Fuglaframi - 12.04.1898, Side 4
sá, at her var nógv at bøta, nógv, sum átti
at gjørst, og nógv, sum kundi gjørst.
„Hesin vetur svann
og tann tíðin rann
meðan urtin lá lík og var
bleik,
kemur nú fagur stund,
birtist lívið í lund
upp til song, upp til dans,
upp til leik.“
Summarið er fyri honđ. Dagarnir lýt-
kast og urtimar vakna, spretta og spíra.
Fuglurin kemur so við og við — ein fyri,
annar eftir leitar Føroyar upp; smæðin í
fyrstuni, men um nakrar dagar meiri fram-
lopin, meiri kátur, og kæti og fróðleiki
tekur til, sum summarið nærkast. Tað er
einki undarligt, at tað fríska, sorgleysa
lívið, sum vísur seg um várið, hevur sterkan
innvirkan uppá sinnið. Tað gevur sinninum
nakað av síni egnu kraft — birtur nýar og
ljósar vónir sjálvt hjá honum, sum ár undan
ári sá sína bestu vónir bresta.
Men lat okkum eisini minnast, at fyri
mongum er alt so smildrað sundur, at várið
mest bara ber teimum syrgjulig minnur um
tær stóru, fagru vónir. tey eina ferð hevði.
Lat okkum ikki gera teirra byrði tyngri.
Dreyfus—Esterhazy—Zola.
Ein sak hevur verið fyri í Paris — ein
sak við so út av lagi ljótum rættargangi og
sum sigir frá so mongum skirvuslig'heitum
hjá teimum* »stóru«, at ikki er undarligt,
at fólk ógvast við. í einum so lítlum blaði
sum »Fuglaf.« er sjálvsagt ikki pláss at
greiða frá øllum tí mikla, sum viðvíkjur
sakini. í allar stytsta máli er sakin soleiðis:
Dreyfus, kapteymur í frakkiska herinum,
var klagaður fyri at hava selt virðis'full
frakkisk loynđarbrøv til Týskararnar. Fyri
kríggsdóminum varð hann đømdur at setast
á Djevlaoynna, ein oy fyri norðan Suður-
ameriku. Dómurin tyktist mongum undar-
ligur, tí einki prógv var framført fyri, at
maðurin var sekur. Tey, sum vóru eftir
heima, kona hans og bróður, royndu at fáa
sakina fyri aftur. Tey trúðu fullt og fastj|y
at Dreyfus vat ósekur, og eftir hvat Dreyfus
hevði sagt teimum, var skálkurin ein, sum
bar navnið Esterhazy. Tey strevaðist nú
hvat tey kundu, og fleiri hjálptu teimum.
Sjálvur Zola, tann frakkiski bókhøvdingur,
var á oddanum og nokk var tað — sakin
kom fyri aftur. Men hvat galt! Tó at øll
prógv gingu Esterhazy ímóti, kendi kríggs-
‘dómurin hann ósekan. Men Zola fall ikki
í fátt. Hann tók og skrivaði bræv til
sjálvan presidentin, og harí klagar hann
alt harkaliðið, generálar, oberstar og majorar
fyri at hava farið fram við svikum í sakini
og nevnur bæði menninar og teirra ger-
ningar. Sjálvan kríggsdómstólin skyldar
hann fyri svik bæði fyrri og seinni ferðina,
sakin var fyri. Biðjur so síðst um at stevna
seg fyri rættin. Hann varð so stevndur,
men — so snildir vóru teir — bara fyri
tað, hann hevði sagt um kríggsdómstólin.
Hitt fingist teir ikki til at taka upp.
Dómurin er fallin. Zola skal sita fastur
eitt ár og betala 3000 francs í bót og
50,000 í umkostnaðir. Einki undur í! Tey
vitnir, sum vistu nakað, sluppu einki at siga.
Aftur ímóti stóð tað hinum partunum frítt
fyri at tala so mikið teir vildu!
Tað sær út til, at sakin kemur fyri
aftur eina ferð enn. Dreyfus tykist at vera
ósekur, men Esterhazy landssvíkjarin —
og ikki tykist at standa væl til hjá teimum
»stóru« í frakkiska herinum.
Ósemjan millum Ameriku og Spaniu
tekur til. Amerika keypur herskip. í
Kina er mikil fløkja. Ongland, Frakland,
Garðaríki (Rusland) og onnur lond liggja
á kroppinum á Kina at fáa sær bitar og
annan vinning burtur av tí. Við hetta
lagið spillur hvørt fyri øðrum, og er tí
mjarran og knarran teirra millufn. Tað er
tó ikki sagt, at bardagar verða. Serliga
- hvat Ameriku og Spaniu viðvíkir, kann
Spania — um barđagar verða — gera
amerikanska handilsflotanum óføra stóran
skaða, so ússaligt, sum tað er. Men — íð
hvussu verður — hetta er góður gloypubiti
hjá teimum, sum væl dáma at sutla í kríggs-
tíðindum. Einki er so ringt, tað er tó gott
fyri okkurt!
Jarn og SÍál rustar ikki, um tað verður
koyrt undir kav í mettaðan upploysing (tað
vil siga, so mikið, sum letur seg upploysa i
tí vatni, ein hevur neyðugt at brúka) av
»kulsur kali« ella »kulsur natron« og turkað
úti. Vápn og byrsur skulu við hendan
mátan kunna hanga í fleiri ár uttan at
rustur fellur á.
Rein luft verður seks ferðina so skjótt
heit sum ring luft. Tann reina luftin heldur
seg eisini longri heit. Oll áttu at vita hetta
og mest tey, sum hava óhøggligt torv. Ein
nýtist ikki ræðast so mikið kalda luft. Ein
vidgitin enskur lekjari sigir, at ein fær ikki
hálsa- og bróstsjúkur av kaídari luft, men
av ringari luft fær ein tað.
Prentað í prentsmiðju. „Dimmalætting“s.