Føringatíðindi - 08.11.1900, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 21.
8. NOVEMBER 1900.
ii. Ár.
Førjamál.
O, móðurmál! Tað halda øll,
at tú mann órætt líða,
tú dømt er millum Førja fjøll
sum útistongd at bíða.
Tú neyvan kemur undir tak,
kannske í lágu smáttu;
tú nýtist mest til smáligt tjak,
tó størri rætt tú átti.
Tað nýtur meg í merg og møn,
um tú ei virðist meiri,
men altíð brúkast tú í bøn
av mær og øðrum fleiri;
vit elska teg, vit Førja børn,
í gleði og í harmi,
í sorg og sút, í logn og ódn
tú flytir boð úr barmi.
Fær tú ei skúla — kirkjustól,
ei altarpláss at prýða.
í Førings barmi fann tú skjól,
tann kirkjan er tær vígað.
So leingi føroyskt blóð er heitt
og føroyskt hjartað bankar,
tú verður brúkt og tolkar greitt
hop, vónir, fríðar tankar.
q-
Unglingin á deyðastrá.
(Yrking av S*)
Móður! Tak ei tína hond úr mini,
trongdur eri eg — sit hjá mær eina stund,
skjótt er lív mítt sløkt, síggj deyðin hevur
markað meg — tann kaldi sveíttin sprettur
fram á panni — hjartað tað er troytt.
Eg, sum fyrr var glaður, sterkur,
meg skal grøvin svarta fjala,
eg, stim ungur enn-man vera,
— sum fyrst nú var ungur biivin —
eg skal verða ormaføði
sum so mangur fyri mær.
Trekur fari eg av døgum,
mitt í mínum bestu árum.
Veits tú, hvat meg tyngir mest?
Mamma góða fyrigev mær,
tú ei eina hjartað eigur,
tó tú fyrst mær lívið gav.
Mamma góða, heilsa henni,
sum eg lív mítt fegin unti,
heilsa henni so frá mær,
at um deyðin lív mítt stjelur,
kærleikan hann ei kann drepa.
Kærleiksstjørnan skal mær lýsa
fram til fríðar, ljósar hallar,
ferðast skal eg gjøgnum vígddir,
til eg kærleiks keldu finni,
har eg bíði eftir henni,
har er himmiríki mítt.
Nqkur orð til at teinkja yvir.
(Av S. Joensen.)
(Endað.)
Ta er ikki sera góðar vónir um at
fáa skipanin viðvikjandi rúsdrekka um-
veldan nú í næstum, tó at Lógtingið hevur
sakina undir hond. Tí mugu vit enn sum
fyrr hjálpa okkum uppá annan máta.
Kunđu nú ikki skúlarnir gjørt nakað við-
víkjandi edrúiligheit? Tað er neyvan roynt
her á landi í barnaskúlum at starvast fyri
slíkum málum. Tað er sagt mær, at skúla-
undirvísningurin mest gongur út uppá at
læra børn at lesa, at læra tey skriving,
rokning og aðrar slikar snildir, sum tey
skulu goyma í høvur og honđ. Arbeiðið
uppá at umskapa barnahjartað, so tað
fellur saman við tað, sum religiónin lærur,
skal alt meiri og meiri minka. Fleiri lata
nú á døgum hánt um religiónsundirvísning
í skúlinum, og hvør veit, um vit ikki skjótt
førast so langt fram í útviklingi, at alt
dettur burtur, sum ber boð frá harranum.
Men alt slíkt ger moralin veikan, tað er
óivað, og eitt menniskja á okkara døgum,
sum ikki hevur gott fótafesti i moralskan
og kristiligan rættning, tað er sum dømt
frammanundan til at trælbindast av tí illa,
sum nú meiri enn fyrr ósmæðið stingur
høvdið upp — eisini her á landi.
Tað fyrikemur mær, at vit kundu
væntað, nú eitt blaði kiknar upp eftir
annað í Førjum, at vit í »pressuni«
skulđu fingið betri studning til frama fyri
tað sanna og tað vakra; men tað kemur
sanniliga an uppá, um so er. Vit hoyra