Føringatíðindi - 09.08.1900, Qupperneq 1
FØRINGATIÐINDI
Nr.
9. AUGUST 1900.
ii. Ár.
Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!
Kenn mær, tú pálmi.
(Oelenschláger.)
Kenn mær, tú pálmi heystardag
at følna glaður, sum títt blað;
mær bíðar betri summar,
har fagurt grønt mítt træ skal stá
nýborið streymar lívið tá
til røtur og til runnar.
Kenn, fuglur, mær við kátum hug
høgt upp í luft at beina flog
til ókunnugar strendir;
tá alt er hult í snjógv og ís
mær víst eitt yndugt paradís
har uppi opið stendur.
Tú lokki, mær at fella kenn
útslitna ham, íð tungur enn
mítt frelsi støðugt treingir.
Sum matkur krúpi eg í mold,
um síður munnu hevja holđ
tær lættu gyltu veingir.
Tú íð úr skýnum til mín lær,
mín meistari, o Jesus kær’,
meg sigra lat í sorgum,
víst fríggjadagsins neyð var hørð
— við sorg í himli, sorg á jørð —,
men fagur páskamorgun.
Erlendur týddi.
Føroyskt og Danskt.
Harri blaðstýrari!
Tygum eru kanske so beinasamur at
upptaka eftirfylgjandi grein í tygara blað,
»Føringatíðindi«.
Tað er so títt og ofta sagt, at okkara
móðurmál hevur bæði fyrr og nú haft ov
lítlan rætt her í okkara egna landi, og eg
trúgvi, at øll skilafólk munnu sanna tí, at
so er og hevur verið vorðið, tí, sum øll
vita, hevur tað danska málið nú í lang-
samiliga tíð sitið í hásætinum. Tó er tað
óivað, at í tí fyrstu tiðini, tá íð Førjar vóru
bebygdar, og ivaleyst langar tiðir hareftir —
kanske líka til tann lutheriska trúgvin bleiv
innførd her í norðanlonđum — høvdu Før-
ingar sítt egið móðurmál og bókmál. Men
við tað at nú Noreg við sínum spjaddu
oyggjarlondum kom inn undir danskaveldi,
so kom tað eisini so við og við, at tað
danska málið, sum bæði tá og seinri var
blivið nógv broytt eftir týskum, trongdi seg
meir og meiri fram og trokaði tað' gamla
føroyska málið longri og longri burtur frá
sínum óðalsrætti. Eg sigi tó ikki, at tað
varð gjørt av illvilja av Danskarum imóti
Føringum. Føringar sannaðu tað tá valla
sjálvir í tí tíðini. Men Førjamál fekk tó
ikki banasár av tí; tað bleiv við at liva
ímillum manna, bæði innan- og uttandura
bleiv tað brúkt, tað bleiv við at liva í
minnunum, í søgunum og í kvæðunum.
Eftir søgnum so hildu mangir Dansk-
arir tað fyrr í tíðini — og kannske ikki
sørt enn —at tað var nógv fínari at tosa
týskt enn danskt, og við tað fingu nógv
týsk orð og týskar orðavendingar inngang
í tað đanska málið, og soleiðis hava eisini
mangir Føringar hildu fyrr, og kanske
eisini enn, at tað er meiri fínt at tosa
danskt enn føroyskt. Hvør og ein, sum
vil, kann síggja tað av okkara góðu gomlu
nøvnum, sum nú nógv eru útruddað ella
bronglað so av lagi, at tey so at siga eru
ókennilig. Hyggið í tær gomlu kirkju-
bøkurnar og vitið so, um tað ikki er stórur
munur ímillum, hvussu nøvnini vóru skrivað
fyri 80—ioo árum síðani og nú.
Normenninir gremja seg um tað sama
sum Føringar, líkasum teir eisini á sama
hátt sum vit strevast fyri at fáa tað gamla
norska málið, sum teir nú kalla »landsmálið«,
innførtsum »officielt« bókamál; men vegurin
hjá teimum er ikki minni torførir enn hjá
okkum, tó at teir eru mannsterkari enn
vit eru. Tað er í Noreg fleiri býir, sum
vit her í Førjum vildu kalla stórbýir, og í
teimum tosar meginparturin av fólkinum
tað đanska »ríksmálið«, sum ber lítið sundur
frá tí đanska bókamálinum; men eina slíka
óhepni hava vit ikki at dragast við her:
tí allir Føringar tosa og duga so dánt at
tosa og forstanda føroyskt; so fyri tann
skuld kann Førjamál fáa allan tann rætt,
sum tað eigir.
Tað hevur verið sagt, at fjøldin av
Føringum ikki kann danskt. Tað kann
vera sum vit vilja taka tað. Eg trúgvi nú