Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATIÐINDI Nr. 9. AUGUST 1900. ii. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Kenn mær, tú pálmi. (Oelenschláger.) Kenn mær, tú pálmi heystardag at følna glaður, sum títt blað; mær bíðar betri summar, har fagurt grønt mítt træ skal stá nýborið streymar lívið tá til røtur og til runnar. Kenn, fuglur, mær við kátum hug høgt upp í luft at beina flog til ókunnugar strendir; tá alt er hult í snjógv og ís mær víst eitt yndugt paradís har uppi opið stendur. Tú lokki, mær at fella kenn útslitna ham, íð tungur enn mítt frelsi støðugt treingir. Sum matkur krúpi eg í mold, um síður munnu hevja holđ tær lættu gyltu veingir. Tú íð úr skýnum til mín lær, mín meistari, o Jesus kær’, meg sigra lat í sorgum, víst fríggjadagsins neyð var hørð — við sorg í himli, sorg á jørð —, men fagur páskamorgun. Erlendur týddi. Føroyskt og Danskt. Harri blaðstýrari! Tygum eru kanske so beinasamur at upptaka eftirfylgjandi grein í tygara blað, »Føringatíðindi«. Tað er so títt og ofta sagt, at okkara móðurmál hevur bæði fyrr og nú haft ov lítlan rætt her í okkara egna landi, og eg trúgvi, at øll skilafólk munnu sanna tí, at so er og hevur verið vorðið, tí, sum øll vita, hevur tað danska málið nú í lang- samiliga tíð sitið í hásætinum. Tó er tað óivað, at í tí fyrstu tiðini, tá íð Førjar vóru bebygdar, og ivaleyst langar tiðir hareftir — kanske líka til tann lutheriska trúgvin bleiv innførd her í norðanlonđum — høvdu Før- ingar sítt egið móðurmál og bókmál. Men við tað at nú Noreg við sínum spjaddu oyggjarlondum kom inn undir danskaveldi, so kom tað eisini so við og við, at tað danska málið, sum bæði tá og seinri var blivið nógv broytt eftir týskum, trongdi seg meir og meiri fram og trokaði tað' gamla føroyska málið longri og longri burtur frá sínum óðalsrætti. Eg sigi tó ikki, at tað varð gjørt av illvilja av Danskarum imóti Føringum. Føringar sannaðu tað tá valla sjálvir í tí tíðini. Men Førjamál fekk tó ikki banasár av tí; tað bleiv við at liva ímillum manna, bæði innan- og uttandura bleiv tað brúkt, tað bleiv við at liva í minnunum, í søgunum og í kvæðunum. Eftir søgnum so hildu mangir Dansk- arir tað fyrr í tíðini — og kannske ikki sørt enn —at tað var nógv fínari at tosa týskt enn danskt, og við tað fingu nógv týsk orð og týskar orðavendingar inngang í tað đanska málið, og soleiðis hava eisini mangir Føringar hildu fyrr, og kanske eisini enn, at tað er meiri fínt at tosa danskt enn føroyskt. Hvør og ein, sum vil, kann síggja tað av okkara góðu gomlu nøvnum, sum nú nógv eru útruddað ella bronglað so av lagi, at tey so at siga eru ókennilig. Hyggið í tær gomlu kirkju- bøkurnar og vitið so, um tað ikki er stórur munur ímillum, hvussu nøvnini vóru skrivað fyri 80—ioo árum síðani og nú. Normenninir gremja seg um tað sama sum Føringar, líkasum teir eisini á sama hátt sum vit strevast fyri at fáa tað gamla norska málið, sum teir nú kalla »landsmálið«, innførtsum »officielt« bókamál; men vegurin hjá teimum er ikki minni torførir enn hjá okkum, tó at teir eru mannsterkari enn vit eru. Tað er í Noreg fleiri býir, sum vit her í Førjum vildu kalla stórbýir, og í teimum tosar meginparturin av fólkinum tað đanska »ríksmálið«, sum ber lítið sundur frá tí đanska bókamálinum; men eina slíka óhepni hava vit ikki at dragast við her: tí allir Føringar tosa og duga so dánt at tosa og forstanda føroyskt; so fyri tann skuld kann Førjamál fáa allan tann rætt, sum tað eigir. Tað hevur verið sagt, at fjøldin av Føringum ikki kann danskt. Tað kann vera sum vit vilja taka tað. Eg trúgvi nú

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.