Fuglaframi - 13.12.1898, Side 1
Lýsingar,
fyri smæsti skrift:
ínnlendskar:
10 oyr. reglan.
Uttanfyri Feroyar:
12 oyr. reglan.
Fuglaframi.
„Fuglaframi“ kann
bíleggjast frá 1. í
hvørjum mánaðatil
útgangin av einum
fjórðingsári.
Nr. 17. Tísdagin 13. december 1988. i. ár.
„Kuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um [i Blaðstýrari: „Fuglaframiu kostar, goldin frammanundan,
mánaðin. Skriftlig upnsøgn. | SvERRE PATURSSON. [■ I kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Tjakfelag er í umbúna í Vestmanna.
Fiskiskapurin. P'leiri staðnis frá frættist
nú um heldur góðan fiskiskap. Soleiðis
kann nevnast úr Vestmanna, at bátar við
trimum monnum eru komnir upp til 20 kr.
um đagin.
Forngripur. Eitt perluband, sum móðir
Nolsoya Pól hevur átt, er enn til í Nolsoy.
Tær nógvu ymisligu perlurnar eru sera
sjaldsamar og vakrar. Eitt lítið reytt silki-
band er fest í hvønn enda av perlubandinum,
fyri at kunna knýta tað um hálsin. Perl-
urnar eru eisirti ymisligar av stødd. Niðasta
perlan í bartdinum tykist at vera av gulli.
Tó át tær flestu perlurnar eru tunnar Og
’ veikar, er tað, so vítt sum ætlast kann,
ikki mangar, sum eru forfarnar. Hesin
luturin hevur tá eisini, sum tað seg sømur,
verið hilđin væl í æru, og hevur ikki verið
brúktur, uttan , einans tá íð kvinnur av
slektarliðinum hava staðið brúður.
Botnvarpingarmálið. Tingið var inn-
kallað 3 đecbr. til at ráðast um, hvat íð
gerast kundi, fyri sum skjótast at fáa bót
og verju fyri botnvarpingunum. Varð har
á einum máli avgjørt — at heita aftur á
Danimark am at fáa hjálp, sum skjótast —
at geva amtmanninum upp í hendur
12,500 kr. (8000 úr Føroya býtisgrunni og
hitt úr amtsfátækrakassanum) til við hesum
peningi at royna at fáa okkum eitt skip at
ansa eftir botnvarpingunum, við álagdum
treytum, at. peningurin verður nýttur áðrenn
teir fimm fyrstu mánaðar av komandi ári
eru úti — at biða amtmannin um at gera
eina ferð í tilfelli til Danimark, við fyrsta
fari, til at royna at fáa eitt skip higar til
verju.
Avgjørt varð eisini at anbefalla og
senda suður til Danimarkar tað bønarbrævið,
sum skiparafelagið hevðí sett saman, og
sum var unđirskrivað av einum parti av
Føroyingum.
Bønarbrævið úr Norðoyum til dóms-
málaráðgevarin er, so vítt sum frá er sagt,
eisini suður sent.
Noregi og Svøríki.
Her, sum aðra staðnis, hevur fólk havt
lyndi til at trúgva, at Ncregi er undir
Svørfki, sum eitt hertikið land, og at Svø-
riki tí eigur hond og ráði yvir Noregi.
So miskilt, er tað einki at unđrast á, at
fólk hevur mikið lasta Norðmenninar fyri
teirra upprørska sinnalag og gerningar.
Enn Noregi er einki hertikið land, og
tað stríð, teir hava havt við Svøríki alt
síðani 1814, er ikki av upprørskum huga,
men eitt ærligt stríð fyri tí, sum teir av
røttum eiga.
Av ríksakt og grundlóg Noregs fram-
gongur tað gjølla, at Noregi er eitt ríki
fyri seg sjálvt við egnum ríkis lógum, uttan
annað avgjørt felagsskap við Svøríki enn
kongins persón.
Norðmen® eiga tí allan tann rætt, sum
eitt frælst og sjálvráðigt land eigur. Og
tá íð Svøríki roynur av allari makt at forða
teimum. at koma sær fram til at verða
eitt fullt sjálvbjargið fólk, so kann eingin
rætthugsandi maður annað, enn av øllum
sínum huga halda við Norðmonnum.
Er tað ikki argiligt, at eitt lanđ, sum
eigur sjálvráði, skal kúgast og boygslast
undir einum øðrum landi, forðast at fáa
tað, sum tað av røttum eigur, og síðani
ganga undir »provins«-navni fyri. hvørjum
manni?
Var tað eitt land, sum lítið var ment
at standa á egnum beinum, so var tað eitt.
Men Noregi er eitt framiligt land. Tað
hevur givið sín virðisfulla lut til heimsin.s
framstig. Tað eigur menn, sum eru gitnur
um tað víðu vørild, og kann, stoltari og
við størri æru enn mong onnur lond, eigá
pláss millum tey sjálvbjargnu ríkini.
Tann, sum hevur givið gætur um
norska politik í hesum seinasti árinum, má
undrast yvir øll tey snið, sum Svøriki hevur
brúkt fyri at halda Noregi undir kavi. Tí
verri hevur ein partur av Norðmonnum,.
høgra, — á somu tíð sum tað hevur havt
lítið álit til seg sjálvan og sítt land, —
litið Svøríki alt ov væl til. Tað, at Svø=
ríki hevur vitað sær studning í alt fall av
einum parti av Norðmonnum, hevur sjálv-
sagt gjørt teir enn frekari.