Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 3
Om saa Jorđen „djumper“ op og ned, saa maa man ta’e det med Gemytlighed. (St. Jákup.) Eg gekk fram fyri mannin, sum sat á pallinum og græt, og eg kendi hann, sGóðan dag, Jóanes,« sigi eg, »hví gráta tygum so illa, er nakað gingið tygum ímóti? Tygum eru jú ikki meiri í tí aldrinum, tá íð móður tyktar.* »Er tað tygum, Q,« sigir Jóanes grát- andi, »geri ikki ,nar’ at mær, men eg I^nn gjarna gráta, tí Rasmus hevði kastað runu á meg og đálkað meg.« »Legg ikki í, Jóanes,« sigi eg, »Ras- mus lænar tygum tvæð til at reinsa tygum aftur við, um tygum vilja.« »Nei! nei!« sigirjóanes, »Rasmus skal minnast á hetta, sanniliga skal eg'forklaga hann fyri mam . . . fyri presti.« »Yeri nú ikki fávitskutur,« sigi eg, »lati meg turka eygur tygara og gráti so ikki meiri (eg turkaði tárir hanns uppí eina torvu) —- hugsu um tað, sum St. Jákup segði: ,Om saa Jorden . . .’. Hetta er jú føroysk runa, sum Rasmus hevur kastað á tygum, og hon er úr okkara jørð. Men sig mær Jóanes, hava tygum einki gjørt Rasmusi fyrst; hann plagar ikki gjarna at sipa fyrsta stein.« Jóanes reisti seg upp av pallinum og og turkar eygur síni uppí ermuna og svarar: »Rasmus er eldri og klókari enn eg, og hann behøvur ikki at kasta við runu, um eg geri t'að. Hann mátti eisini vita, at eg havi kastað við runubløkum eftir øðrum alla tíð mína, og eingin plagar at hevna seg aftur inn á meg fyri tað. Rasrnus mátti kent meg so væl, at hann visti, at eg kasti ikki við runu fyri at đálka nakran, men bara fyri stuttleika og fyri at sýna, hvussu væl eg dugi at kasta, eg meini ikki nakað við tí, eg geri.« »Hoyr, Jóanes mín,« sigi eg, »legg einki í hetta, sum farið er, fari nú heim og vaski tygum. Rasmus gevist mestur at kasta, tí hann vil ikki fáa tygum aftur at gráta og hann vil neyvan mana tygum yvir aftur til Havnar fyri at skraða hitt blaðið burtur úr Havnar semjingarnevnds gerðabók, hvar tygum hava merkt tygum navn i søguni. Eina ferð enn: Gráti ikki, men sigi uppá føroyskt tað, sum St. Jálcup segði í donskum: Um so runan djumpar upp og niður á meg, mín góði Rasmus, ikki gráti eg; tí runan er úr føroyskum dýki, og okkara jørð er jú okkara líki.« Tá íð eg kom heim aftur frá Jóanesi, setti eg meg at skriva, men eg fekk tað ikki endað. Um náttina đroymdi eg meg at lesa í »Fuglaframa«, »at Jóanes eftir bøn hevur fingið bevilling til atkasfa runu frá ista apríl igoo at rokna og eingin annar í Førjum má ganga honum í vegin.« — Olukkudýrið Rasmus. Q. Fyri »Smásangir og Sálmar« er eftir »Fuglaframa« innkomið: fyri seldar bøkur............... 352 kr. við uppteljingsfeili............ 100 — 452 kr. Bókin sigist at hava givið yvirskot, ti hon kostaði í prentsmiðjuni 435 kr. »Føringat.«s Q. Ein dreymur. Ein maður varð đømdir til deyða fyri at hava tikið lívið av einum øðrum manni, sum hann hevði ferðast saman við og búð saman við. Maðurin — lat okkum kalla hann Júdas — segði seg ósekan í tí, hann varð dømdur fyri; hann vildi vera við, at hin varð myrðaður meðan hann svav. Men alt var ímóti honum og dømdur varð hann tí til deyða. Tann morgunin, sum hann skuldi skiljast av við lívið, komu menn inn eftir honum í fongslið. Hann greiđdi teimum tá frá einum dreymi, hann hevði haft á tann hátt, at meðan hann stóð á rættarstaðnum og dómurin bleiv lisin upp fyri honUm, sá hann ein mann við hvítum hatti ella húgvu, gráum koti og buksum. Ein fuglur sang oman yvir høvdi hans: Hetta er maðurin, sum drap hin. Júdas varð førdur til rættarstaðið, dómurin bleiv upplisin fyri honum og hann byrjaði at túta av angist. Ein løta gekk, tá tók hann í at peika á ein gamlan mann, klæddir í hvítari húgvu og gráum koti, sum stóð imillum fólkið: Har stendur maðurin, sum drap hin reisandi. Hesin gamli maðurin varð so tikin. Hann byrjaði við at nokta seg sekan, men at endanum tilstóð hann alt og hann bleiv so settur. Júdas bleiv latin leysur og han hvarv. 3 dagar gingu og nú begynti hin grái maðurin aftur at tosa. Hann greiddi frá, at hann varð eitt konufólk, var giftur við Júdasi og at Júdas hevði dripið mannin, men tað vóru uppløgd ráð teirra millum, tá íð Júdas fór í fongsil, at gera so, sum gjørt varð, og Júdas slapp. , Søgnin er, at konan eisini mátti sleppa, tí lógin segði ikki hana seka í nøkrum voldsgerðum. — Henda søgan er frá Amerika.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.