Føringatíðindi - 01.02.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.02.1900, Blaðsíða 2
byggmeistarinum stendur klárt fyri einum. Keisarin í Romaríki hevði sagt til hansara: »Um byggningur tin líkar mær yæl, vil eg takka tær fyri øllum fólkinum og gera eina stóra høgtíð til æru fyri tær.« Meistarin gekk til verk sítt, og nøkur ár aftaná stóð Kolosseum liðugt, tað var ein frálíka stórur og vakur bygningur. Tann dagin, sum húsið skuldi opnast fyrstu ferð, var ein ræðulig fólkarúgva saman- komin, og keisarin reisti seg og segði: »Vit eru samankomin her fyri at innvíga hetta húsið. Vit ynskja, at húsið má vinna sær eitt navn runt um heimin. Dagurin í dag er eisini ein høgtiðsdagur hjá bygg- meistarinum og vit vilja vísa honum æru við einum sjaldsamum leiki.« So rópti hann: »Komið nú inn við teimum fangnu kristnu fyri at tey kunnu doyggja, fyri at tey kunnu verða uppskrødd av løvum, meðan vit síggja uppá.« Tey fangnu menniskini komu inn; menn, konur, oldingar og børn komu inn syngjandi Gudi lovsálmar. So sleptu keisarins menn løvum, leopardum og tigrum inn, sum brølaðu av svongd. Við ræðuligari ferð sprungu óvargadýrini inn, stansaðu eitt eygablik — eitt ræðuligt eygablik — og tann ræðiligasti leikur sást. 011, øll blivu tey kristnu uppskrødd, so blóðið rann. Tað var forferdiligt. — Runt um ljóðaði: leingi livi keisarin. Tá reisti ein maður seg frá høvuðs- sessinum, tað var byggmeistarin. Við sterkari, djarvari tøst rópar hann út yvir mannarúgvuna: »Eg eri eisini kristnaður.« Fólkið stóð sum bilsið alt saman, tó ikki meiri enn ein minut og í øði bleiv meistarin tikin og fýrdur eftir høvdinum niður ímillum tey villu djórini, sum so rivu hann sundur. Tað varð heiðursdagur byggmeistarins. »Hann, sum bekennur meg fyri menn- iskjum, hann vil eg viðkenna mær fyri pápa mínum í himlinum.« Tann rama lygn. (Søga av L.) (Uppafturtikið.) »Tú ert nokk lúnutur í morgun, Pætur,« sígir konan, »eg havi verið og strevað okkum fyri breyðinum meðan tú liggur uppi í seingini sum ein gøðingakálvur. Hevði tú sum eg haft sleipað niðri hjá Ribbaldi, so kundi tú haft lúnur, men at liggja uppi í song og lúna, tað hevur eingin tramin loyvi til.« »Nú, nú,Sissal — so var konan nevnd —, kom nú ikki og brúka gákin ímorgun. Eg eri nú ikki vánaligari enn so, enn at eg kann fáa teg at halda munn, tá íð eg vil. Títt strev og arbeiði kannstú tiga við, fulla svín títt! Hvør onnur kona enn tú gongur full irkar dagar, hvør onnur enn tú gongur úti og fríggjar, meðan maðurin liggur sjúkur? Nei hin gamla, halt tú leikandið saman á tær. Tíni brøgd mugu vit helst ikki tosa um, annars ertú fokin.« »Reis tú og renn, títt svínska manns- evni. Hvør trýrtú hevði fóðra teg uttan eg? Hvør heldur tú hevði giftst við tær uttan eg? og hvør hevði livað saman við tær uttan eg? og hvør hevði borið eitt slíkt húskross sum eg? Verri apukattir av manni enn tú er ikki til at finna, og so brigslar tú! hoyr, minst til hin dagin, søti mín, eg kann ivaleyst siga søgur um teg, sum hvør hundur hevði skammað seg yvir.« »Ha, ha, ha,« sigir Pætur, »hatta um hundin er gott, frálíkt! Eg kenni hundar, sum høvdu haft skomm av tær, títt ómoralska spøkilsi. Hundurin hjá mann- inum var tjúgu ferðir meiri moralskur enn tú. Og tú snakkar um at tú giftist við mær; hvør var hann, íð fekk meg til at giftast við tær, og hví fekk hann meg til tað? Pílar og skot, eg kann siga mangt, sum hin skortgrái og tú neyvan vilja hoyra. Skam fyri mat og drekka; havi eg ikki sleipað fyri tað, so havi eg uppá annan hátt tænt fyri tað. Vita um húsbóndin hin gamli torur at lata meg svølta — royn tað, lat hann royna tað ! og tit skulu læra Pætur at kenna.« »Góðan dag,« sigir Ribbaldur í tí sama og kemur inn í stovuna. Pætur setur síni ræðuligastu eygur uppá hann og brennur so leyst. (Niðurlagt.) Mangt og hvat °g eítt og annað. Túnatos. Per: Hví mundi kanónbáturin brenna viti ígjárkvøldið? Pál: Tað var ivaleyst til at lata »trawlarnar« eystur undan Svínoynni vita av, at grýla teirra ikki er rýmd burtur av Førjaleiðini. Per: Tað man vera sum tú sigir. — Eg sá kanónbátin fara norð eftir ímorgun. Nú munnu trawlarnir varða seg fyri at koma ov nær Norðoyalandinum um dagin, inntil teir hava sæð kanónbátin fara suður aftur til Havnar ella til Trongisvágs.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.