Fuglaframi - 13.12.1898, Page 1

Fuglaframi - 13.12.1898, Page 1
Lýsingar, fyri smæsti skrift: ínnlendskar: 10 oyr. reglan. Uttanfyri Feroyar: 12 oyr. reglan. Fuglaframi. „Fuglaframi“ kann bíleggjast frá 1. í hvørjum mánaðatil útgangin av einum fjórðingsári. Nr. 17. Tísdagin 13. december 1988. i. ár. „Kuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um [i Blaðstýrari: „Fuglaframiu kostar, goldin frammanundan, mánaðin. Skriftlig upnsøgn. | SvERRE PATURSSON. [■ I kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Tjakfelag er í umbúna í Vestmanna. Fiskiskapurin. P'leiri staðnis frá frættist nú um heldur góðan fiskiskap. Soleiðis kann nevnast úr Vestmanna, at bátar við trimum monnum eru komnir upp til 20 kr. um đagin. Forngripur. Eitt perluband, sum móðir Nolsoya Pól hevur átt, er enn til í Nolsoy. Tær nógvu ymisligu perlurnar eru sera sjaldsamar og vakrar. Eitt lítið reytt silki- band er fest í hvønn enda av perlubandinum, fyri at kunna knýta tað um hálsin. Perl- urnar eru eisirti ymisligar av stødd. Niðasta perlan í bartdinum tykist at vera av gulli. Tó át tær flestu perlurnar eru tunnar Og ’ veikar, er tað, so vítt sum ætlast kann, ikki mangar, sum eru forfarnar. Hesin luturin hevur tá eisini, sum tað seg sømur, verið hilđin væl í æru, og hevur ikki verið brúktur, uttan , einans tá íð kvinnur av slektarliðinum hava staðið brúður. Botnvarpingarmálið. Tingið var inn- kallað 3 đecbr. til at ráðast um, hvat íð gerast kundi, fyri sum skjótast at fáa bót og verju fyri botnvarpingunum. Varð har á einum máli avgjørt — at heita aftur á Danimark am at fáa hjálp, sum skjótast — at geva amtmanninum upp í hendur 12,500 kr. (8000 úr Føroya býtisgrunni og hitt úr amtsfátækrakassanum) til við hesum peningi at royna at fáa okkum eitt skip at ansa eftir botnvarpingunum, við álagdum treytum, at. peningurin verður nýttur áðrenn teir fimm fyrstu mánaðar av komandi ári eru úti — at biða amtmannin um at gera eina ferð í tilfelli til Danimark, við fyrsta fari, til at royna at fáa eitt skip higar til verju. Avgjørt varð eisini at anbefalla og senda suður til Danimarkar tað bønarbrævið, sum skiparafelagið hevðí sett saman, og sum var unđirskrivað av einum parti av Føroyingum. Bønarbrævið úr Norðoyum til dóms- málaráðgevarin er, so vítt sum frá er sagt, eisini suður sent. Noregi og Svøríki. Her, sum aðra staðnis, hevur fólk havt lyndi til at trúgva, at Ncregi er undir Svørfki, sum eitt hertikið land, og at Svø- riki tí eigur hond og ráði yvir Noregi. So miskilt, er tað einki at unđrast á, at fólk hevur mikið lasta Norðmenninar fyri teirra upprørska sinnalag og gerningar. Enn Noregi er einki hertikið land, og tað stríð, teir hava havt við Svøríki alt síðani 1814, er ikki av upprørskum huga, men eitt ærligt stríð fyri tí, sum teir av røttum eiga. Av ríksakt og grundlóg Noregs fram- gongur tað gjølla, at Noregi er eitt ríki fyri seg sjálvt við egnum ríkis lógum, uttan annað avgjørt felagsskap við Svøríki enn kongins persón. Norðmen® eiga tí allan tann rætt, sum eitt frælst og sjálvráðigt land eigur. Og tá íð Svøríki roynur av allari makt at forða teimum. at koma sær fram til at verða eitt fullt sjálvbjargið fólk, so kann eingin rætthugsandi maður annað, enn av øllum sínum huga halda við Norðmonnum. Er tað ikki argiligt, at eitt lanđ, sum eigur sjálvráði, skal kúgast og boygslast undir einum øðrum landi, forðast at fáa tað, sum tað av røttum eigur, og síðani ganga undir »provins«-navni fyri. hvørjum manni? Var tað eitt land, sum lítið var ment at standa á egnum beinum, so var tað eitt. Men Noregi er eitt framiligt land. Tað hevur givið sín virðisfulla lut til heimsin.s framstig. Tað eigur menn, sum eru gitnur um tað víðu vørild, og kann, stoltari og við størri æru enn mong onnur lond, eigá pláss millum tey sjálvbjargnu ríkini. Tann, sum hevur givið gætur um norska politik í hesum seinasti árinum, má undrast yvir øll tey snið, sum Svøriki hevur brúkt fyri at halda Noregi undir kavi. Tí verri hevur ein partur av Norðmonnum,. høgra, — á somu tíð sum tað hevur havt lítið álit til seg sjálvan og sítt land, — litið Svøríki alt ov væl til. Tað, at Svø= ríki hevur vitað sær studning í alt fall av einum parti av Norðmonnum, hevur sjálv- sagt gjørt teir enn frekari.

x

Fuglaframi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.