Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 3
eg. Jóhannis: »Tað mátti tú vita, at teir, sum skriva »Fuglaframa«, teir halda Kirkjubø vera høvuðstaðin í Førjum og Havnin og allar hinar bygdirnar eru lands- bygdir í »Fuglaframa.« — So segði maðurin, og hann veit beskeð. Hann legði enn afturat, at tað gjarna kundi vera ein havnamaður, ella einir tríggir, fýra havnarmenn, sum grcinina hava brýggjað, og hendan greiðing frá fløkini er klár fyri mær. — Kann verða ein — men kann eisini vera 3 ella 4 — ja nú fati eg alt samalt. ein sannur bygdamaður. »Fuglaframi« hevur altíð hildið nógv av at sipa skarn eftir ymsum Føringum, men nú er blaðið komið so vítt, at tað heldur tað vera vamlisligt at vera Før- ingur. Hvør sín lyst, sigi eg. Eg vil enn sum fyrr ganga við, at eg eri Føringur, og harfyri havi eg ikki neyðugt at fáa mær hjarta- ella kamfirdropar. Heldur ikki pápi mín skammaði seg við at vera Føringur. Nettupp tí skrivaði eg undir hesum merki eitt petti til nr. 21 av »Før- ingatíðindi« um, at Førjar skuldi seljast í »Fuglaframi« til Eingland. Annars má eg siga, at blaðstýrari »Fuglafr.« er óføra eymur av sær. Mann tað vera, tí hann er rakaður av lítli grein míni? Hann tekur at sær, íð sekaður er! Ein Føringur. Hvalaveiða. »Dimmalætting« hevur fyri kortum greitt frá, at Krømke, fyristøðumaðurin hjá Grøn, hvalaveiðamanni, er sektaður 1000 Kr. fyri ólógligt hvalaveiða. Kapt. Evensen, sum vit nevnđi um í seinasta blaði og sum ætlaði at fáa sær hvalastøð á »Toftadalsoyri«, kom ongan veg har, tí góðsstýri Førjars vildi ikki geva loyvi til tað. Treiskur er Norð- maðurin, og søkti hann tí um at fáa pláss »Norðanfyri Streym« — norður í nesinum — og tá bar til. Har skal hann seta hvalaveiðastøð sína. Tað er greitt fyri okkum, at tað eru slíkar treytar lagdar á í semjingarbrævinum, at vít ongan ótta bera fyri slíkari skittligheit sum á Gjánoyri. — Tað nýggja hvalaveiðafelagið, sum skal hava støð í »Selvík« við Sørvág, kemur neyvan at byrja við hvalaveiða næsta ár. Ein Bátur á Húsum í norðoyggjum við 5 monnum fór um av glaðum seinasta fríggjadag. 3 menn doyði. Føringatíðindis blaðstýrari, landbúnaðarráðgevarin R. Effersø, hevur í longri tíð ligið rættiliga sjúkur og er sjúk- ur enn. Lesarnir mugu tí fyrigeva, at blaðið hevur komið út í ótið ofta og títt, og at mangt og hvat kann hava verið at finnast at tí. Transválbardagin. Einkið batar enn hjá Onglandsmonnum í strevi teirra fyri heilt at taka av Trans- válsmenn. Enn sum fyrr seta teir seg ímóti við hondum og fótum, og tað munar. Enn seinast i novbr. mánaði skrivaði eing- ilski herførarin Sir Roberts heim til Eing- lands eftir 50,000 hermonnum av nýggjum. Tað er ódámligt fyri Bretlanđsmenn, og ríkisstýrið fær nógv uppá nakkan. Gamli presidenturin í Transvál Kriiger ferðast nú í Europa. í Frakklandi hevur fólkið gjørt óføra nógv út av honum og sýnt honum miklan heiður og æru. Úr Frakklanđi ætlar hann sær til Hálands, til skyldfólki sítt (Boarnir og Hálands- menn eru av somu rót), og úr Hálandi vænta klókir menn, at Kruger reiðuliga fer at bera fram ørinđir síni til Europa. K i n a. Kinastandurin er enn sum fyrr møði- mikil. Eingin sannur friður er komin í lag enn. — Stórmaktirnar eru iklci á ein- um um, hvussu illa Kinamenn skulu flongj- ast ella um teir skulla flongjast. Mangt og hvat °g eitt og annað. (Túnato s.) Tviskinningur. Per: Hevur tú hoyrt, at »Fugla- frami« er tvískinningur? Pál: Nei, tað havi eg einki frætt um. Hví sigur tú tað? Per: Jú, tað er faktisk. Hygg bara

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.