Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 24.12.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. 24. 24. DECEMBER 1900. 11. Ár. Jóladagur er í honđum, sum tey plaga at siga. So koma teir nógvu halgađagarnir. Fólk keypa sær stás, brennivín og annað góð- gæti. Tað er ikki langt frá, at ein partur av fólkinum hugsur sum so, at høgtíðin, helst jól, er hildin fyri at vit kunna pynta og stuttleika okkum. Vit fara kannske í kirkjuna fyri at hoyra jólatíðindir; heim- afturkomin taka vit so eftir tí, sum skal seta okkum í jólahýr: mat og đrekka. Fáur mann hugsa um, at vit ikki fáa meiri burtur úr jólaboðnum enn tað, vit sjálv vilja. Ein, sum heldur jól fyri at stutt- leika sær, fyri at pynta seg, fyri at drekka, hann hevur ongan jóladag, og hann fær ongan part burtur úr jólagleðisboðnum. »Tykkum er í dag ein frelsari føddur«. Minnist til teir, sum hesi orð hoyrdu á fyrsta sinni. Hvat gjørdu teir? Teir trúi einglaboðnum, gjørdu sær tann ómak, teir kundu, fyri at fáa frelsarin at siggja. Teir sóu hann og greiđdu frá tí, teir høvdu hoyrt um frelsarin, fóru so heim til sín sjálvs og takkaðu Gudi fyri tað, teirhøvdu hoyrt og sæð. Teir hildu jól, so sum tey eiga at haldast. Vit kunna ikki síggja frelsarin við eygum okkara, men trúgva vit boðnum um, at frelsarin er føddur, so skulla vit i hesu somu trúgv síggja hann klárliga, betri enn hinir mennirnir á sinni. Tað var meiri fyri hjá teimum at trúgva enn hjá okkum; tí tá ið teir komu til Betlehem, sóu teir eitt smábarn í krubb- uni í einum fjósi. Var ikki nógv fyri at trúgva, at tað var himlakongurin, sum har lá útihýstur? Vit kunna síggja hann sum smábarn, men eisini sum tann stóri lærarin, sum tann, íð gjørdi sjúk fólk frísk, bara hann talaði, sum gjørdi eitt unđur- verkið fyri annað eftir, sum, tó dripin, linaði upp aftur og sum fór til himmals. Alt hetta hava vit lært, og tað er ikki lygn ella søga, men sannheit; tí Harrans vitnir eru so nógv, og tey hava so dýrt vitnað og latið lívið uppá tað, at vit ikki bara trúgva, menna vita, at alt samalt er sannheit. Tá íð nú jólaklokkuruar stevna okkum til kirkjufund, lat okkum so fara til kirkju, og lat okkum taka ímóti tí jólaboð, sum okkum verður boðið, ikki sum skálkar, ið vilja halda jól i Harranum og jól í rús- drekka ella øðrum illum, men halda jól í Harranum eina. Ti bæði kunna vit ikki gera. Vit hava narrað og bedragað okkum sjálvi, um vit trúgva, at vit kunna hava fleiri gudar. Antin mugu vit halda jól til gleði °g gagn í Gudi, ella vit mugu halda tey til sút og skaða í hinum versta. Gleðiiig jól! Gleðilig jól! eru guddóms orð, sum frygdar í menniskjabarmi. Gleðilig jól úr suðri, í norð lívgar sum summarvarmi. Burt rennur harmur úr tungum hug’, burt turkast tára av kinni; »Harrin er føddur«, >gleðilig jól« ger høgtið, úti og inni. Tú, sum fekk sút og beiska sorg til jólafestin í gávu, hoyr jólasangin úr himlaborg, læt jólaboðið tær lætta sorg: Tær er ein frelsari føddur í dag frá synd og sorg og plágu. — »Gleðilig jól! í Harrans navn«, ger høgtíð í hjarta og sinni. Hal. Sálmasangur. Tá eg nakað síðan skrivaði til C. P. í »Føringatíðindinum« um sálmasang, nevndi eg, at tær gomlu sálmabøkrunar fóru at tróta í bókahandlinum. Eg skundi mær fegin at greiða »Føringat.«s lesarum frá, at enn er neyvan nøkur grund til at frygta fyri at »Kingo-sálmabøkur« skullu fara úr kirkjuni, tí tær ikki eru til at fáa. Góðir menn og kvinnur! Enn kann tað »góða gamla« uppbyggja okkum. Enn nýtist okkum ikki at geva okkum upp til tey sum vilja føra okkum inn á nýggjar ókunnigar rásir. Tí fylgja vit ikki við. Vit vita og vit kenna, hvat vit hava, og tað, vit hava, men vit k e n n a ikki, hvat vit fáa, og enn minni vita vit hvussu langt vit skulla av leið, tá íð vit fyrst fara um markið. S. Joensen

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.