Føringatíðindi - 24.12.1900, Qupperneq 1
FØRINGATlÐINDI
Nr. 24.
24. DECEMBER 1900.
11. Ár.
Jóladagur
er í honđum, sum tey plaga at siga. So
koma teir nógvu halgađagarnir. Fólk
keypa sær stás, brennivín og annað góð-
gæti. Tað er ikki langt frá, at ein partur
av fólkinum hugsur sum so, at høgtíðin,
helst jól, er hildin fyri at vit kunna pynta
og stuttleika okkum. Vit fara kannske í
kirkjuna fyri at hoyra jólatíðindir; heim-
afturkomin taka vit so eftir tí, sum skal
seta okkum í jólahýr: mat og đrekka.
Fáur mann hugsa um, at vit ikki fáa meiri
burtur úr jólaboðnum enn tað, vit sjálv
vilja. Ein, sum heldur jól fyri at stutt-
leika sær, fyri at pynta seg, fyri at drekka,
hann hevur ongan jóladag, og hann fær
ongan part burtur úr jólagleðisboðnum.
»Tykkum er í dag ein frelsari føddur«.
Minnist til teir, sum hesi orð hoyrdu á
fyrsta sinni. Hvat gjørdu teir? Teir trúi
einglaboðnum, gjørdu sær tann ómak, teir
kundu, fyri at fáa frelsarin at siggja. Teir
sóu hann og greiđdu frá tí, teir høvdu
hoyrt um frelsarin, fóru so heim til sín
sjálvs og takkaðu Gudi fyri tað, teirhøvdu
hoyrt og sæð. Teir hildu jól, so sum tey
eiga at haldast. Vit kunna ikki síggja
frelsarin við eygum okkara, men trúgva
vit boðnum um, at frelsarin er føddur, so
skulla vit i hesu somu trúgv síggja hann
klárliga, betri enn hinir mennirnir á sinni.
Tað var meiri fyri hjá teimum at trúgva
enn hjá okkum; tí tá ið teir komu til
Betlehem, sóu teir eitt smábarn í krubb-
uni í einum fjósi. Var ikki nógv fyri
at trúgva, at tað var himlakongurin, sum
har lá útihýstur? Vit kunna síggja hann
sum smábarn, men eisini sum tann stóri
lærarin, sum tann, íð gjørdi sjúk fólk frísk,
bara hann talaði, sum gjørdi eitt unđur-
verkið fyri annað eftir, sum, tó dripin,
linaði upp aftur og sum fór til himmals.
Alt hetta hava vit lært, og tað er ikki
lygn ella søga, men sannheit; tí Harrans
vitnir eru so nógv, og tey hava so dýrt
vitnað og latið lívið uppá tað, at vit ikki
bara trúgva, menna vita, at alt samalt er
sannheit.
Tá íð nú jólaklokkuruar stevna okkum
til kirkjufund, lat okkum so fara til kirkju,
og lat okkum taka ímóti tí jólaboð, sum
okkum verður boðið, ikki sum skálkar, ið
vilja halda jól i Harranum og jól í rús-
drekka ella øðrum illum, men halda jól í
Harranum eina. Ti bæði kunna vit ikki gera.
Vit hava narrað og bedragað okkum sjálvi,
um vit trúgva, at vit kunna hava fleiri
gudar. Antin mugu vit halda jól til gleði
°g gagn í Gudi, ella vit mugu halda tey
til sút og skaða í hinum versta.
Gleðiiig jól!
Gleðilig jól! eru guddóms orð,
sum frygdar í menniskjabarmi.
Gleðilig jól úr suðri, í norð
lívgar sum summarvarmi.
Burt rennur harmur úr tungum hug’,
burt turkast tára av kinni;
»Harrin er føddur«, >gleðilig jól«
ger høgtið, úti og inni.
Tú, sum fekk sút og beiska sorg
til jólafestin í gávu,
hoyr jólasangin úr himlaborg,
læt jólaboðið tær lætta sorg:
Tær er ein frelsari føddur í dag
frá synd og sorg og plágu. —
»Gleðilig jól! í Harrans navn«,
ger høgtíð í hjarta og sinni.
Hal.
Sálmasangur.
Tá eg nakað síðan skrivaði til C. P.
í »Føringatíðindinum« um sálmasang,
nevndi eg, at tær gomlu sálmabøkrunar
fóru at tróta í bókahandlinum. Eg skundi
mær fegin at greiða »Føringat.«s lesarum
frá, at enn er neyvan nøkur grund til at
frygta fyri at »Kingo-sálmabøkur« skullu
fara úr kirkjuni, tí tær ikki eru til at fáa.
Góðir menn og kvinnur! Enn kann tað
»góða gamla« uppbyggja okkum. Enn
nýtist okkum ikki at geva okkum upp til
tey sum vilja føra okkum inn á nýggjar
ókunnigar rásir. Tí fylgja vit ikki við.
Vit vita og vit kenna, hvat vit hava, og
tað, vit hava, men vit k e n n a ikki, hvat
vit fáa, og enn minni vita vit hvussu langt
vit skulla av leið, tá íð vit fyrst fara um
markið. S. Joensen