Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 2
innan í sær sjálvum. Áðrenn slíkt sker, merkir ein ikki sh'kt, tí tað, sum ilt er, er ikki altíð so gott at skilja. Umframt alt betta kemur eisini ann uppá, hvussu ein metir ilt og gott og hvat ein hevur til at mála við. Tað er ofta og títt, at ein ikki kemur til at teinkja um ella meta ting, sum hava fingið hevdsrætt, sum ein kann siga. Tað, sum fornfedrar hava hildið uPpá, _tá íð tað er ilt ella minni gott, tað vilja vit ofta halda uppá sum rættar kempur, um enn vit so alt ov ofta kasta vrak uppá ella vanvirða tað góða gamla. Eg skal taka til t. d. at drekka brennivín til fyll- skap' um høgtíðir ella t. d. skjóta eitt og annað kríatúr til stuttleika, pína og plága hvønnannan við at vísa vanvirðing móti teimum. sum harrin hevur sett á ein lagri sess í allar mátar her í verðini enn okkum sjalvum. Alt hetta helđur ein, sum teinkir sunt og væl, vera synd og ímóti íí frí- sinni, sum vit skulu sýna í teinkjumáta og bragđi. Hetta eru tó mest tankar, sum vít ikki hava av natúrini, men sum helđur koma av teimum forholdum, vit eru upp- vaksin undir, ella tann teinkjumáta, sum vit hava arvað. Merkiligt er, at teir, sum tala mest um frisinni, sum oftast eru sek- aðir í at teinkja ófrítt. Hví er tað so? Mann ikki feilurin vera at finna í, at maður altíð er so ov friðaliga sintar við seg sjálvan ella førur ov sjálđan ella ongantíð kríggj við seg sjálvan. . Eg haldi, tað er feilurin, og eg haldi tí eisini, at frísinni og andligt sjálv- bjargni ikki kann finnast har, sum maðurin ikki arbeiðir so, at hann fyrst og fremst er harri yvir sær sjálvum »í sjálvum sæn. (Niðurlagt.) Til A. Jógvansons røðu um Førjar og føroyskar siðir. Hesa vanlukku røðu, Sum mangurFør- ingur hevur tikið sær ilt av, hava vit fingið sendandi fra røðarinum við bøn atfáahana upptikna í blaðið. í Føringafeiagnum har niðri í Kjøbin- havn er hendan røðan hildin; tó hava vit hvørki í »Euglaframa« ella á annan hátt frætt, at felagsfólkið hevur mælt ímóti tí yvirdrivna Ijóta málingí, har er givin av Førja siðum. Av teirru grund, og tí at vit halda røðarin hava framsett sín málning í bestu meining, hava vit ikki vilja noktað honum pláss í blaðnum. Vit hopa^ lesarnir royna at halda røð- arinum til góðar, at hann, sum er ungur og fúsur, í sínum harmi yvir okkara gomlu ósiðir hevur skotið so langt yvir málið, at hann framsetur tann ónosligasta atburð, íð okkurt hendinga fólk hevði, meðan abbar og ommur okkara vóru ung, sum rætt dømi uppá, hvussu Føringar bera seg at nú á døgum. Tí verri fara Føringar av tankaloysu ov illa við seyðinum. So ringt, sum røð- arin, A. Jógvanson, avmálar tað, er tað tí betur ikki yvir nøvur á okkara døgum. Tey eru nógv, sum bera seg at nettupp sum A. J. sigur, tað átti at verið. Ta íð røðarin útmálar ta føroysku ónos- ligheitina við so ræðuligum litum, sum hann ger, mugu vit siga hann avlagi órímuligan. Tað er neyvan nakað fólk, ið vísir meir framburð i reinførheit og hampuligheit enn Føringar á okkara døg- um. . Líka sum moldgólvini verða færri og færri, so at tey áðrenn langt um líður eru »en saga blott«, so verða árliga fleir og fleir flórar gjørdir so, at tað ber til at sópa teir við meiri nýmótans amboðum. Spakar eru nú so nógvir i Førjum, at um allir okkara væltalanđi landsmenn har niðri tóku sær fyri í ein mánað at arbeiða uppá at skaffa ein til hvørt hús, sum ongan | hevur, so hevði ivaleyst verið ein tilhvørt. | — Tá íð sakin verður granskað til botns av einum, sum til fulnar hevur skil uppá natúrfrøði og »hygieinu«, so er hondsóp- ingin ikki so ræðulig fram fyri hin mátan. At ein flórur av tí gamla føroyska slagnum j verður best sópaður við »Ádams hvíslum«, er ikki at ivast í. Tað, íð heftir við hend- urnar, inniheldur eitt sápuevni, sum ikki í i se§r sjálvt er ónosligari enn mangt av tí j fínastu fabrikssápini; ti kunnu fornar før- oyskar sópingahendur verða líka reinar sum hendurnar á teimum, íð sópa við spaka (og sum ofta harvið fáa ikki sørt av »pa« uppá fingrarnar). »Men«, sigir ein ella annar, »har heftir ein ræðuligur roykur við hendurnar«. Hartil kann svar- ast: »Hatta er ikki annað, enn hin viðgitni muskusroykurin, sum er nógv avhilđin í tí fína Parisarroykilsinum, og fyri einum hygieiniskum dómi er hann sum Himmi- ríki aftur ímóti tí fúla luft, íð mangar við | góðum huga andar inn í seg niðri á »Eyst- urgatu« millum allar tær fín fínu đamurnar. Viðvíkjandi grunnøshøvda - ræsingina hava útlendingar ikki nakað at lata Før- ingar hoyra. Tað er hjá teimum mest civiliseraðu sera fint at lata viss sløg av villum djórum og fuglum hanga leingi og ræstna, áðrenn tey verða etin. Ostur verður hjá teim fínu etin fullt so ræstur J sum grunnøshøvdini, og hann verður etin ráur og esjandi við óteljandi livandi skap- j ningum í. Eitt ostaslag verður ístungið við blámuskotnum breyðmolum, eitt annað verður lítað við korka, sum er gjørdur við súrum lanđi o. s. fr. e. Bæði virtir, vín- bersaft og mangt annað verða notin ókók-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.