Føringatíðindi - 06.10.1898, Side 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. ig. 6. OKTOBER 1898. g. Ar.
Danmarks drottning doyði Mikkjals-
messudag. Tað frættist higar til Havnar
við »I.auru« tírsdagin. »].aura« flaggaði á
hálvari stong, og so skjótt sum boðini komu
rundan um í Havnarbí, fór flagg ettir flagg
upp á hálva stong. Tað eru okkurt um
35 ár síðani kong Kristian tók við stirinum,
og í hesi árini hevur nógv borist Dan-
marki á. Drottningin ].ouise hevur trúliga
staðið manninum kjá í óndum sum í góðum
đøgum og bæði hava tey sett sær eitt
minni midlum danska fólkið, sum seint
vaskast út. Vit Føringar kenna sjálvsagt
ikki stórt til kongin og drottning hansara,
men tær søgur, íð hava gingið frá, hava
lært okkum at halda av kongi og đrotning,
og nú, drottningin er deyð, bera vit sorg
sum fólkið í Danmark.
Løgtingstíðindir.
I.øgtingið hevur íár av økonomisk
fond givið:
Til lendingina í Avuvík... 388 kr.
Til brú gvar:
til eina brúgv ivir Gjógvará í Vest-
manna........................ 200 —
- eina brúgv ivir Breiðá í Fugla-
firði......................... 40 —
- eina brúgv ivirTíggjará í Kalbak 45 —
- eina brúgv um Hovsá í Suðroy 75 —
- tvær brúgvar í Sumba, studningar 45 —
- eina brúgv ivir Fjarðará í Funn -
ingi, studning........... ... 35 —-
- eina brúgv ivir Laksá í Oyinđa-
fjørði........................ 50 —
- umbøting av brúnni ivir Sandsá
í Sandoy...................... 45 —
- Sjóvarsókn var viðtikið at geva ein
passandi peninga-studning, tá (ð ein
steinbrúgv ivir Gjógvará á Sellátri er
gjørd og roknskap ivir kostnaðin verður
framlagt 1' løgtinginum.
á sama hátt eisini tá íð brúgvin ivir Toftará
í Tórsvík er gjørd.
á sama hát tá íð ein nfggj træbrúgv ivir
Sjatlá í Vágum er gjørd.
Firi mannskaðar í grinđadrápi:
til N. Skaalum úr Kvalba . 60 kr. » oy.
- Joen Pauli Gaard, Famien 20 — »
- Ole Mørkøre, Eiði..... 22 — 50 —
- Hans Jacob Poulsen,
Strænder ............. 20 — » —
- Ole Olsen, Funningi. ... 10 — » —
- Daniel Garđshodn, Eldu-
vík................... 50 — » —
(Hesir báðir seinastu mugu senda attest
frá álitismanni um, at teirra frásøgn um
skaðan er sann.)
Skipini eru nú ødl heim komin frá ís-
landi, í alt fadl ødl norðanskipini. Veiðan
er ógvuliga ójøvn. Summu hava veitt væl
í íslandi, so at um Fiskiskapurin við Førjar
f vár ikki hevði sligið frá, hevði áríð verið
sum meðal, Ødl klaga tey uppá tað ringa
vegrið, sum verið hevur. Fiskiskapurin er
nógv tarnaður, men stórvegis skaðar uppá
skip er ikki tosað um. Skiparin á Suðr-
oya skipinum »Tjaldri« er fadlin ivir borð.
Annars er tí betri ikki frætt um mannaskaða.
Skipini fara fleiri til Shetlanđs at selja
fiskin, sum tey føra heim. Stórur partur
er seldur í íslandi. í .Shetlandi fekkst,
seinast íð frættisi, góður prísur firi saltfisk.
Legg til merki!
Teir skiparir, sum fara til útlondini við
fiski. mugu ansa ettir at fáa sær sunnheits-
pas úr seinastu havn áðrenn teir koma
attur. Er passið skrivað av øðrum manni
enn donskum konsul, má ansast ettir, at
konsulin eisini skrivar uppá tað. Verður
nakað tikið inn av varu firi at føra heim-
attur til Førjar, má ikki gloymast at hava
bræv (manifest) uppá tað, hetta má eisini
vera »attesterað« av danska konsulunum,
um nakar er á plássinum edla í nærhendis
plássum. — Verður hetta ikki ettiransað,
koma skiparirnir óivað at bøta tá íð teir
koma attur.
Trawlarnir.
Enn sum firr f ár eru nógvir eingilskir
trawlarir við Førjar. Um dagin trawla teir