Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 06.10.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. ig. 6. OKTOBER 1898. g. Ar. Danmarks drottning doyði Mikkjals- messudag. Tað frættist higar til Havnar við »I.auru« tírsdagin. »].aura« flaggaði á hálvari stong, og so skjótt sum boðini komu rundan um í Havnarbí, fór flagg ettir flagg upp á hálva stong. Tað eru okkurt um 35 ár síðani kong Kristian tók við stirinum, og í hesi árini hevur nógv borist Dan- marki á. Drottningin ].ouise hevur trúliga staðið manninum kjá í óndum sum í góðum đøgum og bæði hava tey sett sær eitt minni midlum danska fólkið, sum seint vaskast út. Vit Føringar kenna sjálvsagt ikki stórt til kongin og drottning hansara, men tær søgur, íð hava gingið frá, hava lært okkum at halda av kongi og đrotning, og nú, drottningin er deyð, bera vit sorg sum fólkið í Danmark. Løgtingstíðindir. I.øgtingið hevur íár av økonomisk fond givið: Til lendingina í Avuvík... 388 kr. Til brú gvar: til eina brúgv ivir Gjógvará í Vest- manna........................ 200 — - eina brúgv ivir Breiðá í Fugla- firði......................... 40 — - eina brúgv ivirTíggjará í Kalbak 45 — - eina brúgv um Hovsá í Suðroy 75 — - tvær brúgvar í Sumba, studningar 45 — - eina brúgv ivir Fjarðará í Funn - ingi, studning........... ... 35 —- - eina brúgv ivir Laksá í Oyinđa- fjørði........................ 50 — - umbøting av brúnni ivir Sandsá í Sandoy...................... 45 — - Sjóvarsókn var viðtikið at geva ein passandi peninga-studning, tá (ð ein steinbrúgv ivir Gjógvará á Sellátri er gjørd og roknskap ivir kostnaðin verður framlagt 1' løgtinginum. á sama hátt eisini tá íð brúgvin ivir Toftará í Tórsvík er gjørd. á sama hát tá íð ein nfggj træbrúgv ivir Sjatlá í Vágum er gjørd. Firi mannskaðar í grinđadrápi: til N. Skaalum úr Kvalba . 60 kr. » oy. - Joen Pauli Gaard, Famien 20 — » - Ole Mørkøre, Eiði..... 22 — 50 — - Hans Jacob Poulsen, Strænder ............. 20 — » — - Ole Olsen, Funningi. ... 10 — » — - Daniel Garđshodn, Eldu- vík................... 50 — » — (Hesir báðir seinastu mugu senda attest frá álitismanni um, at teirra frásøgn um skaðan er sann.) Skipini eru nú ødl heim komin frá ís- landi, í alt fadl ødl norðanskipini. Veiðan er ógvuliga ójøvn. Summu hava veitt væl í íslandi, so at um Fiskiskapurin við Førjar f vár ikki hevði sligið frá, hevði áríð verið sum meðal, Ødl klaga tey uppá tað ringa vegrið, sum verið hevur. Fiskiskapurin er nógv tarnaður, men stórvegis skaðar uppá skip er ikki tosað um. Skiparin á Suðr- oya skipinum »Tjaldri« er fadlin ivir borð. Annars er tí betri ikki frætt um mannaskaða. Skipini fara fleiri til Shetlanđs at selja fiskin, sum tey føra heim. Stórur partur er seldur í íslandi. í .Shetlandi fekkst, seinast íð frættisi, góður prísur firi saltfisk. Legg til merki! Teir skiparir, sum fara til útlondini við fiski. mugu ansa ettir at fáa sær sunnheits- pas úr seinastu havn áðrenn teir koma attur. Er passið skrivað av øðrum manni enn donskum konsul, má ansast ettir, at konsulin eisini skrivar uppá tað. Verður nakað tikið inn av varu firi at føra heim- attur til Førjar, má ikki gloymast at hava bræv (manifest) uppá tað, hetta má eisini vera »attesterað« av danska konsulunum, um nakar er á plássinum edla í nærhendis plássum. — Verður hetta ikki ettiransað, koma skiparirnir óivað at bøta tá íð teir koma attur. Trawlarnir. Enn sum firr f ár eru nógvir eingilskir trawlarir við Førjar. Um dagin trawla teir

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.