Føringatíðindi - 16.03.1899, Qupperneq 3

Føringatíðindi - 16.03.1899, Qupperneq 3
ikki hattaðu sær at royna tað fyrr enn teir finguFøringar at visa sær á. Fanst eingin Føringur, sum gav seg til, hevði neyvan verið begynt enn. Hitt, sum »Fuglafr.« skrivar um, at Várharra ikki bert við eingilskum Fiskara- skipum nýtist at vísa miskunn, tað haldi eg við blaðnum. Men tá ið tosið er um slíkt, kann eisini sigast, at honum ikki nýtist kalva til at lívga okkum Føringar við. Eingilskmenninir kunnu neyvan kallast ránsmenn og tjóvar, so leingi teir halda seg uttan fyri markið. Eg vil tó lata »Fugla- frama« vita, at eg kalli tað ikki illa gjørt av ránsmonnum og tjóvum, al ređda lívið á fólki, ja tað tykist mær betri gjørt av einum vesalavætti enn av einum betri fólki. Tó, hví tosar »Fuglafr.« um slíkt? Eg segði í grein míni, at eg ikki vildi rósa Eingilskmonninum fyri tað góða, teir høvdu gjørt, ti tað mesta var ikki tilætlað. Nú vil »Fuglafr.« siga, at eg vil rósa teimum fyri ógerðir teirra. Hví ger blaðið tað? Eg ætli mær ikki at trætast meiri um hetta málið. A. Sámalsson. Havn, 15. mars 1899. Skúlaskapur. í »Diml.« nr. 7 í ár finnist ein grein um »Disciplinen i Skolen«, sum er meiri enn almindiliga góð. Tað sæst, at hann, íð skrivað hevur, meiri enn slíkir skrivarir yvir høvur, hevur opið eyga fyri, hvat ið dent eigur at verða lagt á í skúlanum. Hevði tann teinkjumáti, sum skinur gjøgnum hesa grein, verið meiri ráðandi millum teir, sum læra børn, so hevði betri verið vorðið við skúlunum enn tað er, og so hevði børn og lærarir havt meiri andligt gagn av skúlanum. Kærleika og rættferdigheit í skúlatikt er manga staðnis ringt at finna í felag. Vit hava øll hug at gera rætt, í alt fall at geva slag, tá íð tað er forskylt, men at tykta f kærleika er sjaldsamur kunstur her sum áðra stanis. Allir lærarir eiga at lesa greinina í »Diml.« Ein 1. „Oman kemur grýla frá gerðum við fjøruti halum, við skølm í hendi, kemur at skera búkin úr smábernum, sum gráta eftir kjeti í føstu.w Hetta hava yit fingið inn, um ikki við móðurmjølkini, so tó nakað skjótt aftaná hana. Nærum í sama viðfangi lærdu vit, at tað er synd at dansa í føstu. Føringar hava nógvar syndir, sum teir ikki tykjast at leggja stórt đent uppá at varða seg fyri, men hendan eina, at dansa 1 føstu, hevur yvir høvur verið skýggjað væl og virðu- liga — í alt fall hvat ti føroyska dansinum viðvíkir. í seinasta »Føringat.« klagast yvir, at her í Havn eru tey nú farin at đansa í føstu, og sigist tað at liggja stór makt á, at fáa teirra nøvn at vita, sum hesa ógerð hava byrjað. Tað má her framhaldast, at tann dansur, ið her klagast yvir, var pri- vatur dansur, og hvat meiri er, tað var »eingilskur« dansur. Tann, íð t. d. ikki er meiri enn 26 ár, kann já ikki vita, at her hevur verið slíkur dansur dansaður í føstu 27 ár herfyri (og kanske eisini fyrr, sum eg tó ikki veit um), men so er, og slikur dansur hevur síðan verið hildin í alt fall hjá tveimum prestum í Sandagerði hendan seinasta mannsaldurin. Ein kann jú eisini siga sær sjálvum, at tað kann ikki vera synd at dansa útlendskan dans um tað so var sjálvan langafríggjadag. Vit hava jú heldur ikki hoyrt at nakar hevur bøtt ella er settur í skansan fyri at hava dansað eingilskan dans, tó at tey oftast hava dansað hann v i ð konufólki. Fyri at koma aftur til dans í føstu, so haldi eg syndina vera so sum onga, tó haldi eg, at tað er gott og gagniligt at halđa uppat við dansinum ta tíðina, soleiðis sum teir gomlu fyri okkum hava gjørt. Tá íð eg komi fram við hesum reglum, er tað bert, tí mær tókti synd í teimum ung- lingunum, sum í seinasta blað sigtaðust fyri at hava gjørt ta sváru synd, at vera fyrstu upphavsmenn til tann nevnda ósið. Ein eigur jú ikki at gera nøkrum skálki órætt. —s. Bløðini eiga at verða til at lasta tað skaðiliga og ljóta og rósa tí, sum er vakurt og gott. Tey eiga at ganga á odda øllum framburðsarbeiði viðvíkjandi. Eitt blað, sum kemur aftaná við sínum visdómi, er ikki til stóra nyttu, men er at meta við grindaboð, sum sendast, tá íð grindin er brunnin. Bløðini eiga ikki at spara hvørki høgan ella lágan. tá íð nakað er at finnast at. Tey skulla taka tann, íð Hður órætt, í for- svar, og seta at teimum, sum gera órætt. Bløðini skulla arbeiða so, at sannheitin kemur fram. Tey mugu arbeiða fyri at vinna sær virðing millum fólk, ikki fyri at tosa gott fyri fóík. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið vátligt ná í næstum. Utróðraveður hevur ikki verið og tí er sjálvsagt einki

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.