Fuglaframi - 13.12.1898, Qupperneq 2
Tað, íð Norðmenn í seinasti tíð serliga
hava stríðst fyri, er egið uttanríkisstýri og
egna hagreiðing av uttanríkismálum. Ein
og hvør kann ætla, hvussu ringt, fyri ikki
at siga vanvirðiligt. tað má vera fyri eitt
»frit og selvstændigt* land, at ókunnugir
hagreiða uttanríkismálini. Og serliga má
tað vera ringt fyri Noregi, at Svøríki
hagreiður tey. Her eru jú frálíka góð
líkindi fyri Svøríki at vera sær sjálvum
best og Noregi verst. Svøríki vil tí ikki
á nøkrum hátti sleppa uttanríkisstýrinum.
Men Norðmenn vita, hvat teir eru,
hvat teir eiga og hvat teir vilja. Alt meir
og meir samlast tað norska fólkið til verju
fyri sinum landi, og sjálvt høgra »krúpur<
ikki longur fyri teimum svenski harrinum.
So hevur Svøríki meinskast og treiðsk-
ast, at tað nú g'ongur sjálvum teimum norsku
»høgrastu« høgrimonnum ov vítt. Og um
ikki leingi vilja Norðmenninir, allur sum
ein, verða um at krevja fullt sjálvráði uttan-
ríkis, so væl sum innanríkis — hetta, sum
Svøríki gjøgnum tíðirnar hevur lúrt frá
teimum. Fyrr enn teir hava fingið tað,
hvørki vilja teir ella kunnu teir binda frið.
Um so felagið (unionen) rýkur í loftið ella
ikki, tað hevur minni at siga.
Men frættist tað ein đag, at Norðmenn
hava slitið felagsbandið, tá er skuldin ikki
Noregis, men Svøríkis.
Norðmenn eru eitt friðafólk. í øllum
friðsmálum hava teir verið millum teir fyrstu;
stórtingið hevur verið á einum máli fyri
voldgift, og nú hevur norska ríkisráðið
sluttað seg til Garðaríkis keisarins frið-
uppskot.
Tá íð Svøríki fvri nøkrum árum
síðani hottaði við vápnum móti Noregi, var
tað kannske ikki ein Norðmaður, sum
vilđi trúgva, at tað var av álvara. Seinni
fingu tei'r at vita, at tað var av rama ál-
vara, at »stóribróður« ætlaði at brúka kniv
móti »lítlabróður«. Tástaðni byrjaðu teir
at vápna seg til verju, um nakað skuldi
borist á.
Teir vilja røkja sítt land sjálvir, og
røkja tað í frið. Men so leingi uttanríks-
stýrið er í Svøríkis hondum, bera teir við
góðari grund ótta. Tí tað kundi hent seg,
at teir stóðu í óføri, aðrenn teir sjálvir
visti av tí.
Jól.
(Av J,-Patursson.)
»Eg boði tykkum frá eini stórari
gleði, sum skal veitast øllum fólki,« segði
eingilin við teir seyðamenn, sum í kvøld
fyri nærum iqoo árum síðani sótu hjá
seyðafylgjum sínum í haganum uttanfyri
Betlehem.
So segði eingilin, og henda hátíð, sum
nú verður hildin til minnis um jólanáttina í
Gýðingalandi í forðum, hon hevur um alla
tiðir síðani verið mannfjøldini ein gleðis-
hátíð: Ung og gomul, rík og fátøk, øll
hava gleðst til hesu signaði jól, sum so
dýrar og ríkar hugarenningar vekjur i
hvørjum kristnum mannabarmi.
Heidnir hava eisini hildu jól; teir đrukku
tey um hávetur, sum nú, og kallaðu tað
vetrablót; teir takkaðu tá sínum gudi fyri
at tann dimma tíðin nú var i avtøku, tí
hereftir fóru đagarnir at leingjast og ljósið
at vinna meir og meir veldi. Tá tað var
um ársins myrkastu tíð hildu teir veitsluna
fyri tí bjørtu sól, sum nú skulđi rísa hægri
og hægri đag frá degi.
Ein vegin og tveir vegir eru okkara
jól skyld við heidnu fornfedrars okkaras
vetrablót, og tað er at bæði eru tey gleðis-
veitslur og bæði eru tey merkt av ljósinum.
Tá íð vit í anđligari talu nevna myrkur
og dimmi, so goyma vit unđir hesum orðum
bæði sút og sorg og sakn, ja alt tað, íð
upp kann teljast sum vit kalia »tungt« í
verøldini. Og alt meðan fólk hevur byggt
heimin hendan, so hevur hvørt eitt einasta
mannabarn, av teim túsundtals milliónum,
havt eitt av ti tunga at borið, havt sitt av
hesu tjukku køvdn at vaða ígjøgnum, hvar
ofta var so avstongt og innibyrgt, at tað
ikki so mikið sum sást til eitt einasta glopp
av Ijósi um nakra vrá ella rivu. Men fyri
hvørt eitt einasta kristi menniskja koma
tó altíð tíðir aftur, hvar tað klárar í aftur,
hvar gleðin aftur vinnur sær inngongđ og
drívur alla tyngd og pínslu á dyr. Ójavnt
tó! Tað kann koma brádliga, sum skuggi,
íð dregur frá sól; ella seint, so seint og
drúgført, sum tann langa vetranátt tykist
tí vakjandi manni, íð bíðar eftir morni, ella
sum veturin allur tykist tí arma, íð einans
eigur eittans álit, tað — at síggja summarið.
Men altíð og víst — sum sól unđan skýggj,
sum dagur eftir nátt, sum summar eftir
vetur — so rennur eisini gleðin upp eftir
sorg og lætti aftaná alla tyngd.
Tó, um sólin einaferð er undankomin,
so dregur skýggj aftuffyri hana, og um
dagur kemur eftir nátt, so tekur hann um-
síður aftur at kvølđa, og so má í sama
máta sigast um ljósið og myrkri sum fornir
hava mælt: Eitt upp, annað niður. Tí um
gleðin einaferð hevur fest so djúpar røtur
í hjarta tínum, at tær sýnist sum aldrin
nøkur sorg kann vinna innaftur hagar meiri,
so kann tað tó vera eftir einum eygna-
bragdi, — so skjótt sum tað svarta skýggj í
óveðri hylur fyri sól edla mána, — at tyngđin
er ovanyvir tær so nívandi og mágandi, at
tú sært tær ongan veg, veit tær onga