Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 2
Livsgátan. Undarligt er, sum happ og óliapp saman er smiðað á mansins ævi. Kenni eg fríði, gleði og lukku, neyvan tað grettar at ótti óndur, boðar frá illum, sum stendur og trúar, mær yvir høvdið tann næsta tíman. Um tað ei altíð sjónliga rakti. Hvør kann mær gita hesa gáti ? Neyvan er hon einans mær til hanđa send at loysa — men send er hon øllum. Kemur tú bróður og systur á foldum, kemur tú ikki, helst mitt í gleði, tann óeyđnisóttan, sum hjartar kann storma, sum gleði vil køva so skjótt, hon føðist. Aldrinn kann lívið evigt vara, um hesin óttin lívsnervina filar. Tak hann burtur, og deyðin fer við, tí đeyðin er tað, sjálvur. á ungum aldri, tú minni følur av hansara áminning — seinri vikjar — hann oftari aftur og framligur gerst. Deyðin er tað, sum tína ævi gleðina blandar við beislcheit sínu. Tó um ein kemur at, so er søgan, og aktsamur ár unđan ári ferðast saman við hesum svarta sveina, kann hann føla, at kennskapur bøtar mikið um hendan kenningin myrka. Uppvaksin saman, livað saman, hava teir báðir heila lívið. Ovinur kann ei deyðin kallast, tí sannheit segði hann heila vegin, sigir sannheit til skilnarstund. S. M i n n i s t t í I! Til jólar skal tú væl keypa vini tínum ella børnum tínum eitt ella annað. Gloym tí ikki, at tann føroyska bíbil- søgan ella Arsbók Førja bókafelags, sum hvør einsari fæst fyri i kr. í bókahandlin- um í Havn, er bæði besta, hentasta og stuttligasta jólagávar. Tú kanst eisini við at keypa tær styðja títt føroyska móður- mál, og tað eigur heldur ikki at gloymast. Hvat heldur tú? A einum stórum fundi helt ein kvinna eina røðu, sum meginparturin var ímóti kristindóminum. Hon segði millum annað, at læran um Jesus Kristus einans var ein søga, ein »fabil«. Ein av teimum, sum hoyrdi hetta, ein arbeiðsmaður, stóð fram og spurdi, um hann mátti siga nøkur orð. Tað varð játtað honum, og hann segði: »Fyri 30 ár síðani var eg eitt skamm- leyst menniskja. Eg skikkaði mær so illa, at eingin vildi kennast við meg. 011 gingi av vegnum fyri mær. Eg drakk og gjørdi næstan alt, sum ilt var. Eitt sindur av skomm var í mær, og eg roynđi at betra meg; men alt varð verri og verri. Eg var fleiri ferð í honđinum á politiinum, bleiv straffaður, men varð ikki mætari av tí. Av- haldsfeløg fingu meg til at skriva undir, men eg breyt avhaldsløftið so ofta sum eg gav tað. Endin varð, at eisini avhalds- feløgini hilđu, at einki hjálpti við mær. Eg kom aftur í fongsil, og hann, sum har passaði meg upp, gjørdi alt, hann var mentur; men eg gálvaði aftur í eyguni á honum. Alt var spilt, sum politi, avhalds- feløg og góð fólk roynđu. So eina ferð fekk eg at hoyra um Jesus Kristus, og júst sum ringast stóð til, tók eg móti tí hond, sum Jesus, frelsarin, rætti mær. Eg eri nú — tað sigi eg sanniliga ikki fyri at rósa mær — eitt skikkiligt og nýtt menniskja og lærari í einum sunnudags- skúla. Tit vita, .sum her eru, og sum øll kendu meg, at eg ikki sigi sannheit? — Sig so, at læran um Kristus er ein søga, ein »fabil«! Hesin »fabil« hevur tó gjørt tað, sum einki annað kundi gera. — Siga tygum enn, at hendan læran er ein »fabil« ?« spurdi hann kvinnuna. Hon svaraði ikki aftur. Sum hesin maðurin segði, so kunna | vit fleiri siga, um undurverkið í fólkaeygum ikki altíð sær so stórt út sum her. (Eftir øðrum.) Landsbygd. Ein landsbygđamaður hevur sent bræv til »Fuglafr.« um, at hann einki vil vita av fleiri postkassum. Eg eri eisini landsbygda- maður — sannur landsbygdamaður úr einari vestanbygd —, men fegin vildi eg havt fleiri postkassar í Havn, tó at eg ikki bara fyri tað sendi hesar reglur antin til »Fuglafr.« ella »Føringat«, sum tilber. Tað, eg vildi siga, er: hvussu ber tað til, at ein landsbygdamaður kann finna uppá at skriva eina grein sum tað í »Fuglafr.« Mann Jóhannis tríminingerin hava rætt, tá íð hann segði: »Tað er eingin lands- bygdamaður, men ein ella fleiri Havnar- menn«, »Hvussu ber tað til«, segði eg, »tað stendur jú landsbygdamaður«. »Ja«, sigur Jóhannis og hyggur niður á meg, »tað fatar tú ikki, veit eg«. »Nei«, sigi

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.