Føringatíðindi - 20.10.1898, Side 4
eisini skriva »eins góðan seyð« um til
»ein góðan seyð«, so umskapa tygum
harvið heilt mína meining. Tí vil egbiðja
tygum ikki at lata hettar og hesum líkt
oftari koma fyri aftur.
Virðilega
’Jóanes Patursson.
*
* *
Vit hava sett »føroyskt« har, sum
bóndin hevði skrivað »foroyskt«, og »áðrenn«
har, sum stóð »aðrenn«. Teir stavir, sum
ikki skiljast, hava vit roynt at seta beint
ettir ætlan. í aðrar mátar er brævið sett,
sum tað var skrivað. Blaðst.
Til Jóanes bónda.
Jóanes bónđi skrivar í seinasta »Før-
ingatíðindi«, at eg havi lisið hitt mikið um-
skrivaða ferðabrævið úr Skotlandi sum
»fanin lesur ibók«. Eg havi roynt at lesa
sum skrivað stendur, men eg ætli at fleiri
við mær krevja av einari grein um peninga-
virði og matarát, at hon má vera grundað
á umstøður og viðurskiftir, sum eru her í
verðini og ikki vera eitt bert tankaskepilsi.
Eingilskt virði á Førja avskurðinum
haldi eg enn sum áður vera tað, íð fáast
kann firi hann, tá íð hann verður selđur í
Einglanđi. Tá okkara avskurður í Eing-
landi hevur eingilskt skrinduvirði, tikist
mær ikki beint, at rokna hann hægri enn
hægsta eingilska geldseyðavirði.
Hevði »Føringatíðindi« komið fram við
einari grein gangandi út uppá, at Grøn-
lenđingar áttu ikki at borið kópaskinns-
klæðir, tí klædnaslitið ernú árliga 500,000 kr.
ettir „eingilskum virði; men teir áttu at
borið okkurt annað slag av klæðum, sum
ettir eingilskum virði kundu setst til
200,000 kr. árliga —; tá mundi Jóanes
bóndi ikki verið seinur til at nevna slíkt
bítlingatós.
*
* *
Jóanes bónđi setur at mær ti, at hann
ikki fekk sína seinastu grein í »Føringa-
tíðindi« setta við Hammershaimbska skriv-
ingarlagnum. Tó at hann væl visti, at eg
var langt av leið, stílar hann sítt bræv so,
at eg sjálvur liggi undir tf idla, hann bilgist
við. Eg havi ongantíð noktað at fáa
greinir innsettar við Hammershaimbskari
stavseting, og heldur ikki man slíkt hava
verið noktað, um eg havi verið burtur.
Jónes bóndi hevði ikki biðið um at fáa
bræv sítt innsett við Hammershaimbska
lagnum, og rætt Hammershaimbsk var tað
líka lítið sum aðrar greinir, bóndin er
vanur at skriva; tí má tað væl kunna
firigevast, um prentarin setti hesa grein við
tí stavseting, honum fedlur best, og um tað
bráðfangis blaðstírið samtikti í hesum.
Prentarin er so vanur við at seta ettir
mangahanda klóri, at greinin væl mátti
kunna setast uttan at skrivast av. Um ein
missprenting edla annað misstak kemur í
eina grein, eigur bónđin so væl sum aðrir
at halda okkum til góðar.
Havi eg gjørt mær ov lítlan ómak til
at læra Føroyskt, so hopi eg, bóndin roynur
at halda mær til góðar, líka so víst sum
eg haldi honum til góðar, at tann mikli
ómakur, hann man hava gjørt sær. hevur
fruktað so lítið. R. C. Effersø.
LÍSINGAR.
Turt spik fæst kjá Poul í geil.
Fliuista skandinavisk
Eksportkaffi Surrugat
er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
København K.
Heilsan er betri enn alt!
Einasta útseljing í Førjum hjá
Aktieselskabet
Thorshavns Handelsforening.
Prentað kjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri". — Blaðstírari: R. Efferso.