Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 08.11.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 21. 8. NOVEMBER 1900. ii. Ár. Førjamál. O, móðurmál! Tað halda øll, at tú mann órætt líða, tú dømt er millum Førja fjøll sum útistongd at bíða. Tú neyvan kemur undir tak, kannske í lágu smáttu; tú nýtist mest til smáligt tjak, tó størri rætt tú átti. Tað nýtur meg í merg og møn, um tú ei virðist meiri, men altíð brúkast tú í bøn av mær og øðrum fleiri; vit elska teg, vit Førja børn, í gleði og í harmi, í sorg og sút, í logn og ódn tú flytir boð úr barmi. Fær tú ei skúla — kirkjustól, ei altarpláss at prýða. í Førings barmi fann tú skjól, tann kirkjan er tær vígað. So leingi føroyskt blóð er heitt og føroyskt hjartað bankar, tú verður brúkt og tolkar greitt hop, vónir, fríðar tankar. q- Unglingin á deyðastrá. (Yrking av S*) Móður! Tak ei tína hond úr mini, trongdur eri eg — sit hjá mær eina stund, skjótt er lív mítt sløkt, síggj deyðin hevur markað meg — tann kaldi sveíttin sprettur fram á panni — hjartað tað er troytt. Eg, sum fyrr var glaður, sterkur, meg skal grøvin svarta fjala, eg, stim ungur enn-man vera, — sum fyrst nú var ungur biivin — eg skal verða ormaføði sum so mangur fyri mær. Trekur fari eg av døgum, mitt í mínum bestu árum. Veits tú, hvat meg tyngir mest? Mamma góða fyrigev mær, tú ei eina hjartað eigur, tó tú fyrst mær lívið gav. Mamma góða, heilsa henni, sum eg lív mítt fegin unti, heilsa henni so frá mær, at um deyðin lív mítt stjelur, kærleikan hann ei kann drepa. Kærleiksstjørnan skal mær lýsa fram til fríðar, ljósar hallar, ferðast skal eg gjøgnum vígddir, til eg kærleiks keldu finni, har eg bíði eftir henni, har er himmiríki mítt. Nqkur orð til at teinkja yvir. (Av S. Joensen.) (Endað.) Ta er ikki sera góðar vónir um at fáa skipanin viðvikjandi rúsdrekka um- veldan nú í næstum, tó at Lógtingið hevur sakina undir hond. Tí mugu vit enn sum fyrr hjálpa okkum uppá annan máta. Kunđu nú ikki skúlarnir gjørt nakað við- víkjandi edrúiligheit? Tað er neyvan roynt her á landi í barnaskúlum at starvast fyri slíkum málum. Tað er sagt mær, at skúla- undirvísningurin mest gongur út uppá at læra børn at lesa, at læra tey skriving, rokning og aðrar slikar snildir, sum tey skulu goyma í høvur og honđ. Arbeiðið uppá at umskapa barnahjartað, so tað fellur saman við tað, sum religiónin lærur, skal alt meiri og meiri minka. Fleiri lata nú á døgum hánt um religiónsundirvísning í skúlinum, og hvør veit, um vit ikki skjótt førast so langt fram í útviklingi, at alt dettur burtur, sum ber boð frá harranum. Men alt slíkt ger moralin veikan, tað er óivað, og eitt menniskja á okkara døgum, sum ikki hevur gott fótafesti i moralskan og kristiligan rættning, tað er sum dømt frammanundan til at trælbindast av tí illa, sum nú meiri enn fyrr ósmæðið stingur høvdið upp — eisini her á landi. Tað fyrikemur mær, at vit kundu væntað, nú eitt blaði kiknar upp eftir annað í Førjum, at vit í »pressuni« skulđu fingið betri studning til frama fyri tað sanna og tað vakra; men tað kemur sanniliga an uppá, um so er. Vit hoyra

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.