Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 2
at størsti parturin av Føringum forstanda
so dánt allar almindiligar danskar bøkur,
sum t. d. sálmar, bønabøkur, lestrabøkur,
kempurímur og søgubøkur, hvar aftur ímóti
eg væl vil viðganga, at tað er tann minni
parturin av Føringum, sum lýtaleyst dugir
at úttrykkja seg uppá danskt, hvørki í al-
mindiligum tosi ella uppá prent, líka so
litið sum teir kunnu forstanda svidenskabe-
liga«, lærdar bøkur. Eg havi eisini sætt
brøv skrivaði bæði av jútskum og selandsk-
um almúisfólki, sum gjørliga vísa, at ikki
heldur allir Danskarir kunna at skriva tað
danska málið lýtaleyst, men har fyri vil eg
ikki siga, at teir ikki forstanda tað, tí at
kunna og at forstanda eitt mál er so
langt frá at vera tað sama.
Nú í fleiri ár hevur verið nógv tós um
Førjamál, um hvat dugur í tí er, um hvat
rætt tað hevur og tað eigir; og sum vit
vita, eru ymiskar meiningar um alt hettar.
Tað má sigast,- at góður stiril hevur verið
í Førjamáli, tí annars hevði tað fyri mongum,
mongum harrans árum síðani verið skirvis-
ligari, enn tað hegar til hevur verið, og tó
at vit mega viðganga, at tað nógv er brotið
og avlagað, so er tað ikki meiri, enn at tað
enn kann bøtast uppá tað, fyri at fáa tað
aftur í lag, sum brotið er.
Eg vóni, at tann tíð vil koma — tann
natúrligi útviklingurin førur tað við sær —,
tá íð Førjamál aftur vil fáa tann rætt, tað
eigir, so tað aftur við sannheit kann sigast:
»Aftur Føringur bleiv fríur, tók við síni ogn«.
S. M. Z.
Tii íQ«.
Tað er ikki fyri tann skyld, eg sendi
hesa greinina, at eg vænti Q at taka sær
nakað av tí, eg sigi — tað spýtur og tvítur
jú at øllum, sum ikki er skrivað í Førjum,—
men bara fyri at vísa Q, at eg heldir ikki
taki mær nógv av tí, tað sigir, og at Før-
ingar i Keypmannahavn hava eina aðra
meining um yrking enn Q hevur.
Fegin vildi eg verið heima í Førjum
og skrivað hesa greinina, so at Q kundi
lisið hana við hug og umhugsan — men
tað er langt frá Jútlandi til Førjar.
Q deilur meg í tí seinastu greinini, tað
hevur í »Føringat.«. tí eg havi verið bæði
ófólkaligur og grovur ímóti tí, sigir tað,
tó at Q hevur verið so sera fólkaligt og
blídligt og »sakligt« — bara dygdir alt
samalt.
Tað er godt at vera fólkaligur. Tað
halda allir rættir menn nógv av. Men tað
er so keðiligt, tá ið ein sjálvur skal verða
noyddur at siga tað: »sjálvrós stinkar«.
Og so vildi Q geva mær góð ráð til
at yrkja eftir, sigir tað. Tey ráðini havi
eg, sannheit at siga, ikki fingið fatur á.
Men rímiligvís hava tey verið stílaði soleiðis,
at eg eina ferð í tíðini •— í fall eg brúkti
ráðini — kundi komið til at siti á for-
undringsstólinum á einari skrivustovu í
Havn og verið erpin av teimum stóru
skaldaverkum, eg hevði gjørt í mínum ungu
døgum.
Q skilar ikki til, hvussuleiðis eg havi
verið ófólkaligur. Var tað kanske ófólka-
ligt, at eg vísti Q, hvussu tað tosaði ímóti
sær sjálvum í hinum halanum, tað skrivaði
í »Føringat.« nr. 7? Ella var tað ófólka-
ligt, at eg í heila takið vágaði at siga
nøkur orð til Q, og vágaði at siga, at hin
halin var heimføðisliga og býttisliga skriv-
aður? Eg veit ikki hvat Q meinar. Eg
haldi tað ikki.
Q hevur ikki borið seg annarsleiðis at
hesa ferðina, enn tað er vant. Sigir nakar
eitt orð um, at Føringar ikki eru komnir
so langt fram á, sum teir áttu at verið, at
teir áttu at skamma seg við eitt og annað,
sum teir ikki skamma segvið, so begynnir
Q at ramsa upp teirra dygdir og gloymur
alt annað. Hvat kann vera heimføðisligari
enn tað? Og tá íð so ein sigir, at Q ber
seg heimføðisliga og býttisliga at, so tekur
tað helftina av »Føringat.« til at vaska sær
sjálvum í einari grein, sum kundi verið
betri og týðiligari skrivað í tíggju reglum;
og spillur so burtur bæði pappir og tíðina
hjá teimum, íð lesa blaðið. Tí fimm ferðir
má ein lesa greinina, áðrenn ein fatar mein-
ingina í henni, og tá fyrstani fatar ein, at
eingin meining er í henni. Tí soleiðis er
tað alt rørt saman í ein vavgreyt, og so
nógv orð hevur Q brúkt til at siga tað
sama við. Og alt hetta sama — einki —
hevur Q sagt næstan hvørja ferð fyrr, tað
hevur haft eina grein í »Føringat.«
Q fortelur, at tað fekk yrkingina »eitt
róp« sendandi frá »góðum vini, sum unti
»Føringat.«s lesarum hana« — og sjálv-
sagt helt hana vera góða. Q fær yrkingina
og sær við tað sama, at hon er »meinings-
leys«. Men tó at Q sær tað, setur tað seg
niður og forandrar einkult orð hist og her,
skrivar so ein langan hala og heldur nú,
at tað hevur fingið meining í hetta mein-
ingsleysa snakkið, og at yrkingin nú er
búgvin til at fara út millum fólk.
Vinurin, sum sendi Q hesa yrkingina,
hevur dupult so nógv skil uppá yrking,
sum Q hevur sjálvt. Og tá íð yrkingin
varð lisin upp úr »Várskoti« — har hon
kom fyrst — kundu folk ikki lata vera at
klappa í hendurnar, og tað er ógvuliga
sjaldsamt, at tað verður gjørt í Føringafelag
í Keypmannahavn. Ein tann viðgitnasti
Føringurin fór at taka yrkjarin í hondina,
tá íð liðugt var at lesa, og bað hann blíva
soleiðis við. Ein gomul, nógv vird kvinna