Føringatíðindi - 20.10.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 20.10.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 20. 20. OKTOBER 1898. Q. Ár. Føroyskur ásmanakki firi 1899 er at fáa í bókhandlinum. Hann kostar líkasum ifjør ópentaður io oy. og pentaður n oy. og er útroknaður firi Førjar við sólargangi, streymi og flóð og fjør. Deyður er stórkeypmaðurin OttoWathne. Hann var av ítastu dugna- og firitøku- monnum. Við breiðum rúnum hevur hann skorið navni sítt inn í íslands ævusøgu. Hann andaðist á guvuskipinum »Vaagen« á ferð úr íslandi til Noregs. Beinini vóru ikki førd til gamla fedralandið, men um- skipaðust á Havnarvág til at førast attur til níggja landið at jarðfestast har, sum hann hevði haft sítt mesta mandóms starv. Havnar avhaldsfelag. Nevndin firi Havnar avhalđsfelag hevur viðtikið at út- seta ársgildi felagsins inntil seinri, av tí landasorg, sum finnir stað nú, ið Danmarks drottning er deyð. Trawlarnir. Á norðhavinum hevur í seinastu tíðini ikki sæst uttan hendinga trawlari, sum — i alt fadl um dagarnar hevur hildið seg ivaleysar 4 fjórðingar fra landi. Tað man vera so, at meginparturin av teimum er farin til íslands, og teir bera ótta firi, at donsk »inspektiónsskip« ferðast um Førja leiðirnar. Firi sunnan sæst stunđum ein edla tveir av teimum trawlandi nær við land t. d. í Nólsoyafjørðí og Hestfjørði. At melda trawlara loysur seg ikki uttan so, at eitt skjótt siglandi danskt kríggsskip edla »inspektiónsskip« kemur hegar. Er tá vitnisfast, at eitt skip, sum hevur eitt visst nummar og hartil hoyrandi bókstavir (merkjandi staðsnavnið, har tað er frá), hevur trawlað nærri enn 4 fjórðingar frá landi, so kann sinspektións- skipið« annáma hetta skip, kvar tað finnist í đanskari havn edla á donskum landgrunni. Tá má tó leggjast til merkis, at um Ein- gilskmenninir ikki vilja viðganga sína gerð, so krevist fudlur vitnisburður firi at teir hava trawlað (t. e. tikið fisk upp frá botni við posanót) meðan teir vóru inni á danskari grund. Etfir tí níggju lógini, sum er væn- tandi, eru teir sekir, bert teir hava haft reiðskapin á dekki edla uttan borða, meðan teir vóru nærri enn 4 fjórðingar frá landi. Nú eru firi uttan teir eingilsku trawl- arnar, sum hava rænt okkara fiskigrinnur í summar og í heyst, eisini at síggja trawl- arir úr Tísklandi. Løgtingstiðindir. (Uppatturtikið.) Av Hansenska I ,egats ávøkstrum hevur løgtingið viðtikið at lata: Til bóndan Hans Vang í Kalbaks- botni, — sum í firra ári varð lovað —, 100 kr., til at rinda honum, tá tveir álitis- menn bera fram prógv, at hann hevur gjørt eitt hampuligt, vælbiggt seyðahús av gróti við nævur- edla blikktaki ikki minni enn 14 aí. langt og 6 al. breitt. Til Hans Emil Schrøter í Kvalba 80 kr. til jarðabrúksamboð t. d. plógv, knívharvu o. tíl., sum hann við amtmannin kann koma ásamt um. Til Bærent Vang í Kalbak upp til 30 kr. til flutningsgjald firi sílingsrør (dræn- rør), sum hann ætlar at leggja í bøin kjá sær. Av amtsrepartitiónsfondinum er lovað: Til avhaldsfelagið í Havn 200 kr. til at brúka til frama firi avhaldssakina. Til Andreas Rejnert í Norðadali 110 kr. atturfiri at hann ífjør drap 7 neyt, sum vóru fongd við tuberkelsjúku. (Tingið hevði ífjør givið amtmanninum ræði ivir 200 kr. til í samráðum við fysikus at brúka til royndir viðvíkjandi firibirging av tuberkelsjúku kjá neytum. Harav hevði A. R. fingið 65 kr. firi at drepa nøkur av neytum sínum, so at síggjast kundi, kvussu røtt ávísing var í tuberkulinprøvanum). Av amtsfátækkassanum er viðtikið at bíta út til kommunurnar 2000 kr. soleiðis: Til Vágs sókn (N.) ... 350 kr. - Nes — 300 — - Gøtu — 250 — - Haldarsvíkar — 70 — - Kalbaks — 150 — At ivirføra... 1120 kr.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.