Føringatíðindi - 16.03.1899, Síða 2

Føringatíðindi - 16.03.1899, Síða 2
sjálvir við grindaveiðini. At gjalda 25 kr. fyri ein stórhval er einki fyri teir, sum fáa túsundtals krónur afturfyri. Væl veit eg\ at teirra reiðskapur er dýrari enn okkara, men tað má eisini havast í minni, at vit eru Føringar men hinir útlendingar. So- leingi sum vit tó fáa bíligt tvøst frá hvala- veiðumonnunum havi eg einki at siga, um teir sleppa eitt sindur bíliga, men teir eiga tó ikki at hava tað betri enn Føringar sjálvir. Lat teir hava tað sum teir hava tað nú, men broytið so, at Føringar fáa tað betri, grinđaveiðuni viðvíkjandi. Vil »Føringat.c bera mær hesar reglur fram, sigi eg takk, og skulđi blaðstýrarin, sum jú er ein av okkara tingmonnum, hildið við mær, so hopi eg, at grinđareglementið verður fyrihavt í fyrstkomandi løgtingi. Ein gamalur grindamaður. Til skiparirnar! Vit vilja ivaleyst allir hvørjum øðrum alt gott, tí nýtist tað neyvan at orða við okkara fiskiskiparir, at,ansa eftir tí fólki, teir hava undirhond. Ohapp kann henda bæði á sjógv- og landi, um øll líkinđir vera brúkt, men ofta er tað tí verri hent illt av ólíkindum. Eftir sum skiparirnir uppá ein máta bera ansvar fyri sínum fólki, vilja vit biðja teir royna at forða fyri, at teirra skipsfólk ber seg ólíkliga at, sær sjálvum til skaða. Eftir »F'uglaframac hava vit upptikið | eftirfylgjandi grein um Jesusar handskrift, sum er verd at lesa, um ein enn er nokk so tortrúgvin: Jesusar handskrift. Tað merkiligasta, ið funnið er í hesum árhundrað. Eftir øðrum bløðum skal flytast fram eftirfylgjandi: Týski forngranskarin dr. Brueselbach greiður í einum verki, sum útkomið er hjá C. A. Hahn i Krefeld, frá, at hann i einum gomlum forfarnum templi í Jerúsalem hevur funnið eitt skrift, sum Jesus hevur skrivað og við hansara navni undir. Á kantin hevur ein onnur hond skrivað orðið »Hoseach«, sum í galalæiskum máli á Kristusar tíð betýður frelsarin. Skriftið — sum er ein sokallað papyrus og skrivað í galalæisk-aramaiskari málart — er, sum sæst av teimum týddu setningunum, ein bøn til tann himmalska faðirin. Millum teir finnast eftirfylgjandi: »011 eru um meg og eftir mær. Alt og øll er ímóti honum, sum hevur tann guddómliga skattin. Hann verður niður trakkaður sum støv og øska. Myrkrið er rundan um hann.c Jesusar navn, sum undirskrivað er, afturprentast her: Tiyiw' Brueselbach ivast ikki í, at Kristus sjálvur við egni hond hevur skrivað hetta, og tað av fleiri ársakum: Fyrst er tað navni hjá Jesusi og so orðið frelsarin við tromina. Tann maðurin, sum skriftið hevur átt, hevur skrivað orðið Hoseach uppá til at merkja, at handskriftin er frá Jesusi. So er tað tað, at skriftið avgjørt er frá fyrsta árhundrað eftir Kristi føðing. Tað eru allir vitinskapsmenn, sum sæð hava skriftið, samsintir í. Og so er tað tann andin, sum gongur gjøgnum hesa bøn, og sum ikki bert við sínum høga sýni, men sjálvt í teimum brúktu orðunum minnur aftur á hann, sum helt bjargaprædikuna. Skriftið hevur eftir vónum nilđið seg væl, men tolur litið at nertast við, og er tí nú goymt millum glasplátur. Brueselbach hevur fyrr funnið eina dag-bók, sum portavaktarin í Jerúsulem hevur skrivað og sum er frá tí tíð, tá Kristus um páskini gistið Jerúsalem. Portavaktarin skrivar í fáum orðum um Kristus, bæði tá hann kom og fór. Hann nevnur hann »hin góði maðurinc. Óskil. »Fuglaframi« er til ilsku fús! Uppaftur ígjár hevur blaðið nippað 1 grein mína í »Føringat.< um trawlaramálið. Eg vil tó ikki koma oftari enn fram við tí, eg segði í tí greinini. »Føringat.«s lesarir ivir høvur hava ivaleyst fata míni orð, og í teimum finnist t. d. einkið um, at eg havi tosað um almindiliga meining millum Føringar o. s. v. Nei! eg havi i tí stykkinum ikki sagt Før- ingar og meinti heldur ikki við teir, men eg meinti at tað millum fremmandar fiski- menn t. d. Eingilskmenn fyrr hevur verið alminđilig meining, at ikki bar til at trawla við Førjar, og tað hevur núvístseg, atteir

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.