Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 3
Prestastríðið. Tey allarflestu kenna frá »Dimmatæt- ting« til tað stríð, sum presturin V. Bech hevur reist viðvíkjanđi prestum. Føróyskir prestar hava lagt orð uppi í tí nevnda stríðnum, í »Dimmalætting« nr. 41 stend- ur ein grein frá Havnarpresti. Tað kann nú gera Havnaprestur tað sama, hvat eg sigi, og tað ger lesarinum ivaleyst eisini tað sama; men eg føli trongd til at siga presti takk fyri grein hanns. Tað er mær ikki ókunnugt, at ein Havnarmaður hevur trivið í grein prestins, og júst tí biði eg »Føringat.« húsa nøkrum reglum frá mær. Tað, sum Havnarmaðurin skrivar, sær grundagott út •—• sætt við vissum eygum —, men ein og hvør, sum hevur rættan uppfatning av tí, prestur skrivaði, hann kann ivaleyst síggja og fata, at prestur hevur rætt og hin órætt. Hin maðurin sýnist at sakna tað rætta uppfatingin av sakini, og eg má tí — einsýntur sum eg ívaleyst eisini eri •— halda, at tann mað- urin helst skuldi latið vera at skriva um slíkt, ti slíkar sakir skulu sdømast and- liga« og ikki handfarast av einum og hvørjum sum onnur stílevnir. A. S. »Nú má min tómi lummi læa«. Minnist eg rætt, var skyldmaður mín, gamliQ., illa avmálaður, tí at hann so ofta skrivaði langar og ónærisligar greinir í »Føringat.«. Minnist eg rætt, var A. Jógvanson í Keypmannahavn ein av teim- um fyrsti til at finnast at hinum gamla. Tí varð eg bilsin nú ein dagin, eg fekk »Føringat.« sendandi og sá, at A. J. hevði tosað eina so forskrekkiliga langa og ónosliga grein í »Føringat.«, at sjálvur blaðst. var nær við at ganga úr sínum sera góða skinni og hevði sessað seg til at smíðja »halar« — akkurát sum hin gamli. Eg finnist nú ikki at A. J., langt frá tí, men eg vil minna um, hvat gamli Q. skrivaði í vár ella summar og hvat A. J. skrivaði í summar. A. J. er merkismaður. Eina ferð lovaði hann ikki at skriva »nakað« aftur í »nakað« blað í eitt heilt ár. Ein maður væntaði hann at fáa ilt av ti, men gakk! A. J. var klókari enn vit allar tilsaman. Tá íð hann hevði lovað ikki at skriva í nakað blað, so vildi hann halda tað, harímóti hevði hann ikki lovað, at hann ikki vildi tosa til nakað blað, og tað nýttist honum tí ikki at halda. Og hvat gjørdi hann fyri at fáa alt tað út úr sær, sum bardist í kroppi hanns? Hann tosaði tað í »Før- ingatíðindi*. Jú, sanniliga, hann er mað- urin, og um gamli Q. var á beininum, so vildi hann snæra sær á »forundringsstól- inum« og sagt við sær sjálvum: »Skamm í hann, tað sæst tó, at hann er runnin upp av føroyskum rótum!«. Men tað var nakað enn, eg vildi. Eg biði »Føringat.«s blaðst. halda mær til góðar, at eg skrivi langt. Um tað er ov langt sum skrivað grein, kann tað upp- takast sum ein tosað grein ella ein »røða«. Tað var tað, eg vildi spyrja, um Før- ingafelag í Keypmannahavn einkið hevur latið hoyrt frá sær enn um røðuna. Eru felagslimir í Keypmannahavn allar á ein- um um, at Føringar eru grísar og teir sjálvar grísahvølpar, ella hevur eingin verið í Føringafelaginum, tá í røðan varð hildin? Um røðarin hevur tosað fyri seg sjálvan, so haldi eg, hann ikki eigur skomm fyri greinina, tí so hevur hann kannske tosað hana til »Føringat.« : svøvni. Ella hevur hann droymt alla hesa skitligheit um Før- ingar? Er tað so, so er tað eftir gamlari søgn frálíkt, tí flest øll hava vit hoyrt, at tað er gott at dreyma skitt. Skittur be- týður peningar. Nú er nokk hesu ferd. 1... q. Aftur í ár skulu skiparir lærast upp. Ar undan ári fer ein fiokkur fyri, annan út í verðina til at fáa sær skip at føra. Næsta ár vænti eg mær at frætta, at ein ella annar góður skipara lýsur í bløðunum, at hann vil venja skipsmenn upp. Tað er kannske líka neyðturvuligt fyri tíðina sum hitt. Hermann. Deyður er keypmaður á Strondum Simon Andreasen. Hann var ordans- maður og álítismaður, væl sæddur av teim- um, sum kendí hann, og nógv avhilđin á Strondum og har, sum hann hevði ferðast. Hann var ein trúgvur haldari av »Føringa- tíðindi«. Ein strandamaður hevur greitt fyri mær, at hann ivaleyst verður nógv saknaður á Strondum. A. Frá Islandi. í ódnarvegrinum 20. septbr. var ein Glasgow-dampari við 2600 íslendsk seyði á ferð frá Íslandí til Ongland. Á ferðini doyðu og skolaðu út 2000 seyðar.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.