Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 2
dal, í nevnist Hórnspruit, tá brast snøgliga á teir tættasta kúluregn frá Boarheri, sum um náttina hevði krógvað seg í fjøllunum har uttan um. Eingilskmenninir mistu har meir enn 400 menn, hvarav 389 vóru tiknir livandi, 7 kanónir og 20 vagnar við krígs- tilfari. Hetta var so stutt frá Bloemfontein, at eitt størri herlið, sum Roberts sendi til hjálp, brátt kom upp í leikin, so at Boarnir noyddist til at hava seg undan; tó ikki fyrr jenn teir høvdu forstýrað drekkivatns- veitingina til Bloemfontein. Um 2: apríl annámaðu Boarnir 600 Eingilskmenn í einum stað nevnt Reddersburg eystanvert við jarnbreytina nakrar fáar míl sunnanfyri Bloemfontein. 7. apríl stóð strið norðanfyri Bloemfontein. Har sigast Eingilskmenninir at hava mist 1500 menn (600 deyðir og særdir) og 12 vognar. í fleiri støðum longri suðuri hava Eingilskmenninir haft ampa av flokksmonnum, sum tykjast at vilja oyðuleggja jarnbreytina og aðrar sambands- vegir. í eingilsku heraðspørtunum vestan- fyri Kimberley hava fleiri túsund av bønd- rum, sum eru av hállenđskari rót, gjørt uppstand ímóti Eingilskmonnum. >Oddamennt. »Fuglaframi« hevur í einari grein, skrivað undir hesari yvirskrift, framhildið, at bløð okkara áttu at røst og nevnt okkara góðu menn so ofta sum til bar. Tað meini eg eisini. Eg haldi tað ikki vera rætt bara at framhalda tað ringa og ljóta hjá fólkinum, men so ofta sum møguligt gleði- liga greiða frá tí vakra og góða. Eg meini ikki bara at ođdamenninir skulu umtosast rósandi, men ein og hvør, sum vittirliga fortjenar rós, um hann ikki kann roknast uppí oddamenninar. Herum skal eg tó ikki skriva á hesum sinni, men tosa um nakað annað. Oddamenn forstandi eg sum fyrigongu- menn á ymsan hátt. Hvussu nógvar fyri- gongu- ella undangongumenn vit eiga, veit eg ikki, men nakrar kenni eg. Summir av teimum hava evnir til at vera undangongu- menn har sum fólkið ikki er frítt og sjálv- bjargið, men fáar undangongumenn eiga vit, sum duga at ganga á odda fyri einum fríum fólki. Ein Føringur, sum heldur seg duga og stillar seg fram sum undangongu- mann, er ofta ráðarikur og tolir ikki væl, at nakar hevur frammihjá meiningar, tó at ein skuldi trú, at slíkt var líkafram og na- túrligt. Tað er tí ikki bara illsint tos, tá íð menn siga, at summir av okkara natio- nalu førarum vilja æla upp eitt fólk, sum skal regerast av einstøkum ráðaríkum stór- monnum. Tað sýnist so, tí so skjótt sum fólkahópurin ikki í eitt og alt er undir- brátligur oddamonninum, so er eldur í koluni. Hetta er skeivt og tað forðar fyri sannari framgongd. Vit vilja hava gott av at taka læru av teimum góðu monninum í okkara landi, men vit vilja ikki vita av nøkrum høvdingavaldi í okkara landi um- framt tað, sum lóg og rættur manar okkum til, og í hvussu er, vilja vit sleppa at kjósa okkum høvdingarnar sjálvir, tá íð vit skulu brúka odđamenn. Undangongumenn kunna vit ikki kjósa okkum, tí slíkir menn vinnast ikki við stemmuseðlum, men teir standa fram í sínum verki. Ein miðlingamaður. Bræv ur Norðasta China. Tað er ímillum gjørt, at tiðindi kunnu koma úr Norðasta China, mest av tí — hugsi eg, — at vegurin er langur og leiðin vanđafull at koma aftur og fram. Um eini tíðindir koma eina ferð, so eru tey so forn, at lítil fongur er í teimum. Jarnbreytin, sum Ruusmaðurin hevur lagt, er okkum til lítla nyttu, og holið, íð Rukkutu Skrukkutu ferðaðist ígjøgnum, tykist at vera tipt. Veturin hevur verið kavamikil. Tá ið so statt er, ræður urn at hava góðan seyða- mann. í tí sum í mongum øðrum ger skepnan nógv. og hon tykist her um leið ikki at vera til vildar. Seyðamaðurin hjá okkum hevur ikki rætt huglyndi til at ganga burt í haga; at hyggja inn í eitt ból býður hann ikki til. Eftir hvat íð sigist, dámar honum ikki hetta seyðaslagið; men er frálíka fegin, tá íð ókunnugur seyður skýtst hegar, og har, íð hann tekur støðu, hugar honum best at vera. Hann fæst ikki burt um garðin, síðan eitt heimalamb av ókunnugum slagi kom her um vegir. Tí hevur hann stóra umhugsan fyri og harmast um, at heimrustirnar ikki eru góðar her i Norðasta China. Heimalambið sigist at vera dapurskygt á øðrum eyganum, so at tá íð tað rennur í kring við sólini, sær tað ikki ravnarnar flykkjast fyri uttan, og sjaldsamt er at hoyra tað jarma. Tað samtykkist ikki við seyðin her — helđur hann ivaleyst vera villan —; men seyða- maðurin og tað eru sum eitt. Tað hevur verið gamal siður her um vegir, at fáa smálombini markað sum snarast, men nú fæst tað ikki væl í lag, tí seyðamaðurin ber ofta við, at hann ikki er skøddur ella útgjørdur sum hann skal. Skilið er ringt bæði av ravnarivi, vatn- sjúku og øðrum vanda. Ja, mangt er í neyðini nýtt, og er nøkur hjálp at fáa, so latið hana koma frá tykkum, íð búgva, »hvar fuglaætið meira er og kuldin minni skaða ger«. Tsiz-Fex-Hech-Rukk.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.