Føringatíðindi - 18.01.1900, Qupperneq 3

Føringatíðindi - 18.01.1900, Qupperneq 3
Var tað ikki sjalđsamt? Ribbaldur gjørdi hetta bara av síni góðarinheit og kannske eisini fyri gamalt kennskap skyld, ti frú drankarin hevði tænt honum, áðrenn hon giftist, og hr. drankarin vildi vera við, at hon tænti honum enn sum áður meiri enn hansara hús hevði gott av, men tá, ið hann sjálvur slap at liva, sum honum lysti, so var hann so >tolerantur«, at hann meinti, at konan eisini mátti hava loy vi til tað. Børn áttu tey eingi, tí tey doyðu, so hvørt sum tey komu í verðina. Tá íð Pætur lá, hevði hann altíð ein so ringan hýr, at eingin kunđi koma honum nær ella námi. Konan harímóti var tá í fimta himli, hon sang og trallaði dagin allan og náttina við. »Nú, Pætur, hvussu hevur tú tað,« sigir frúan, hon kemur stetlandi inn fyri seingina. »Eg havi her til tín mat og drekka, kom nú og fá tær morgunmat, alt hvat lívið lystur, heitt breyð og spik, tað dámar tær, so skal tú fáa kaffii og livir- drýl omaná.« »Takk,« sigir Pætur. Gamla rissan er óð ídag, hugsar hann fyri sær sjálvum, men til konuna torur hann einki at siga, hon er tað einasta, sum nú kann lívga hann meðan hann liggur, og loypur hann illt í hana, kann hon lata hann liggja og einki fáa fleiri dagar uppí slag, líkasum hina ferð i summar, tá íð hon hevði stongt hann inni og ongan mat givið honum í tveir đagar, bara tí hann hevði kallað hana við einum ljótum navni. (Niðurlagt.) Mangt og hvat °g eítt og annað. Ófriðaligur friðafundur. 24. septbr. ífjør høvdu nakrir frið- elskandi Eingilskmenn boðað til fólkafund á ti viðgitna fundarstaðnum »Trafalgar square« í Lunđuni. Ætlan var at fáa fundarfólkið til at úttala miss-semju við tann forargiliga, striðslystna atburð, ríkis- stýrilsið vísti móti Transvaal. 6 talarastólar vóru uppsettir og mong túsund av fólki vóru komin til steðar. Teir sum hildu við ríkisstýrilsinum høvdu fingið nakrar harðmæltar menn til at skróla um Bretlanđs æru og skipa fosturlandssangir um, at Bretland skuldi herska o. t. So var úr, at ongantíð hovrdist, hvat friðsvinirnir høvdu at siga, og teir vóru díktir undir við rotnum súreplum, eggum, kálstelkum og øðrum ólíkligum vørpum. Frá hesum fundi søgdu høvuðsbløðini í Einglandi, at fólkið hevði víst ein prýðu- ligan fosturlandselskandi atburð. FRÁ ÚTLONDUM. Transvaalbarđagin stenđur nærum í sama lagi sum ein mánað herfyri. Fyri vestan er so sum einki gjørt. Tað skylda tey eingilsku bløðini uppá, at herhøvdingin Methuen hevur fingið heilsubrek av sári, hann fekk i stríðinum við Modder river. Eingilska herliðið í Mafeking royndi at bróta seg út til at vinna mat, sum nú fer at tróta. Har mistu teir meir enn hundrað menn og máttu koma sær inn aftur í borgina sum skjótast. í Ladysmith gongur landfarsóttin so illa, at sætti hvør maður hevur verið sjúkur. Boarnir geva á at skjóta spreingikúlur inn í staðin og gera meiri skaða enn fyrr. Um nýggjárið royndu Boarnir at inntaka staðin, men tað eydnaðist teimum ikki. Herhøvdingi Buller sigist eftir eing- ilskum bløðum fyri 12. jan. at hava gjørt stórar anstaltir, men við tað, at forboð hevði verið í fleiri dagar at senda tíðindir frá stríðinum í Natal, visti eingin um tað upp- aftur var roynt at sleppa norð um ánna Tugela, ella hvat annað var í gerð. Eingilskmenninir hava skotið eftir einum týskum skipi, sum teir hildu føra krigsfólk og tilfar til Transvaal. Teir hava eisini skotið eftir einum skipi frá Banda- ríkinum í Amerika, sum førdi hveiti til ein stað, sum Portugal eigir eystanfyri Trans- vaal. Guvuskipið »VikÍng«, sum keypmaður Tulinius hevur haft í farti millum Danmark— Eingland—Førjar—ísland, er nú gingið í land uppi í íslandi (Saudakrók). Tað hendi nýggjárs-aftan um nón. Alt mannskapið reddaðist við at hála seg á land í trossa. Mannskapið fór nú til Danmarkar við guvuskipi »Ingu«. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið gott vetradag at siga. Kavin hevur verið lítil og vindsamt kann ikki kallast. Fiskiskapurin hevur verið góður viða hvar um oyggjarnar, tá íð menn hava sloppið á sjógv. Ofta hevur tó útróður verið tamaður av ringum sjógvi, helst norðanfyri. — Trawlarnir hava nógvir verið at sæð um Eiðisflógva, um náttina hava teir komi tætt inn imóti landi. Norðanmenninir síggja lítið til kanónbátin.

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.