Føringatíðindi - 20.10.1898, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 20.10.1898, Blaðsíða 4
eisini skriva »eins góðan seyð« um til »ein góðan seyð«, so umskapa tygum harvið heilt mína meining. Tí vil egbiðja tygum ikki at lata hettar og hesum líkt oftari koma fyri aftur. Virðilega ’Jóanes Patursson. * * * Vit hava sett »føroyskt« har, sum bóndin hevði skrivað »foroyskt«, og »áðrenn« har, sum stóð »aðrenn«. Teir stavir, sum ikki skiljast, hava vit roynt at seta beint ettir ætlan. í aðrar mátar er brævið sett, sum tað var skrivað. Blaðst. Til Jóanes bónda. Jóanes bónđi skrivar í seinasta »Før- ingatíðindi«, at eg havi lisið hitt mikið um- skrivaða ferðabrævið úr Skotlandi sum »fanin lesur ibók«. Eg havi roynt at lesa sum skrivað stendur, men eg ætli at fleiri við mær krevja av einari grein um peninga- virði og matarát, at hon má vera grundað á umstøður og viðurskiftir, sum eru her í verðini og ikki vera eitt bert tankaskepilsi. Eingilskt virði á Førja avskurðinum haldi eg enn sum áður vera tað, íð fáast kann firi hann, tá íð hann verður selđur í Einglanđi. Tá okkara avskurður í Eing- landi hevur eingilskt skrinduvirði, tikist mær ikki beint, at rokna hann hægri enn hægsta eingilska geldseyðavirði. Hevði »Føringatíðindi« komið fram við einari grein gangandi út uppá, at Grøn- lenđingar áttu ikki at borið kópaskinns- klæðir, tí klædnaslitið ernú árliga 500,000 kr. ettir „eingilskum virði; men teir áttu at borið okkurt annað slag av klæðum, sum ettir eingilskum virði kundu setst til 200,000 kr. árliga —; tá mundi Jóanes bóndi ikki verið seinur til at nevna slíkt bítlingatós. * * * Jóanes bónđi setur at mær ti, at hann ikki fekk sína seinastu grein í »Føringa- tíðindi« setta við Hammershaimbska skriv- ingarlagnum. Tó at hann væl visti, at eg var langt av leið, stílar hann sítt bræv so, at eg sjálvur liggi undir tf idla, hann bilgist við. Eg havi ongantíð noktað at fáa greinir innsettar við Hammershaimbskari stavseting, og heldur ikki man slíkt hava verið noktað, um eg havi verið burtur. Jónes bóndi hevði ikki biðið um at fáa bræv sítt innsett við Hammershaimbska lagnum, og rætt Hammershaimbsk var tað líka lítið sum aðrar greinir, bóndin er vanur at skriva; tí má tað væl kunna firigevast, um prentarin setti hesa grein við tí stavseting, honum fedlur best, og um tað bráðfangis blaðstírið samtikti í hesum. Prentarin er so vanur við at seta ettir mangahanda klóri, at greinin væl mátti kunna setast uttan at skrivast av. Um ein missprenting edla annað misstak kemur í eina grein, eigur bónđin so væl sum aðrir at halda okkum til góðar. Havi eg gjørt mær ov lítlan ómak til at læra Føroyskt, so hopi eg, bóndin roynur at halda mær til góðar, líka so víst sum eg haldi honum til góðar, at tann mikli ómakur, hann man hava gjørt sær. hevur fruktað so lítið. R. C. Effersø. LÍSINGAR. Turt spik fæst kjá Poul í geil. Fliuista skandinavisk Eksportkaffi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Heilsan er betri enn alt! Einasta útseljing í Førjum hjá Aktieselskabet Thorshavns Handelsforening. Prentað kjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri". — Blaðstírari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.