Føringatíðindi - 21.06.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 21.06.1900, Blaðsíða 2
ólukkudýrini. Eg havi lagt tykkum ráð, vil A. J. siga, sum eg sigi, eiga tit at gera —i- mær kemur tað ikki við, um tit lata vera. Og so skrivar hann róliga eitt Keypmanna- havn 35/3 1900 og letur Føringar um rest- ina, og hann veit, at tað, hann vil hava Føringar til at seta í verk, kundi hann einki gjørt við sjálvur. Fyrr í tíðini hevði eitt slikt bræv úr Keypmanriahavn virkað sum eitt himmalbræv — tað veit A. J., men hann veit ikki. at tað er sum yrkjarin J. P. G. skrivaði: »Tað var ein tíð, vit trúið á heks og trøll so smá, men nú eru eyguni meiri konveks og minni trá . . .« Til troyst fyri okkara útlenđsku brøður kann sigast, at teir ikki nýtast at hava $komm av okkum her í Førjum. Nú birtast mál i Førjum, sum vera sett í verk so skjótt sum peningar eru at seta í tey. Føringar taka ikki imóti tikt frá tykkum, fyrr enn tit visa okkum hvat tit đuga í verki. Q. Okkara vinnuvegir. Góður framburður hevur verið nú í næstumí ymsum vinnuvegsgreinum íFørjum. Prýðuligt er at siggja nógv av tí grót- arbeiði, bæði húsabygging og øðrum, ið nú verður lagt úr hondum. Av teimum heimalærdu, sum duga at gera frálika vakrar gravsteinar o. tíl., eigir at nevnast Johan And. Petersen i Mikladali. Peter Arge hevur leingi verið kønur í slíkum grótarbeiði og hevur verið eitt skifti niðri í Kjøbinhavn og fingið sær meiri kunnskap. Síðan hevur hann sett upp verksmiðu her í Havnini, »úti í grind«. Hann ger har bæði gravsteinar og annað polerað grót- arbeiði, sum kann setast javnt við mangt av tí fitligastað, íð sæst í útlondum. A Tvøroyru hevur V. Thorstensen snikkaraverkstað, sum eisini er eitt gott dømi uppá framburð í føroyskum handa- verki. Harí verða avrikaðir sjáldsama góðir og prýðuligir møblar. Har arbeiðir Johannes Hansen úrHavn, sum ’nevur lært »niðri«, men Vilhelm sjálvur, sum ikki hevur verið burtur og lært, kappast við hann í kynstrigheit. F u n d i r. Eg havi altíð vita, at Sverre v. »Fugla- frami« hoyrdi til tey fátæku í ondini. Ein barnsligur naivitetur og ein smalur tanka- gangur er betegnandi fyri alt, hann hevur sagt og skrivað, men at hann skuldi verið so út av lagi tápuligur, at hann í ramasta álvara tilleggur teimum sokallaðu fólka- fundum, sum nøkur vittig høvd hava funnið uppá at stuttleika sær og øðrum við hesi síðstu árini, nakran størri reformatoriskan betýđning, tað hevði eg ikki trú, um nakar segði mær tað. Nú sigir hann tað sjálvur. í seinasta nr. av »Fuglaframa« leikar hann í sum eitt ótt yvir eitt møti, íð hildið var úti á Grásteini 2. hvítusunnudag, eitt møti, sum hvørki var verri ella betri enn øll hini. At hesir síðstu talarnir skuldu staðið so nógv aftanfyri Sverra og Jóanes og Jóanes og Sverra. ella hvat teir nú allir eita, í menniskjavirði, trúgvi og ikki, og at teir đuga at vrøvla so væl sum nakar hava vit títt nokk haft dømi uppá. Og billar Sverra sær virkuliga inn, at tað, íð tosað var í Mannafallsdali, úti á Nólsoy, á Sandoyarfundunum, vestur í Vágum og á øðrum fundum—ja lat meg ikki gloyma tað besta, Sverra v. »Fuglaframa«s »be- rømtu« umreisu, — hevur meira reelan be- týdning fyri fólk og land enn tað, íð sagt var á Grásteini, so má eg siga: »Liebens wiirdige Naivitet«, tí so er hann bíttari enn eg trúðið. Eg skal geva Sverra eitt gott ráð, áðrenn hann framtúrar víðari í hesum fundar vrevlinum: Tak bókina, sum er nevnd »Holbergs Komedier«. Slá upp í henni og set teg niður og les við andakt og umtanka »Den politiske Kandestøber«; forstendur tú ikki straks, so les aftur inntil tað gongur upp fyri tær, at tú og hin kannustoyparin, íð forsømdi arbeiðið sítt fyri at keglast um ting, hann einki forstand hevði uppá, eru nettupp tvær alin av sama stykki, og tykkara fólkamøtir tað ramasta »kannu- stoyparí«, íð verið hevur síðani gamli Hol- berg sáli læt tey gløggi eygur síni aftur í siðsta svøvninum — sig so,- at tað segði Sam. Olsen. Ein visasligur hestur sæst gangandi í Havnar túni. Fólk spyr, hvør ið hestin eigir og fólk svarar hvør íð eigir hann ein so ein annar so. Hvussu er ella ikki: hesturin má vera đeyðasjúkur, tí hann sær so skirvisligur út sum eg veit ikki hvat. Er eingin lóg til, sum forbjóðar at brúka so ússaligar hestar, tí arbeiðsførur kann hann ikki vera. Ella er hann kannske í Havn til doktara? Hann sær mestan so-j loiðis út. Forvitin. »Fuglaframi« tosar nógv um fólka- fundin við Grástein og letur lesarir sínar fata, at menn standa aftanfyri innbjóðilsið til fundin, sum eru kendir tó ikki nevndir.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.