Føringatíðindi - 18.01.1900, Page 3
Var tað ikki sjalđsamt? Ribbaldur gjørdi
hetta bara av síni góðarinheit og kannske
eisini fyri gamalt kennskap skyld, ti frú
drankarin hevði tænt honum, áðrenn hon
giftist, og hr. drankarin vildi vera við, at
hon tænti honum enn sum áður meiri enn
hansara hús hevði gott av, men tá, ið hann
sjálvur slap at liva, sum honum lysti, so var
hann so >tolerantur«, at hann meinti, at
konan eisini mátti hava loy vi til tað. Børn
áttu tey eingi, tí tey doyðu, so hvørt sum
tey komu í verðina.
Tá íð Pætur lá, hevði hann altíð ein
so ringan hýr, at eingin kunđi koma honum
nær ella námi. Konan harímóti var tá í
fimta himli, hon sang og trallaði dagin allan
og náttina við.
»Nú, Pætur, hvussu hevur tú tað,«
sigir frúan, hon kemur stetlandi inn fyri
seingina. »Eg havi her til tín mat og
drekka, kom nú og fá tær morgunmat, alt
hvat lívið lystur, heitt breyð og spik, tað
dámar tær, so skal tú fáa kaffii og livir-
drýl omaná.«
»Takk,« sigir Pætur. Gamla rissan er
óð ídag, hugsar hann fyri sær sjálvum,
men til konuna torur hann einki at siga,
hon er tað einasta, sum nú kann lívga
hann meðan hann liggur, og loypur hann
illt í hana, kann hon lata hann liggja og
einki fáa fleiri dagar uppí slag, líkasum
hina ferð i summar, tá íð hon hevði stongt
hann inni og ongan mat givið honum í
tveir đagar, bara tí hann hevði kallað hana
við einum ljótum navni. (Niðurlagt.)
Mangt og hvat
°g
eítt og annað.
Ófriðaligur friðafundur.
24. septbr. ífjør høvdu nakrir frið-
elskandi Eingilskmenn boðað til fólkafund
á ti viðgitna fundarstaðnum »Trafalgar
square« í Lunđuni. Ætlan var at fáa
fundarfólkið til at úttala miss-semju við
tann forargiliga, striðslystna atburð, ríkis-
stýrilsið vísti móti Transvaal.
6 talarastólar vóru uppsettir og mong
túsund av fólki vóru komin til steðar. Teir
sum hildu við ríkisstýrilsinum høvdu fingið
nakrar harðmæltar menn til at skróla um
Bretlanđs æru og skipa fosturlandssangir
um, at Bretland skuldi herska o. t.
So var úr, at ongantíð hovrdist, hvat
friðsvinirnir høvdu at siga, og teir vóru
díktir undir við rotnum súreplum, eggum,
kálstelkum og øðrum ólíkligum vørpum.
Frá hesum fundi søgdu høvuðsbløðini
í Einglandi, at fólkið hevði víst ein prýðu-
ligan fosturlandselskandi atburð.
FRÁ ÚTLONDUM.
Transvaalbarđagin stenđur nærum í
sama lagi sum ein mánað herfyri. Fyri
vestan er so sum einki gjørt. Tað skylda
tey eingilsku bløðini uppá, at herhøvdingin
Methuen hevur fingið heilsubrek av sári,
hann fekk i stríðinum við Modder river.
Eingilska herliðið í Mafeking royndi
at bróta seg út til at vinna mat, sum nú
fer at tróta. Har mistu teir meir enn
hundrað menn og máttu koma sær inn aftur
í borgina sum skjótast.
í Ladysmith gongur landfarsóttin so
illa, at sætti hvør maður hevur verið sjúkur.
Boarnir geva á at skjóta spreingikúlur inn
í staðin og gera meiri skaða enn fyrr. Um
nýggjárið royndu Boarnir at inntaka staðin,
men tað eydnaðist teimum ikki.
Herhøvdingi Buller sigist eftir eing-
ilskum bløðum fyri 12. jan. at hava gjørt
stórar anstaltir, men við tað, at forboð hevði
verið í fleiri dagar at senda tíðindir frá
stríðinum í Natal, visti eingin um tað upp-
aftur var roynt at sleppa norð um ánna
Tugela, ella hvat annað var í gerð.
Eingilskmenninir hava skotið eftir
einum týskum skipi, sum teir hildu føra
krigsfólk og tilfar til Transvaal. Teir hava
eisini skotið eftir einum skipi frá Banda-
ríkinum í Amerika, sum førdi hveiti til ein
stað, sum Portugal eigir eystanfyri Trans-
vaal.
Guvuskipið »VikÍng«, sum keypmaður
Tulinius hevur haft í farti millum Danmark—
Eingland—Førjar—ísland, er nú gingið í
land uppi í íslandi (Saudakrók). Tað hendi
nýggjárs-aftan um nón. Alt mannskapið
reddaðist við at hála seg á land í trossa.
Mannskapið fór nú til Danmarkar við
guvuskipi »Ingu«.
Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur
verið gott vetradag at siga. Kavin hevur
verið lítil og vindsamt kann ikki kallast.
Fiskiskapurin hevur verið góður viða
hvar um oyggjarnar, tá íð menn hava
sloppið á sjógv. Ofta hevur tó útróður
verið tamaður av ringum sjógvi, helst
norðanfyri.
— Trawlarnir hava nógvir verið at
sæð um Eiðisflógva, um náttina hava teir
komi tætt inn imóti landi. Norðanmenninir
síggja lítið til kanónbátin.