Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 2
at størsti parturin av Føringum forstanda so dánt allar almindiligar danskar bøkur, sum t. d. sálmar, bønabøkur, lestrabøkur, kempurímur og søgubøkur, hvar aftur ímóti eg væl vil viðganga, at tað er tann minni parturin av Føringum, sum lýtaleyst dugir at úttrykkja seg uppá danskt, hvørki í al- mindiligum tosi ella uppá prent, líka so litið sum teir kunnu forstanda svidenskabe- liga«, lærdar bøkur. Eg havi eisini sætt brøv skrivaði bæði av jútskum og selandsk- um almúisfólki, sum gjørliga vísa, at ikki heldur allir Danskarir kunna at skriva tað danska málið lýtaleyst, men har fyri vil eg ikki siga, at teir ikki forstanda tað, tí at kunna og at forstanda eitt mál er so langt frá at vera tað sama. Nú í fleiri ár hevur verið nógv tós um Førjamál, um hvat dugur í tí er, um hvat rætt tað hevur og tað eigir; og sum vit vita, eru ymiskar meiningar um alt hettar. Tað má sigast,- at góður stiril hevur verið í Førjamáli, tí annars hevði tað fyri mongum, mongum harrans árum síðani verið skirvis- ligari, enn tað hegar til hevur verið, og tó at vit mega viðganga, at tað nógv er brotið og avlagað, so er tað ikki meiri, enn at tað enn kann bøtast uppá tað, fyri at fáa tað aftur í lag, sum brotið er. Eg vóni, at tann tíð vil koma — tann natúrligi útviklingurin førur tað við sær —, tá íð Førjamál aftur vil fáa tann rætt, tað eigir, so tað aftur við sannheit kann sigast: »Aftur Føringur bleiv fríur, tók við síni ogn«. S. M. Z. Tii íQ«. Tað er ikki fyri tann skyld, eg sendi hesa greinina, at eg vænti Q at taka sær nakað av tí, eg sigi — tað spýtur og tvítur jú at øllum, sum ikki er skrivað í Førjum,— men bara fyri at vísa Q, at eg heldir ikki taki mær nógv av tí, tað sigir, og at Før- ingar i Keypmannahavn hava eina aðra meining um yrking enn Q hevur. Fegin vildi eg verið heima í Førjum og skrivað hesa greinina, so at Q kundi lisið hana við hug og umhugsan — men tað er langt frá Jútlandi til Førjar. Q deilur meg í tí seinastu greinini, tað hevur í »Føringat.«. tí eg havi verið bæði ófólkaligur og grovur ímóti tí, sigir tað, tó at Q hevur verið so sera fólkaligt og blídligt og »sakligt« — bara dygdir alt samalt. Tað er godt at vera fólkaligur. Tað halda allir rættir menn nógv av. Men tað er so keðiligt, tá ið ein sjálvur skal verða noyddur at siga tað: »sjálvrós stinkar«. Og so vildi Q geva mær góð ráð til at yrkja eftir, sigir tað. Tey ráðini havi eg, sannheit at siga, ikki fingið fatur á. Men rímiligvís hava tey verið stílaði soleiðis, at eg eina ferð í tíðini •— í fall eg brúkti ráðini — kundi komið til at siti á for- undringsstólinum á einari skrivustovu í Havn og verið erpin av teimum stóru skaldaverkum, eg hevði gjørt í mínum ungu døgum. Q skilar ikki til, hvussuleiðis eg havi verið ófólkaligur. Var tað kanske ófólka- ligt, at eg vísti Q, hvussu tað tosaði ímóti sær sjálvum í hinum halanum, tað skrivaði í »Føringat.« nr. 7? Ella var tað ófólka- ligt, at eg í heila takið vágaði at siga nøkur orð til Q, og vágaði at siga, at hin halin var heimføðisliga og býttisliga skriv- aður? Eg veit ikki hvat Q meinar. Eg haldi tað ikki. Q hevur ikki borið seg annarsleiðis at hesa ferðina, enn tað er vant. Sigir nakar eitt orð um, at Føringar ikki eru komnir so langt fram á, sum teir áttu at verið, at teir áttu at skamma seg við eitt og annað, sum teir ikki skamma segvið, so begynnir Q at ramsa upp teirra dygdir og gloymur alt annað. Hvat kann vera heimføðisligari enn tað? Og tá íð so ein sigir, at Q ber seg heimføðisliga og býttisliga at, so tekur tað helftina av »Føringat.« til at vaska sær sjálvum í einari grein, sum kundi verið betri og týðiligari skrivað í tíggju reglum; og spillur so burtur bæði pappir og tíðina hjá teimum, íð lesa blaðið. Tí fimm ferðir má ein lesa greinina, áðrenn ein fatar mein- ingina í henni, og tá fyrstani fatar ein, at eingin meining er í henni. Tí soleiðis er tað alt rørt saman í ein vavgreyt, og so nógv orð hevur Q brúkt til at siga tað sama við. Og alt hetta sama — einki — hevur Q sagt næstan hvørja ferð fyrr, tað hevur haft eina grein í »Føringat.« Q fortelur, at tað fekk yrkingina »eitt róp« sendandi frá »góðum vini, sum unti »Føringat.«s lesarum hana« — og sjálv- sagt helt hana vera góða. Q fær yrkingina og sær við tað sama, at hon er »meinings- leys«. Men tó at Q sær tað, setur tað seg niður og forandrar einkult orð hist og her, skrivar so ein langan hala og heldur nú, at tað hevur fingið meining í hetta mein- ingsleysa snakkið, og at yrkingin nú er búgvin til at fara út millum fólk. Vinurin, sum sendi Q hesa yrkingina, hevur dupult so nógv skil uppá yrking, sum Q hevur sjálvt. Og tá íð yrkingin varð lisin upp úr »Várskoti« — har hon kom fyrst — kundu folk ikki lata vera at klappa í hendurnar, og tað er ógvuliga sjaldsamt, at tað verður gjørt í Føringafelag í Keypmannahavn. Ein tann viðgitnasti Føringurin fór at taka yrkjarin í hondina, tá íð liðugt var at lesa, og bað hann blíva soleiðis við. Ein gomul, nógv vird kvinna

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.