Føringatíðindi - 16.03.1899, Blaðsíða 2
sjálvir við grindaveiðini. At gjalda 25 kr.
fyri ein stórhval er einki fyri teir, sum fáa
túsundtals krónur afturfyri. Væl veit eg\
at teirra reiðskapur er dýrari enn okkara,
men tað má eisini havast í minni, at vit
eru Føringar men hinir útlendingar. So-
leingi sum vit tó fáa bíligt tvøst frá hvala-
veiðumonnunum havi eg einki at siga, um
teir sleppa eitt sindur bíliga, men teir eiga
tó ikki at hava tað betri enn Føringar
sjálvir. Lat teir hava tað sum teir hava
tað nú, men broytið so, at Føringar fáa tað
betri, grinđaveiðuni viðvíkjandi.
Vil »Føringat.c bera mær hesar reglur
fram, sigi eg takk, og skulđi blaðstýrarin,
sum jú er ein av okkara tingmonnum, hildið
við mær, so hopi eg, at grinđareglementið
verður fyrihavt í fyrstkomandi løgtingi.
Ein gamalur grindamaður.
Til skiparirnar!
Vit vilja ivaleyst allir hvørjum øðrum
alt gott, tí nýtist tað neyvan at orða við
okkara fiskiskiparir, at,ansa eftir tí fólki,
teir hava undirhond. Ohapp kann henda
bæði á sjógv- og landi, um øll líkinđir vera
brúkt, men ofta er tað tí verri hent illt av
ólíkindum. Eftir sum skiparirnir uppá ein
máta bera ansvar fyri sínum fólki, vilja vit
biðja teir royna at forða fyri, at teirra
skipsfólk ber seg ólíkliga at, sær sjálvum
til skaða.
Eftir »F'uglaframac hava vit upptikið |
eftirfylgjandi grein um Jesusar handskrift,
sum er verd at lesa, um ein enn er nokk
so tortrúgvin:
Jesusar handskrift.
Tað merkiligasta, ið funnið er í
hesum árhundrað.
Eftir øðrum bløðum skal flytast fram
eftirfylgjandi:
Týski forngranskarin dr. Brueselbach
greiður í einum verki, sum útkomið er hjá
C. A. Hahn i Krefeld, frá, at hann i einum
gomlum forfarnum templi í Jerúsalem hevur
funnið eitt skrift, sum Jesus hevur skrivað
og við hansara navni undir.
Á kantin hevur ein onnur hond skrivað
orðið »Hoseach«, sum í galalæiskum máli
á Kristusar tíð betýður frelsarin.
Skriftið — sum er ein sokallað papyrus
og skrivað í galalæisk-aramaiskari málart —
er, sum sæst av teimum týddu setningunum,
ein bøn til tann himmalska faðirin. Millum
teir finnast eftirfylgjandi:
»011 eru um meg og eftir mær. Alt
og øll er ímóti honum, sum hevur tann
guddómliga skattin. Hann verður niður
trakkaður sum støv og øska. Myrkrið er
rundan um hann.c
Jesusar navn, sum undirskrivað er,
afturprentast her:
Tiyiw'
Brueselbach ivast ikki í, at Kristus
sjálvur við egni hond hevur skrivað hetta,
og tað av fleiri ársakum:
Fyrst er tað navni hjá Jesusi og so
orðið frelsarin við tromina. Tann maðurin,
sum skriftið hevur átt, hevur skrivað orðið
Hoseach uppá til at merkja, at handskriftin
er frá Jesusi.
So er tað tað, at skriftið avgjørt er frá
fyrsta árhundrað eftir Kristi føðing. Tað
eru allir vitinskapsmenn, sum sæð hava
skriftið, samsintir í.
Og so er tað tann andin, sum gongur
gjøgnum hesa bøn, og sum ikki bert við
sínum høga sýni, men sjálvt í teimum
brúktu orðunum minnur aftur á hann, sum
helt bjargaprædikuna.
Skriftið hevur eftir vónum nilđið seg
væl, men tolur litið at nertast við, og er tí
nú goymt millum glasplátur.
Brueselbach hevur fyrr funnið eina
dag-bók, sum portavaktarin í Jerúsulem
hevur skrivað og sum er frá tí tíð, tá
Kristus um páskini gistið Jerúsalem.
Portavaktarin skrivar í fáum orðum um
Kristus, bæði tá hann kom og fór. Hann
nevnur hann »hin góði maðurinc.
Óskil.
»Fuglaframi« er til ilsku fús! Uppaftur
ígjár hevur blaðið nippað 1 grein mína í
»Føringat.< um trawlaramálið. Eg vil tó
ikki koma oftari enn fram við tí, eg segði
í tí greinini. »Føringat.«s lesarir ivir høvur
hava ivaleyst fata míni orð, og í teimum
finnist t. d. einkið um, at eg havi tosað um
almindiliga meining millum Føringar o. s. v.
Nei! eg havi i tí stykkinum ikki sagt Før-
ingar og meinti heldur ikki við teir, men
eg meinti at tað millum fremmandar fiski-
menn t. d. Eingilskmenn fyrr hevur verið
alminđilig meining, at ikki bar til at trawla
við Førjar, og tað hevur núvístseg, atteir