Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 3
aðar av teim fínu, og teim kemur ikki í hug at vamlast við tað. — At hundar og kettar eru vanar at óreinska grunnøshøvda- rugvar, kenna vit einki til; harafturímóti vita vit, at rugurin, sum mann vera A. J.s dagliga breyð har niðri, ikki bert er út- settur fyri eitt og annað, íð kemur frá músum og rottum og øðrum størri fýrfóta đjórum, men tað hendur tí verri, at'hann eisini fær slíkt frá teim tveybeintu. Bæði ber og tey góðu súreplini og onnur aldin- frukt fær ymisligt frá fuglum og smá- djórum. Ikki mann A. J. vamlast við tað sum við flskin, hann 1 forðum hevur sætt verða stoyttur á roykstovugólvið. Føringar nú á døgum hava lítið fyri neyðini at læra nosligheit og hampuligheit frá Hetlendingum yvir høvur. Vit hava hoyrt um ýin Snáprikk, sum rak til írlands. Um Irarnir tá vóru meiri civiliseraðir enn Føringar, so tykist teirra framburður síðan at hava verið smáligur. Teir Føringar, íð skammast við føði- landið fyri okkara siðirs skylđ, eru ikki verdur at vera Føringar, og móðurlandið hevur stóra skomm av teimum. Mangur, íð vamlast við tað, íð hann kallar føroysku skitligheit, varður seg ikki fyri slíkari út- lenđskari oreinsku, sum er ringari at vaska av. Vit mugu takka A. J. fyri vælmeining og_ umhugsan fyri at bøta um føroyskar siðir, og vit hopa, at hann eina ferð kemur aftur hegar og hjálpir til at útinna hetta, sum hann heldur vera so hart fyrineyðini; tí tað er enn sum áður: »her tarvast meir av verki enn av orðum«. Blaðst. Eg havi frætt, at ein nýggj prentu- smiðja skal setast upp í Havn. Tað sigist at vera eitt partafelag, sum skal fáa hetta í lag. Enn frætti eg sum snakk, at hetta felagið skal útgeva eitt blað, sum skal nevnast »Tingakrossur«. Orðið »Tinga- krossur* verður nú nógvastaðnis manna millum brúkt um ein mann ella eitt fólk, sum altíð gengur uppi í eygunum á fólkii ella sum ikki sleppst frá. sFærøsk An- thologi« sigist at týðja orðið annarsleiðis, men hendan bók sæst ikki í Førjum heldur enn lundi jólanátt. Bartal. Grindadráp i Hetlandí. 27. avgust, íð var, sóu fólkini í Hove, ein bygd vestanfyri Skálavíkina, at ein bólkur av hvalum stóð og grinđaðist úti á Whitenes fjørðinum. Alt tilkomið mann- fólk var burtir og sigldi við sildabátum úr Leirvikini, uttan 6 avgamlir menn vóru heima. So fóru teir og 20 konufólk út i smáum bátum og hildi henni til alt fyri eitt. Fjøran var sløtt og fjarandi sjógvur. Tað stóð ikki leingi uppá, fyrr enn grindin gjørdi landgongd, so at 120 hvalir lóu eftir, meðan 30 sluppu við alla. Amboðini, íð brúktist í drápinum, vóru líggjar, torv- skerar og hvíslir. Á bílætum i eingilskum bløðum síggjast summir av hvalunum at Hg'g'ja < fjøruni við høvdinum omaneftir. Tíðindir ur Fjerjum. Yvir høvur liva fólk illa av krím. Fyri uttan tað, sigist kikhosti at ganga í Fugla- firði, og seinast, vit frætti, skal hann vera J smittaður til Leirvíkar. Illgruni sigist eisini at vera um landfarsótt í Fuglafirði. F ysikus Jastrau, tann nýggju Havna- doktarin, kom hegar við konu og børnum við »Lauru« 20. í hesum mánaði. Jacob Andr. Arge, smiður, hevur ferðast uttan lands í summar og lært grót- smíðing og grótbygging á landinum og ísjónum. Hann kom aftur við »Lauru« 20. oktbr. Sum einstakir lesarar hava frætt, er ætlan at fáa eina hvalaveiðastøð í »Selvík« við Sørvág. Eina aðra slíka støð er ætlan at leggja 1 Lobra í Suðuroy. í Suðuroy er í nakrar fáar dagar til hesa støð teknað c. 40,000 kr. Tann 15. í hesum mánaði kom grinda- boð úr Vestmanna. Tað vísti seg tó ikki at vera nøkur grind, men bara kvessingar. Skælingsmenn høvdu sæð. Ein kvessingur ella »springari« varð skutlaður av Gregorius Madsen, Kvívík. »Florence«, skonnert, úr Fuglafirði breyt rórið á ferð til útlonđini. Slup »Nordlyset« var so nær við, at skipsmann- | skapurin sa tilstandin. »Nordlyset« sigldi so inn á Klakksvík. »Smiril« lá har, og hann fór so út og sleipaði »Florence« inn í havn. Harfyri tingaði »Smiril«s skipara sær 1000 kr. Sjólátin er Joen Samuelsen úr Klakks- vík, sum leygardagin 13. oktbr. fór til út- róðrar saman við bróður sínum. Ódn var í vindi, mennirnir róðu so undir landi, fyri at redda seg, men brim var har sum teir skuldu lenda. Bátur teirra fyltist, og eftir- sum báðir kunđu svymja, lupu teir út fyri at svymja á land. Ánnar fekk fótin fastan, men Jógvan, sum var reiðuliga kønur í svymjing, sast ikki aftur. Hin orkaði so

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.