Føringatíðindi - 16.03.1899, Side 3
ikki hattaðu sær at royna tað fyrr enn teir
finguFøringar at visa sær á. Fanst eingin
Føringur, sum gav seg til, hevði neyvan
verið begynt enn.
Hitt, sum »Fuglafr.« skrivar um, at
Várharra ikki bert við eingilskum Fiskara-
skipum nýtist at vísa miskunn, tað haldi eg
við blaðnum. Men tá ið tosið er um slíkt,
kann eisini sigast, at honum ikki nýtist
kalva til at lívga okkum Føringar við.
Eingilskmenninir kunnu neyvan kallast
ránsmenn og tjóvar, so leingi teir halda seg
uttan fyri markið. Eg vil tó lata »Fugla-
frama« vita, at eg kalli tað ikki illa gjørt
av ránsmonnum og tjóvum, al ređda lívið
á fólki, ja tað tykist mær betri gjørt av
einum vesalavætti enn av einum betri fólki.
Tó, hví tosar »Fuglafr.« um slíkt? Eg
segði í grein míni, at eg ikki vildi rósa
Eingilskmonninum fyri tað góða, teir høvdu
gjørt, ti tað mesta var ikki tilætlað. Nú
vil »Fuglafr.« siga, at eg vil rósa teimum
fyri ógerðir teirra. Hví ger blaðið tað?
Eg ætli mær ikki at trætast meiri um
hetta málið.
A. Sámalsson.
Havn, 15. mars 1899.
Skúlaskapur.
í »Diml.« nr. 7 í ár finnist ein grein
um »Disciplinen i Skolen«, sum er meiri
enn almindiliga góð. Tað sæst, at hann,
íð skrivað hevur, meiri enn slíkir skrivarir
yvir høvur, hevur opið eyga fyri, hvat ið
dent eigur at verða lagt á í skúlanum.
Hevði tann teinkjumáti, sum skinur gjøgnum
hesa grein, verið meiri ráðandi millum teir,
sum læra børn, so hevði betri verið vorðið
við skúlunum enn tað er, og so hevði børn
og lærarir havt meiri andligt gagn av
skúlanum. Kærleika og rættferdigheit í
skúlatikt er manga staðnis ringt at finna í
felag. Vit hava øll hug at gera rætt, í
alt fall at geva slag, tá íð tað er forskylt,
men at tykta f kærleika er sjaldsamur
kunstur her sum áðra stanis. Allir lærarir
eiga at lesa greinina í »Diml.«
Ein 1.
„Oman kemur grýla frá gerðum
við fjøruti halum,
við skølm í hendi,
kemur at skera búkin úr smábernum,
sum gráta eftir kjeti í føstu.w
Hetta hava yit fingið inn, um ikki við
móðurmjølkini, so tó nakað skjótt aftaná
hana. Nærum í sama viðfangi lærdu vit,
at tað er synd at dansa í føstu. Føringar
hava nógvar syndir, sum teir ikki tykjast
at leggja stórt đent uppá at varða seg fyri,
men hendan eina, at dansa 1 føstu, hevur
yvir høvur verið skýggjað væl og virðu-
liga — í alt fall hvat ti føroyska dansinum
viðvíkir.
í seinasta »Føringat.« klagast yvir, at
her í Havn eru tey nú farin at đansa í
føstu, og sigist tað at liggja stór makt á,
at fáa teirra nøvn at vita, sum hesa ógerð
hava byrjað. Tað má her framhaldast, at
tann dansur, ið her klagast yvir, var pri-
vatur dansur, og hvat meiri er, tað var
»eingilskur« dansur.
Tann, íð t. d. ikki er meiri enn 26 ár,
kann já ikki vita, at her hevur verið slíkur
dansur dansaður í føstu 27 ár herfyri (og
kanske eisini fyrr, sum eg tó ikki veit um),
men so er, og slikur dansur hevur síðan
verið hildin í alt fall hjá tveimum prestum
í Sandagerði hendan seinasta mannsaldurin.
Ein kann jú eisini siga sær sjálvum, at tað
kann ikki vera synd at dansa útlendskan
dans um tað so var sjálvan langafríggjadag.
Vit hava jú heldur ikki hoyrt at nakar
hevur bøtt ella er settur í skansan fyri at
hava dansað eingilskan dans, tó at tey
oftast hava dansað hann v i ð konufólki.
Fyri at koma aftur til dans í føstu, so
haldi eg syndina vera so sum onga, tó
haldi eg, at tað er gott og gagniligt at
halđa uppat við dansinum ta tíðina, soleiðis
sum teir gomlu fyri okkum hava gjørt.
Tá íð eg komi fram við hesum reglum, er
tað bert, tí mær tókti synd í teimum ung-
lingunum, sum í seinasta blað sigtaðust fyri
at hava gjørt ta sváru synd, at vera fyrstu
upphavsmenn til tann nevnda ósið. Ein
eigur jú ikki at gera nøkrum skálki órætt.
—s.
Bløðini eiga at verða til at lasta tað
skaðiliga og ljóta og rósa tí, sum er vakurt
og gott. Tey eiga at ganga á odda øllum
framburðsarbeiði viðvíkjandi. Eitt blað,
sum kemur aftaná við sínum visdómi, er
ikki til stóra nyttu, men er at meta við
grindaboð, sum sendast, tá íð grindin er
brunnin.
Bløðini eiga ikki at spara hvørki høgan
ella lágan. tá íð nakað er at finnast at.
Tey skulla taka tann, íð Hður órætt, í for-
svar, og seta at teimum, sum gera órætt.
Bløðini skulla arbeiða so, at sannheitin
kemur fram. Tey mugu arbeiða fyri at
vinna sær virðing millum fólk, ikki fyri at
tosa gott fyri fóík.
Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur
verið vátligt ná í næstum. Utróðraveður
hevur ikki verið og tí er sjálvsagt einki