Føringatíðindi - 20.10.1898, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 20.
20. OKTOBER 1898.
Q. Ár.
Føroyskur ásmanakki firi 1899 er at fáa
í bókhandlinum. Hann kostar líkasum ifjør
ópentaður io oy. og pentaður n oy. og er
útroknaður firi Førjar við sólargangi,
streymi og flóð og fjør.
Deyður er stórkeypmaðurin OttoWathne.
Hann var av ítastu dugna- og firitøku-
monnum. Við breiðum rúnum hevur hann
skorið navni sítt inn í íslands ævusøgu.
Hann andaðist á guvuskipinum »Vaagen«
á ferð úr íslandi til Noregs. Beinini vóru
ikki førd til gamla fedralandið, men um-
skipaðust á Havnarvág til at førast attur
til níggja landið at jarðfestast har, sum
hann hevði haft sítt mesta mandóms starv.
Havnar avhaldsfelag. Nevndin firi
Havnar avhalđsfelag hevur viðtikið at út-
seta ársgildi felagsins inntil seinri, av tí
landasorg, sum finnir stað nú, ið Danmarks
drottning er deyð.
Trawlarnir.
Á norðhavinum hevur í seinastu tíðini
ikki sæst uttan hendinga trawlari, sum —
i alt fadl um dagarnar hevur hildið seg
ivaleysar 4 fjórðingar fra landi. Tað man
vera so, at meginparturin av teimum er
farin til íslands, og teir bera ótta firi, at
donsk »inspektiónsskip« ferðast um Førja
leiðirnar. Firi sunnan sæst stunđum ein
edla tveir av teimum trawlandi nær við
land t. d. í Nólsoyafjørðí og Hestfjørði.
At melda trawlara loysur seg ikki
uttan so, at eitt skjótt siglandi danskt
kríggsskip edla »inspektiónsskip« kemur
hegar. Er tá vitnisfast, at eitt skip,
sum hevur eitt visst nummar og hartil
hoyrandi bókstavir (merkjandi staðsnavnið,
har tað er frá), hevur trawlað nærri enn
4 fjórðingar frá landi, so kann sinspektións-
skipið« annáma hetta skip, kvar tað finnist
í đanskari havn edla á donskum landgrunni.
Tá má tó leggjast til merkis, at um Ein-
gilskmenninir ikki vilja viðganga sína gerð,
so krevist fudlur vitnisburður firi at teir
hava trawlað (t. e. tikið fisk upp frá botni
við posanót) meðan teir vóru inni á danskari
grund. Etfir tí níggju lógini, sum er væn-
tandi, eru teir sekir, bert teir hava haft
reiðskapin á dekki edla uttan borða, meðan
teir vóru nærri enn 4 fjórðingar frá landi.
Nú eru firi uttan teir eingilsku trawl-
arnar, sum hava rænt okkara fiskigrinnur
í summar og í heyst, eisini at síggja trawl-
arir úr Tísklandi.
Løgtingstiðindir.
(Uppatturtikið.)
Av Hansenska I ,egats ávøkstrum hevur
løgtingið viðtikið at lata:
Til bóndan Hans Vang í Kalbaks-
botni, — sum í firra ári varð lovað —,
100 kr., til at rinda honum, tá tveir álitis-
menn bera fram prógv, at hann hevur
gjørt eitt hampuligt, vælbiggt seyðahús av
gróti við nævur- edla blikktaki ikki minni
enn 14 aí. langt og 6 al. breitt.
Til Hans Emil Schrøter í Kvalba 80 kr.
til jarðabrúksamboð t. d. plógv, knívharvu
o. tíl., sum hann við amtmannin kann koma
ásamt um.
Til Bærent Vang í Kalbak upp til
30 kr. til flutningsgjald firi sílingsrør (dræn-
rør), sum hann ætlar at leggja í bøin
kjá sær.
Av amtsrepartitiónsfondinum er lovað:
Til avhaldsfelagið í Havn 200 kr. til
at brúka til frama firi avhaldssakina.
Til Andreas Rejnert í Norðadali 110 kr.
atturfiri at hann ífjør drap 7 neyt, sum vóru
fongd við tuberkelsjúku. (Tingið hevði ífjør
givið amtmanninum ræði ivir 200 kr. til í
samráðum við fysikus at brúka til royndir
viðvíkjandi firibirging av tuberkelsjúku kjá
neytum. Harav hevði A. R. fingið 65 kr.
firi at drepa nøkur av neytum sínum, so at
síggjast kundi, kvussu røtt ávísing var í
tuberkulinprøvanum).
Av amtsfátækkassanum er viðtikið at
bíta út til kommunurnar 2000 kr. soleiðis:
Til Vágs sókn (N.) ... 350 kr.
- Nes — 300 —
- Gøtu — 250 —
- Haldarsvíkar — 70 —
- Kalbaks — 150 —
At ivirføra... 1120 kr.