva sum møguligt, fyrst alt um í føroskt skrinduvirði. Tá eg so bólti hann um kođl við tí, ger hann mítt skrivilse um í 3 stór glopp, sum hann vil hava meg at fidla uppi og meinar harvið at seta meg fastan, men til adla vanlukku firi hann. so vil kvør maður kunna síggja, við at lesa bræv mítt, at her eru eingi glopp til. Ti tað firsta gloppið, sum Ras- mus roknar firi tað versta, tað hevur altíð verið uppílagað við enskum virði. sum eg fyrst skrivaði um, og hini bæði minni gloppini eru so beinan vegin skiljulig firi kvønn vitran mann. ið dugur at lesa eitt bræv, at eingin fær tað upp í slíkan greyt, uttan Rasmus, sum sjálvsagt hevur lisið tað so, sum »f. lesur bók«. Men sum eg eisini áður havi sagt: Fari eg at finnast av kvørjum eitli, eg síggi kjá Rasmussi, og seta saman sum siggst i Ravnatátti: »Tá íð tú skreiddi á Dalsgarðs fløtti, bæði í kava og gleri. tá íð tú svam í Tíggjará, 'kvør hevði frægari verið.« og tá hann sendur somu høgg mær attur írnóti. tað vildi eg hildið, at slíkt kom kvørgum okkum til sómdar. Kvat annars viðvíkjur øðrum land- búnaðarmálum, havi eg biðið Rasmus ráð-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.