Føringatíðindi - 21.06.1900, Blaðsíða 2
ólukkudýrini. Eg havi lagt tykkum ráð,
vil A. J. siga, sum eg sigi, eiga tit at gera —i-
mær kemur tað ikki við, um tit lata vera.
Og so skrivar hann róliga eitt Keypmanna-
havn 35/3 1900 og letur Føringar um rest-
ina, og hann veit, at tað, hann vil hava
Føringar til at seta í verk, kundi hann
einki gjørt við sjálvur. Fyrr í tíðini hevði
eitt slikt bræv úr Keypmanriahavn virkað
sum eitt himmalbræv — tað veit A. J., men
hann veit ikki. at tað er sum yrkjarin J. P. G.
skrivaði: »Tað var ein tíð, vit trúið á heks
og trøll so smá, men nú eru eyguni meiri
konveks og minni trá . . .«
Til troyst fyri okkara útlenđsku brøður
kann sigast, at teir ikki nýtast at hava
$komm av okkum her í Førjum. Nú birtast
mál i Førjum, sum vera sett í verk so
skjótt sum peningar eru at seta í tey.
Føringar taka ikki imóti tikt frá tykkum,
fyrr enn tit visa okkum hvat tit đuga í
verki. Q.
Okkara vinnuvegir.
Góður framburður hevur verið nú í
næstumí ymsum vinnuvegsgreinum íFørjum.
Prýðuligt er at siggja nógv av tí grót-
arbeiði, bæði húsabygging og øðrum, ið
nú verður lagt úr hondum. Av teimum
heimalærdu, sum duga at gera frálika
vakrar gravsteinar o. tíl., eigir at nevnast
Johan And. Petersen i Mikladali. Peter
Arge hevur leingi verið kønur í slíkum
grótarbeiði og hevur verið eitt skifti niðri
í Kjøbinhavn og fingið sær meiri kunnskap.
Síðan hevur hann sett upp verksmiðu her
í Havnini, »úti í grind«. Hann ger har
bæði gravsteinar og annað polerað grót-
arbeiði, sum kann setast javnt við mangt
av tí fitligastað, íð sæst í útlondum.
A Tvøroyru hevur V. Thorstensen
snikkaraverkstað, sum eisini er eitt gott
dømi uppá framburð í føroyskum handa-
verki. Harí verða avrikaðir sjáldsama
góðir og prýðuligir møblar. Har arbeiðir
Johannes Hansen úrHavn, sum ’nevur lært
»niðri«, men Vilhelm sjálvur, sum ikki
hevur verið burtur og lært, kappast við
hann í kynstrigheit.
F u n d i r.
Eg havi altíð vita, at Sverre v. »Fugla-
frami« hoyrdi til tey fátæku í ondini. Ein
barnsligur naivitetur og ein smalur tanka-
gangur er betegnandi fyri alt, hann hevur
sagt og skrivað, men at hann skuldi verið
so út av lagi tápuligur, at hann í ramasta
álvara tilleggur teimum sokallaðu fólka-
fundum, sum nøkur vittig høvd hava funnið
uppá at stuttleika sær og øðrum við hesi
síðstu árini, nakran størri reformatoriskan
betýđning, tað hevði eg ikki trú, um nakar
segði mær tað. Nú sigir hann tað sjálvur.
í seinasta nr. av »Fuglaframa« leikar
hann í sum eitt ótt yvir eitt møti, íð hildið
var úti á Grásteini 2. hvítusunnudag, eitt
møti, sum hvørki var verri ella betri enn
øll hini. At hesir síðstu talarnir skuldu
staðið so nógv aftanfyri Sverra og Jóanes
og Jóanes og Sverra. ella hvat teir nú allir
eita, í menniskjavirði, trúgvi og ikki, og
at teir đuga at vrøvla so væl sum nakar
hava vit títt nokk haft dømi uppá. Og
billar Sverra sær virkuliga inn, at tað, íð
tosað var í Mannafallsdali, úti á Nólsoy,
á Sandoyarfundunum, vestur í Vágum og
á øðrum fundum—ja lat meg ikki gloyma
tað besta, Sverra v. »Fuglaframa«s »be-
rømtu« umreisu, — hevur meira reelan be-
týdning fyri fólk og land enn tað, íð sagt
var á Grásteini, so má eg siga: »Liebens
wiirdige Naivitet«, tí so er hann bíttari enn
eg trúðið.
Eg skal geva Sverra eitt gott ráð,
áðrenn hann framtúrar víðari í hesum fundar
vrevlinum: Tak bókina, sum er nevnd
»Holbergs Komedier«. Slá upp í henni og
set teg niður og les við andakt og umtanka
»Den politiske Kandestøber«; forstendur
tú ikki straks, so les aftur inntil tað gongur
upp fyri tær, at tú og hin kannustoyparin,
íð forsømdi arbeiðið sítt fyri at keglast um
ting, hann einki forstand hevði uppá, eru
nettupp tvær alin av sama stykki, og
tykkara fólkamøtir tað ramasta »kannu-
stoyparí«, íð verið hevur síðani gamli Hol-
berg sáli læt tey gløggi eygur síni aftur í
siðsta svøvninum — sig so,- at tað segði
Sam. Olsen.
Ein visasligur hestur sæst gangandi í
Havnar túni. Fólk spyr, hvør ið hestin
eigir og fólk svarar hvør íð eigir hann ein
so ein annar so. Hvussu er ella ikki:
hesturin má vera đeyðasjúkur, tí hann sær
so skirvisligur út sum eg veit ikki hvat.
Er eingin lóg til, sum forbjóðar at brúka
so ússaligar hestar, tí arbeiðsførur kann
hann ikki vera. Ella er hann kannske í
Havn til doktara? Hann sær mestan so-j
loiðis út. Forvitin.
»Fuglaframi« tosar nógv um fólka-
fundin við Grástein og letur lesarir sínar
fata, at menn standa aftanfyri innbjóðilsið
til fundin, sum eru kendir tó ikki nevndir.