Føringatíðindi - 06.10.1898, Side 2
uttanfiri markið. men so skjótt sum náttin
kemur, leggja teir inn undir landið. Av
fiesum sæst. at um vit ikki fáa eitt skip
til at verja landið, so er tað ikki møguligt
at halđa trawlarnar burtur edla at taka
teir firi lógbrot.
Tey bæði trawlaraskipini, sum »Heim-
dal« tók firi »mølini». sluppu avstað stutt
ettir tað, dómur í sak teirra var fadlin.
Skiparnir høvdu ongan pening at gjalda
sekt og umkostningar við og máttu tí
skriva anvísning uppá skippseigarnar.
Umframt hetta fekk fútin fiskireiðskap
teirra sum pant. Kvørki hevur verið attur
og goldið peningin og sjálvsagt heldir ikki
ettir pantinum.
Førja bókafelag. Nevndin firi Førja
bókafelag hevur kjósað amtmannin til
formann, lærarin J. Poulsen á Strondum til
nevndarskrivara og A. Samuelsen í Havn
til skattmeistara. Hopandi er. at feiagið
fær útsent sína firstu bók um jóltíðir. Um-
framt hesar nevnđu menninar eru limir av
nevndini R. Effersø, Havn. og J. H. Poul-
sen, Skopum. Niggir limir kunnu skriva
seg inn í felagið kjá nevndarmonnum, helst
kjá kassameistarinum. I.imagjaldið er 5 kr.
um árið, men limirnir fáa so eisini ókeypi
eina bók av kvørjum slagi. sum felagið
letur prenta.
Dr. Jákup Jákupson samlar nú søgur í
Vágum, sum er einasta oyggjin í Førjum,
hann ikki hevur vitjað, hetta viðvíkjandi.
Tá íð fiann attur kemur til Danmarks fer
alt. hann hevur samlað, til prentingar.
Tað er gleðiligt, at tær søgur, íð nú
liva mann og mann ímidlum, og sum tað
ivaleyst hevur kostað størri strev og stríð
at fáa samlaðar og niðurskrivaðar, enn flest
ødl duga á at skina, kunnu koma okkum
upp í hendur. i.atið okkum, tá íð bókin
stendur til at fáa, takka manninum firi
hansara stóra verk við at keypa hana.
Tann tøkkin er tann minsta, hann kann fáa.
Nakrir ungir Føringar í Keypmanna-
havn ætla sær at samla og útgeva tær
føroysku rímur, íð irktar eru nú í seinastu
tíðini. Hopast, at tey, sum kunna, stiðja teir.
Minnast vit í hesunr viðfangi. at tann
vælsignaða umtosaða bíbilsøgan brátt er
liðug, at bókafelagið skjótt letur hoyra frá
sær og at vit hava hálvtriðja blað, sum
Føroyskt 'hevur innivist í ... . kunnu vit
so siga, at vit bara tosa?
Deyðsboð. Socialistundíingongumaðurin,
skræđdarmeistarin P. Holm er deyður. Hann
var settur fastur firi at hava borið seg
ólógliga at. Enn var sakin ikki av-
gjørd. Nógv donsk bløð meintu, at einki
var at døma hann firi, men sak var tó
reist móti honum. Hann doyði í fongslinum
av lungabetendilsi.
Kina. Tiðindir komu við »I.auru« um,
at stórur ófriður skal verg, í Kina Og Kina-
keisarin skal vera mirdaður.
Upp í røkur.
Sum eg segði í »Fuglaframa«: »eingin
fer so við trænum, at tað ikki flítur«, eingin
ber so í orðum saman við R. Effersø, at
hann ikki skal hava adlan rættin, sjálvt
um hann skal fara líka norður til Andróe
ettir honum. hava hann skal hann, og smíða
hann til ettir sínum egna tykki skal hann.
íð kvussu víkir edla vendir.
Sum eg. tá íð eg í summar sá seyðin
ganga á beiti á Skotlands fríðu hagum.
beit merki í, at ikki høvdu hagarnir yvir-
høvur í Førjum bilað til at uppalt ein góðan
seyð sum tann enska, og sum eg, tá eg
spurđi Britar um kjøtvirði og onnur viður-
skiftir, fór at leggja tað saman við meðal
avskurðin í Førjum, skrivaði heim, hvat eg
roknaði okkum til at brúka í kjøti ettir
enskum virði, so ger Rasmus, til at fáa
mína ætlan so skeiva sum møguligt, fyrst
alt um í føroskt skrinduvirði. Tá eg so
bólti hann um kođl við tí, ger hann mítt
skrivilse um í 3 stór glopp, sum hann vil
hava meg at fidla uppi og meinar harvið
at seta meg fastan, men til adla vanlukku
firi hann. so vil kvør maður kunna síggja,
við at lesa bræv mítt, at her eru eingi
glopp til. Ti tað firsta gloppið, sum Ras-
mus roknar firi tað versta, tað hevur altíð
verið uppílagað við enskum virði. sum eg
fyrst skrivaði um, og hini bæði minni
gloppini eru so beinan vegin skiljulig firi
kvønn vitran mann. ið dugur at lesa eitt
bræv, at eingin fær tað upp í slíkan greyt,
uttan Rasmus, sum sjálvsagt hevur lisið tað
so, sum »f. lesur bók«.
Men sum eg eisini áður havi sagt:
Fari eg at finnast av kvørjum eitli, eg
síggi kjá Rasmussi, og seta saman sum
siggst i Ravnatátti: »Tá íð tú skreiddi á
Dalsgarðs fløtti, bæði í kava og gleri. tá
íð tú svam í Tíggjará, 'kvør hevði frægari
verið.« og tá hann sendur somu høgg mær
attur írnóti. tað vildi eg hildið, at slíkt kom
kvørgum okkum til sómdar.
Kvat annars viðvíkjur øðrum land-
búnaðarmálum, havi eg biðið Rasmus ráð-