Føringatíðindi - 01.02.1900, Qupperneq 3

Føringatíðindi - 01.02.1900, Qupperneq 3
Hann var ikki í buksunum. FRÁ ÚTLONDUM. Ein maður slektaður úr —vík fór hagar at halda jól. Aðru jólanátt varð hann ovdrukkin í dansinum og datt av. Um morgunin fór systur hansara at fregnast eftir honum, tí eingin maður var komin til hús. Nakrir munnlættir óargadreingir svaraðu henni aftur við tí gamla sleingi orðinum: »Hann er í buksunum!« Eina løtu eftir varð maðurin funnin sovanđi undir einum hjalli við høgari grund, hvar hann mundi haya haft einu hvørju ørindir, og síðan hevði hann í ørviti ballað sær buksurnar undir høvdið. Ikki bæsti hann skræddarinum! ■ Danskarnir hava nú ein sterkan mann, Bech Olsen, sum er so raskur at glímast, at eingin úr útlondunum tykist at vera hansara javnlíki. Tí er glíming víða hvar í ríkinum komin aftur { æru, — við øðrum orðum reiðuliga komin uppá móta. í einum landsparti, sum ikki her skal nevnast, búði ein maður, bæði sterkur, stórur og førur. Hønn hevði eisini hug til at glímast og helt seg vera óføra kønan í hesum brøgdum. Hann bjóðaði øllum í tí landspartinum av, og var har nakar, sum hann ikki kundi leggja, báðar akslar at jørð ísenn, tá skuldi hann lata ioo krónur. Tá íð roysnisdagurin kom, bjóðaði eingin sær ímóti honum uttan ein lítil visasligur kulubøkutur skræddari. Hann hevði so stóra kúlu á baki, at tá íð onnur økslin lá niður at, var hin drjúgvast hálva alin upp frá. Sterki maður mátti tí viðganga, at kunstur og megi batti ikki í hesum viður- skiftum, og skræđdarin vann harvið so stóra dagløn, sum hann hvørki fyrr ella síðan hevur fingið. Hvar er kanónbáturin ? Eitt kvøldið kemur ein Eiðisbátur strevandi inn av havinum. Væl eftir hálva- skýming eru teir o. u. hálvanannan fjórðing úr landi. Nú kemur ein trawlari dundrandi inn aftaná teir og tætt fram við borði. Tað ljóðar av skipinum við greidligum norðanmáli, men við eingilskari tóning: »Tú, Hanus hin gamli! hvar er kanón- báturin nú?c Hanus er ikki til sins at gera teir klókar uppá, hvar kanónbáturin er, men ein annar av bátsmonninum, sum ikki hevði verið har, íð krútið varð uppfunnið, svarar: »Tæ vita vit einki um. Kanónbaturin sæst ongantíð um okkara leiðir.c Frá Danmarki sigist um vánaliga semju millum ríkisstírilsi og ríksdag. Um tað íð løgtingið av nýggjum hevur søkt at fáa úr ríkiskassanum: 200 kr. til skúla i Skopum og 2000 kr. til »Smiril«sferðir i fyrsta fjórðingsári igoi sigast góðar vónir at vera. — Bardagin í Afrika, sum um jóltíðina gekk í smáum, gjørdist aftur um miðjan janúari væl harðligari. Eingilski her- høvdingin Buller sigist at vera sloppin við 25 túsund monnum norð um ánna Tugela væl 20 fjórðingar vestari, enn har hann royndi 15. dec. í tveir dagar uppí slag hava verið bardagar við miklum manna- falli, tó leið Eingilskmonnum lítið fram til at loysa teir, sum eru innistongdir í Lady- smith. Eftir tíðindum frá Liverpool 23. jan. hevði Buller við tveir dagars stríð strevað seg hálvan fjórðing norður eftir. Eingilska liðið við Modđer river, sum ætlaði at undseta Kimberley, sigist at vera umringt av Boarnum og standa illa fyri. Frá Mafeking er einki frætt uttan hungferstíðindir. Stríðið við Ladysmith, sum nevnđist um í seinasta blaði, var 6. jan. Har fall nógd av eingilskum officerum og fleiri hundrað av mannskapinum. Boarnir vóru slopnir uppá ein skansa tætt við staðin; men av tí, at teir vóru ov fámentir, fingu teir ikki hildið seg har. Sum frágreióing ljóðar í eingilskum bløðum høvdu Eingilskmenninir mist í gamla árinum av bardøgíim og sjúku o. u. 8000 menn. Eingilskmenninir hava sett sær fyri at útgera 180 túsund til bardagar í Afrika. (Haruppí roknað tað íð var, áðrenn stríðið byrjaði og hvat íð deytt og fangað er). Harav er o. u. 50 túsund ikki avstað farið enn. Við hetta lag tykist tó ikki at vera vónir til snarligan enda á stríðinum. Stórur partur av teim bestu officerum eru fallnir, og hartil nógv av teirra frægastu meinigu (vala liðið úr Skotlanđi). Meðan »Føringurc lá í Liverpool í vikuni, íð var, fóru 500 ein- gilskir stríðsmenn avstað, og tóktist teir at vera av skirvisligasta útskotspakki, summir neyvan mentir at bera riflu. — Eingilskmenninir huga sær til, at Japansmenn brátt fara at herja á Russarnar eystur í Korea. — í Indialandi sigast fleiri av teim inn- føddu høvdingunum at gerast ófriðaligir, og Russarnir sigast at studla teir til at seta seg upp ímóti eingilska harraveldinum.

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.