Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 4
Hav í minni, at nu kunna đag og dagliga lutir sendast til Forngripagoymsluna. 011, sum vilja styðja málið, kunna gera tað, og øll, sum kunna eiga at gera tað, tí málið er gott, og eitt gott útfall av starvinum verður Førjum til sømdar og Føringum til fragd. Gloymi tí ikki Forngripagoymsluna. Tíðindir úr Førjum. Fiskiskapurin tærnast nógv av illvegri. Nógva staðnis er væl av fiski, men ov sjálđan. slepst á sjógv. — Trawlarnir síggjast nú í rúgvu runđan um Førjar. Inni á Fuglafirði bøl- ast teir ofta, og tað sigist nú og tá at vera klandur av teimum har. —. sBeskytterenc, tann nýggju orlogs- maðurin, sum skal koma hegar at verja landið , skal hava Schack til skipshøvding og væntast hegar i hesum mánaði. — Frá útlondum eru heimkomin skip- ini »01iviá«, »Tre Søskende«, »Suðuroy«, »Vágoy« , »Inflexible« , »Saltaire« og »W. G. MarshalU »Stór rót«. Ein rót, ald upp í Førjum, men eingin føroysk rót, er vaksin í Havn, og hon vág 17 merkir. Mangt og hvat Og eitt og annað. T ú n a t o s. Nikla: Sagt er fyri sannheit, at Eingilskmenninir skulu fara at kola Førjar. Meja: Aa svass, teir skulu bróta kol í Førjam. Nikla: íðan, íðan! Eg segði ikki tað — tað mátti tú hoyrt. Per: Nú er talan um at selja kongs- garðarnar. Pál: Tað hevur ligið leingi á ljóði, men keyparnir verða neyvan nógvar; tað var eisini tað at fáa til keyps, nú neyvan nakar garðar er meiri enn neythøgur. Per: Nú misfatar tú meg, tað er iva- leyst meiningin at selja a't bæði grót og grund og ikki bara garðarnar. Pál: Trígv tú bara. Nei, meiningin er rigtig nokk einans at selja teir neyt- høgu garðarnar, alt hitt skal goymast til okkara eftirkomarar í 1000. lið — træðar- mennirnar. LÝSIN6AR. Góðar bøkir um dýraverjing, passandi fyri børn og vaksin, fáast til láns við at senda boð til blaðstýrarin. Fínasta skandinavisk Eksportkafíi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. magin so drekk Egta Islandsk Bitter. Túsund skoðsmál, mangar gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Hygg og síggj! »Føringatíðindi« hevur leingi verið tað av teim føroysku bløðunum, íð hevur haft flest haldara (og lesara); tí kenna teir ikki til fulnar sítt egið besta, sum hava nakað at selja og ikki lýsa tað í »Føringatíðindi«. Bilar »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Færa Amtstidendes Bogtrykkeriw. — Andsvarhavandi: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.