Føringatíðindi - 24.12.1900, Page 3
eg. Jóhannis: »Tað mátti tú vita, at teir,
sum skriva »Fuglaframa«, teir halda
Kirkjubø vera høvuðstaðin í Førjum og
Havnin og allar hinar bygdirnar eru lands-
bygdir í »Fuglaframa.« — So segði
maðurin, og hann veit beskeð. Hann
legði enn afturat, at tað gjarna kundi
vera ein havnamaður, ella einir tríggir,
fýra havnarmenn, sum grcinina hava
brýggjað, og hendan greiðing frá fløkini
er klár fyri mær. — Kann verða ein —
men kann eisini vera 3 ella 4 — ja nú fati
eg alt samalt.
ein sannur bygdamaður.
»Fuglaframi« hevur altíð hildið nógv
av at sipa skarn eftir ymsum Føringum,
men nú er blaðið komið so vítt, at tað
heldur tað vera vamlisligt at vera Før-
ingur. Hvør sín lyst, sigi eg. Eg vil enn
sum fyrr ganga við, at eg eri Føringur,
og harfyri havi eg ikki neyðugt at fáa
mær hjarta- ella kamfirdropar. Heldur
ikki pápi mín skammaði seg við at vera
Føringur. Nettupp tí skrivaði eg undir
hesum merki eitt petti til nr. 21 av »Før-
ingatíðindi« um, at Førjar skuldi seljast í
»Fuglaframi« til Eingland. Annars má eg
siga, at blaðstýrari »Fuglafr.« er óføra
eymur av sær. Mann tað vera, tí hann er
rakaður av lítli grein míni? Hann tekur at
sær, íð sekaður er!
Ein Føringur.
Hvalaveiða.
»Dimmalætting« hevur fyri kortum greitt
frá, at Krømke, fyristøðumaðurin hjá Grøn,
hvalaveiðamanni, er sektaður 1000 Kr. fyri
ólógligt hvalaveiða.
Kapt. Evensen, sum vit nevnđi um í
seinasta blaði og sum ætlaði at fáa sær
hvalastøð á »Toftadalsoyri«, kom ongan
veg har, tí góðsstýri Førjars vildi ikki
geva loyvi til tað. Treiskur er Norð-
maðurin, og søkti hann tí um at fáa
pláss »Norðanfyri Streym« — norður í
nesinum — og tá bar til. Har skal hann
seta hvalaveiðastøð sína. Tað er greitt
fyri okkum, at tað eru slíkar treytar lagdar
á í semjingarbrævinum, at vít ongan ótta
bera fyri slíkari skittligheit sum á Gjánoyri.
— Tað nýggja hvalaveiðafelagið, sum
skal hava støð í »Selvík« við Sørvág,
kemur neyvan at byrja við hvalaveiða
næsta ár.
Ein Bátur á Húsum
í norðoyggjum við 5 monnum fór um av
glaðum seinasta fríggjadag. 3 menn doyði.
Føringatíðindis blaðstýrari,
landbúnaðarráðgevarin R. Effersø, hevur í
longri tíð ligið rættiliga sjúkur og er sjúk-
ur enn. Lesarnir mugu tí fyrigeva, at
blaðið hevur komið út í ótið ofta og títt,
og at mangt og hvat kann hava verið at
finnast at tí.
Transválbardagin.
Einkið batar enn hjá Onglandsmonnum
í strevi teirra fyri heilt at taka av Trans-
válsmenn. Enn sum fyrr seta teir seg
ímóti við hondum og fótum, og tað munar.
Enn seinast i novbr. mánaði skrivaði eing-
ilski herførarin Sir Roberts heim til Eing-
lands eftir 50,000 hermonnum av nýggjum.
Tað er ódámligt fyri Bretlanđsmenn, og
ríkisstýrið fær nógv uppá nakkan.
Gamli presidenturin í Transvál Kriiger
ferðast nú í Europa. í Frakklandi hevur
fólkið gjørt óføra nógv út av honum og
sýnt honum miklan heiður og æru. Úr
Frakklanđi ætlar hann sær til Hálands,
til skyldfólki sítt (Boarnir og Hálands-
menn eru av somu rót), og úr Hálandi
vænta klókir menn, at Kruger reiðuliga
fer at bera fram ørinđir síni til Europa.
K i n a.
Kinastandurin er enn sum fyrr møði-
mikil. Eingin sannur friður er komin í
lag enn. — Stórmaktirnar eru iklci á ein-
um um, hvussu illa Kinamenn skulu flongj-
ast ella um teir skulla flongjast.
Mangt og hvat
°g
eitt og annað.
(Túnato s.)
Tviskinningur.
Per: Hevur tú hoyrt, at »Fugla-
frami« er tvískinningur?
Pál: Nei, tað havi eg einki frætt
um. Hví sigur tú tað?
Per: Jú, tað er faktisk. Hygg bara